Innrita á Vangan

Vegleiðing

At gerast arbeiðsleys/ur

At gerast arbeiðsleys/ur kann vera ein stór broyting í tilveruni. Brádliga eru nógvir spurningar og kenslur, sum gera seg galdandi. Tað kunnu vera óvissa um fíggjarligu støðuna frameftir, sorg og vreiði um eina uppsøgn, kensla av einsemi eftir at hava mist gerandisdagin við starvsfelagum og eisini praktiskir spurningar, hvussu tú skrivar eina umsókn, og hvørjar reglur eru galdandi í sambandi við arbeiðsloysisstuðul.

Hjá ALS kanst tú fáa vegleiðing. Starvsfólkini hava útbúgving og drúgvar royndir at taka sær av spurningunum í sambandi við arbeiðsloysi og øðrum viðurskiftum, sum kunnu vera knýtt at nýggju støðuni.

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við ALS, um tú hevur spurningar ella tørv á at práta um tína støðu.

Ring á tlf. 349550 ella skriva til als@als.fo

Leikluturin hjá starvsráðgevanum

Stutt eftir, at tú ert skrásett/ur í ALS, setir starvsráðgevi seg í samband við teg, har vit tosa um tína støðu og tryggja, at vit hava allar neyðugar upplýsingar um førleikar, royndir og ynskir hjá tær.

Uppgávan hjá starvsráðgevanum er at tryggja, at viðskiftafólk miðvíst arbeiða við ætlanum at koma í arbeiði, kenna fortreytir fyri at søkja størv, hava neyðugu førleikar at søkja hesi og kenna fortreytirnar fyri at fáa arbeiðstilboð.

Deil