Sjálvgreiðslan

Um arbeiðsávísingina

Arbeiðsávísingin er staðið, har arbeiðsgevarar og arbeiðssøkjandi møtast. Tað er her, arbeiðssøkjandi verða skrásett við sínum førleikum, og tað er tí, ALS kann hjálpa arbeiðsgevarum at finna tey starvsfólk, teimum tørvar.

Tørvar tær starvsfólk, eru vit altíð til reiðar at hjálpa. Haraftrat hevur tú eisini møguleika at lýsa eftir starvsfólki á starv.fo, sum er ein væl vitjaður portalur við nýggjastu størvunum.

Øll, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, verða skrásett í arbeiðsávísingini hjá ALS, og sostatt hava vit altíð eitt yvirlit yvir, hvørji fólk eru tøk til arbeiðsmarknaðin, og hvørjar førleikar og royndir, tey hava.

starv.fo
Á starv.fo finnur tú mest sum øll leys størv í Føroyum.