Skeið
Sum partur av ALS hevur tú møguleika at fara á skeið, sum á ymsan hátt styrkja førleikar og møguleikar at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin.
Í lógini um ALS eru ásett rættindi og skyldur, sum arbeiðstøk hava í sambandi við skeið, førleikamenning og arbeiðsmarknaðarátøk.
ALS skipar javnan fyri felags skeiðum, m.a. í at skriva umsókn og CV, men til ber eisini at taka ávís førleikagevandi skeið, sum júst tú hevur brúk fyri.
Grundleggjandi er tað soleiðis, at tað er ALS, sum í hvørjum einstøkum føri metir um, hvørji skeið tann einstaki persónurin kann taka. Hetta inniber, at tú ikki frítt kanst velja millum alskyns skeið, sum tú hevur hug at taka.
Reglurnar áseta eisini, at tú sum arbeiðssøkjandi hevur skyldu til at luttaka á skeiðum og øðrum arbeiðsmarknaðarátøkum, sum ALS biður teg møta til. Møtir tú ikki upp, kann hetta fáa avleiðingar fyri arbeiðsloysisstuðulin.
Fyrstu tríggjar mánaðirnar sum arbeiðsleys/ur verður dentur lagdur á innanhýsis skeið og samrøður hjá ALS. Hetta eru átøk, ið hava sum endamál at vegleiða teg at søkja størv, og at tú verður greiðari um tínar styrkir, møguleikar og framtíðarætlanir.
Hesa tíðina hevur tú vanliga ikki rætt til førleikagevandi skeið, tað er skeið, har tú mennir tínar førleikar á ávísum starvsøki. Tó ber til at fara á trygdarskeið, ið er neyðugt fyri at kunna fara til skips.
Ert tú framvegis arbeiðsleys/ur eftir tríggjar mánaðir, er møguligt at hyggja nærri at førleikamennandi skeiðum, sum kunnu betra útlitini at finna starv ella sum eitt møguligt stig til at fara undir útbúgving.
Treytin fyri at kunna fara á førleikamennandi skeið er, at tú fyrst hevur luttikið í teimum átøkum, sum ALS hevur givið tær boð um at møta til.
Stutt eftir, at tú eru vorðin arbeiðsleys/ur, fært tú boð um at møta til eitt byrjanarskeið saman við øðrum arbeiðstøkum í ALS.
Skeiðið, sum kallast ”Íverkset títt arbeiðslív”, varir í fýra dagar. Her verður sjóneykan m.a. sett á arbeiðsmøguleikar, at søkja starv, tínar styrkir og at skriva eina góða umsókn og CV.
Byrjanarskeiðið gevur tær gott grundarlag og betrar um møguleikarnar at koma skjótari út í næsta starvið.
Skeiðið er í tíðarskeiðnum frá kl. 9 til 15 allar fýra dagarnar.
Tá ið tú hevur verið arbeiðsleys/ur í tríggjar mánaðir, ber til at fara á førleikamennandi skeið, sum ALS skipar fyri. Meðan tú ert á skeið, fært tú arbeiðsloysisstuðul og sleppur undan krøvunum at vera tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum.
Endamálið við førleikamennandi skeiðum er at betra um møguleikarnar at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin ella at fara undir eina útbúgving.
Dømi um førleikamennandi skeið eru skeið í bókhaldi ella teldu, skeið í føroyskum fyri tilflytarar og 10. floks prógv eftir trimum mánaðum. Eisini eru skeið í eldrarøkt, um stórur tørvur er á arbeiðsmegi á hesum økinum.
Førleikamennandi skeið kunnu í mesta lagi vara í tríggjar mánaðir.
Tú kanst eisini fara á førleikamennandi skeið í upp til tríggjar mánaðir uttan fyri ALS og rinda sjálv/ur fyri skeiðið. Tú kanst søkja ALS um undantak fyri at vera tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum og samstundis varðveita rættin til arbeiðsloysisstuðul.
Gev gætur, at tað er ALS, sum í hvørjum einstøkum føri ger av, um loyvi verður givið til førleikamennandi skeið. ALS ger eina ítøkiliga meting av, um skeiðið betrar um arbeiðs- ella útbúgvingarmøguleikarnar hjá tí einstaka.
ALS hevur javnan stutt skeið á ymiskum økjum, sum hava týdning fyri arbeiðstøk.
Tað kunnu eitt nú vera íverksetaraskeið, har tú lærir meira um at byrja egna fyritøku. Ella skeið, har tú lærir at skriva umsókn og at byggja upp eitt CV.
Her á heimasíðuni kanst tú finna yvirlit yvir skeið, sum ALS skipar fyri.