Sjálvgreiðslan

ALS-gjaldið

Arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar fíggja ALS og arbeiðsloysisstuðulin. Teir gjalda eitt fast gjald til skipanina, sum í løtuni er 0,8% av A-inntøkuni.

Skyldu at rinda ALS-gjald hava:

  • Løntakarar, ið móttakað A-inntøku, sum búgva og hava fulla skattskyldu í Føroyum, og sum hava fylt 16 ár, men ikki 67 ár
  • Løntakarar, ið móttakað løn, ið ikki er A-inntøka, fyri arbeiði, útint í Føroyum
  • Løntakarar, ið móttaka løn, sum ikki er A-inntøka, fyri arbeiði, útint í Norðurlondum, og annars gjalda sosiala trygd í Føroyum
  • Arbeiðsgevarar, sum rinda A-inntøkur
Kunngerð
Les meiri í kunngerðini um ALS-gjald