Sjálvgreiðslan

Sjálvstøðug vinnurekandi

Sjálvstøðug vinnurekandi

Fólk í sjálvstøðugari vinnu eru ikki fevnd av arbeiðsloysisskipanini. Tey kunnu tó sjálvboðin tryggja seg fíggjarliga móti arbeiðsloysi við at tekna eina sjálvbodna arbeiðsloysistrygging hjá ALS.

Tey, sum eiga og arbeiða í egnum virki og/ella íognarfelag, og sum hava sjálvstøðuga virksemið sum høvuðsvinnu, kunnu tekna hesa tryggingina.

ALS ger eina ítøkiliga meting av, um vinnuvirksemið hjá umsøkjarum kemur undir hugtakið sjálvstøðug vinna.

Hvat er sjálvstøðug vinna?

ALS ger eina neyva meting av, um títt vinnuvirksemi kemur undir hugtakið sjálvstøðug vinna. Ein ábending um, at tú ert sjálvstøðugt vinnurekandi er, um tú:

  • hevur fólk í starvi
  • hevur skattafrádrátt fyri rakstrarútreiðslur v.m.
  • verður skattað/ur av halli og avlopi av vinnuvirksemi
  • ert mvg-skásett/ur ella eigari í íognarfelag
Arbeiðsloysi skal prógvast

Sjálvstøðug vinnurekandi søkja um arbeiðsloysisstuðul við vanliga umsóknarblaðnum. Samstundis skulu tey prógva, at tey ikki eru vinnurekandi longur.

Útrokningargrundarlagið broytist ikki, meðan tú ert inni í skipanini.

Vilt tú vita meira um tryggingina fyri sjálvstøðug vinnurekandi, ert tú vælkomin at venda tær til ALS at fáa nærri leiðbeining.

Tekna trygging

ALS hevur eitt serligt umsóknarblað, sum tú skalt nýta, tá ið tú teknar trygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi.

Tryggingargjaldið er 3.000 kr. árliga. Sjálvstøðug vinnurekandi hava ikki rætt at fáa arbeiðsloysisstuðul útgoldnan, fyrr enn tey hava havt tryggingina í 1 ár uttan steðg.

Umsókn
Her kanst tú heinta umsóknarblaðið um at tekna sjálvbodna trygging
Kunngerð
Les meiri í kunngerðini fyri sjálvstøðug vinnurekandi.