Jobmatch
At finna røttu starvsfólkini er ein krevjandi partur av arbeiðinum hjá flestu fyritøkum. Vit í ALS vilja avgjørt hjálpa arbeiðsgevarum at finna røttu starvsfólkini – og umvent.
Eitt av amboðunum er jobmatch.
ALS skipar javnan fyri jobmatch, har arbeiðsgevarar og arbeiðstøk fáa høvi at hitta hvør annan til eitt prát um arbeiðsmøguleikar.
Endamálið er at finna rætta matchið millum arbeiðsgevara og arbeiðstøk, soleiðis at báðir partar fáa okkurt burturúr.
Sum arbeiðsgevari fært tú møguleikan at greiða gjøllari frá tykkara virksemi, starvinum, sum tit leita eftir fólki til, og hvat tit kunnu bjóða og vænta av fólki. Møguligt er beinanvegin á staðnum at hava setanarsamrøður. Tit eiga sjálvandi endaligu avgerðina, um tit seta nakran ella ikki.