Sjálvgreiðslan

Virkisráðgevi

Vit stremba eftir, at ALS skal hava gott innlit í føroyska arbeiðsmarknaðin, og at arbeiðsgevarar kenna møguleikarnar í ALS. Hetta økir møguleikan fyri, at tú fært rætta starvsfólkið, og arbeiðstøk sleppa aftur til verka.

Vit koma fegin út at práta við teg um tín tørv á arbeiðsmegi og um, hvørjar tænastur ALS kann veita arbeiðsgevarum.

Ring ella send teldupost til virkisráðgevan, Atla Gregersen, á ávikavist tlf. 299554 ella atli@als.fo.