Sjálvgreiðslan


11.12.2020

Útgjaldið úr ALS hækkar

Umhvørvis- og vinnumálaráðið kunnaði í gjár um, at Løgtingið hevur samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at broyta gjøldini hjá ALS:

"Løgtingið hevur einmælt samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at broyta gjøldini hjá ALS.

Á nýggjárinum hækkar útgjaldið, sum arbeiðsleys kunnu fáa frá ALS. Løgtingið hevur í dag við 3. viðgerð samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at hækka útgjaldið úr 75 prosentum upp í 80 prosent av lønini. Hægsta útgjaldið hækkar samstundis úr 17.500 krónum upp í 18.500 krónur um mánaðin.

Eisini inngjaldið til ALS verður broytt á nýggjárinum. Inngjaldið lækkar úr 1,25 prosentum niður í 1 prosent av lønini. Henda broytingin verður gjørd í kunngerð.

Umframt hesar broytingarnar samtykti løgtingið eisini at gera aðrar tillagingar í lógini um ALS. Millum annað skal føroyska arbeiðsloysisskipanin samsvara betur við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd, og kærunevndirnar hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini verða lagdar í somu kærunevnd.

Sambært stýrinum fyri ALS er fíggjarliga haldførið hjá skipanini so mikið gott nú, at skipanin megnar at standa ímóti einum arbeiðsloysi upp á 8 prosent í eini 12 samanhangandi ár. Miðal arbeiðsloysið síðani 1998 hevur verið sløk 4 prosent."



Onnur tíðindi