Sjálvgreiðslan

Hvat er arbeiðsloysisstuðul?

Arbeiðsloysisstuðul er ein lógarfestur rættur, sum løgtingið hevur staðfest.

Arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar í Føroyum fíggja ALS, sum m.a. hevur til endamáls at veita arbeiðsloysisstuðul. Sostatt hevur tú sum móttakari av A-inntøku verið við til at fíggja skipanina.

Stuðul úr ALS fevnir um ymisk sløg av skipanum, sum eru ásettar í lóg og kunngerðum. Grundleggjandi treytirnar eru tær somu, men á øðrum økjum er ávísur munur á skipanunum.

Skipanirnar eru hesar:

  • Vanligur arbeiðsloysisstuðul
  • Fiskavirkisskipanin
  • Sjálvstøðug vinnurekandi
  • Sjálvboðin arbeiðsloysistrygging
  • Fiskimenn – vegna umvæling av fiskifari
  • ALS-farloyvi
ALS-lógin
Her kanst tú síggja ALS-lógina.
Kunngerðir
Her sært tú ymsu kunngerðirnar.