Sjálvgreiðslan

Soleiðis kemur tú í ALS

Verður tú arbeiðsleys/ur, er umráðandi at boða ALS frá beinanvegin.

Tað eru ávísar treytir fyri at fáa rætt til arbeiðsloysisstuðul, og umráðandi er at kenna tær fyri at fáa fullan ágóða av rættindunum til stuðul.

ALS skal ikki bara lofta fíggjarliga. Skipanin skal og kann eisini hjálpa tær út aftur á arbeiðsmarknaðin skjótast til ber.

ALS virkar bæði sum arbeiðsávísing og roynir samstundis við ymsum átøkum, m.a. skeiðum og vegleiðing, at betra møguleikarnar hjá øllum at fáa arbeiði.

Boða frá sum skjótast

Boða ALS frá sum skjótast. Tú ert ikki arbeiðsleys/ur, fyrr enn tú hevur boðað frá, og tí kann tað kosta arbeiðsloysisstuðul, um tú drálar.

Tú skalt boða frá skrivliga. Hetta kann gerast her á heimasíðuni, við Sjálvgreiðsluni á heimasíðuni, í telduposti á als@als.fo ella við brævi til ALS, Tinghúsvegur 14, 100 Tórshavn. Tú ert sjálvandi eisini vælkomin inn á skrivstovuna hjá ALS við fráboðanini.

Arbeiðsloysi verður staðfest frá tí degi, ALS fær skrivligu fráboðanina. Hetta er treytað av, at tú annars lýkur treytirnar fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul. ALS kann og vil ávísa tær eitt arbeiði, so skjótt tú hevur boðað frá, at tú ert tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum, og tað kann vera, áðrenn tú hevur fingið stuðul útgoldnan.

Møguligt tilknýti til arbeiðsgevara skal vera lokið, áðrenn tú kanst rokna teg sum arbeiðsleysa/n.

Soleiðis søkir tú um stuðul

Fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul skalt tú útfylla eina umsókn, sum fæst her ella á skrivstovuni hjá ALS.

Í umsóknini svarar tú spurningum og greiðir frá m.a. arbeiðsroyndum, útbúgving og hvat arbeiði, tú kundi hugsað tær. Haraftrat skalt tú lata avrit av uppsøgn til ella frá arbeiðsgevara, t.e. skjøl sum vátta, at tú ikki longur hevur tilknýti til arbeiðsgevara.

ALS útvegar upplýsingar um tíni inntøkuviðurskifti frá Taks.

ALS brúkar upplýsingarnar í umsóknini til at staðfesta, um tú hevur rætt til arbeiðsloysisstuðul.

Umsókn og fylgiskjøl mugu vera í lagi. Vanta upplýsingar og skjøl, fært tú boð um hetta. ALS kann loyva eini 14 daga freist at útvega prógv og røttu upplýsingarnar. Hevur ALS onki frætt frá tær, tá ið freistin er farin, fellur umsóknin um arbeiðsloysisstuðul burtur.

Hevur tú brúk fyri vegleiðing at útfylla umsóknina um arbeiðsloysisstuðul, ert tú vælkomin at venda tær til ALS. Vit leiðbeina fegin.

Vátta arbeiðsloysi

Øll, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, skulu vátta arbeiðsloysi aðru hvørja viku. Tá ið tú ert komin í ALS, fært tú eitt bræv við loyniorði og brúkaranavni, sum skulu brúkast, tá ið tú váttar arbeiðsloysi.

Við at vátta arbeiðsloysi váttar tú støðu tína á arbeiðsmarknaðinum fyri undanfarna 14 daga skeiðið – m.a. um tú hevur havt lønarinntøku hesa tíðina. Upplýsingarnar verða brúktar at rokna út, hvussu nógvan arbeiðsloysisstuðul tú skalt hava fyri 14 daga útgjaldsskeiðið.

Tíðarskeiðið, sum tú váttar, kallast ALS-vikan. Í ALS-kalendaranum her á heimasíðuni sært tú allar ALS-vikurnar og útgjaldsdagarnar í árinum. ALS-vikan byrjar mánamorgun kl. 0.00 og endar fríggjadag kl. 12.

Boða frá broytingum

Tú hevur skyldu at boða ALS frá øllum broytingum og viðurskiftum, sum kunnu ávirka tína støðu. Til dømis um tú:

  • ikki ert arbeiðsleys/ur longur
  • fært arbeiði – uttan mun til tímatal og inntøku
  • byrjar sjálvstøðugt vinnuvirksemi
  • fert í feriu, á sjúkrahús o.a.
  • flytur úr Føroyum
  • fert á skeið
  • fert undir útbúgving, ið fer fram í vanligari arbeiðstíð
  • missir ella fært skerdan arbeiðsførleika
  • fært rætt til lógartryggjaða veiting (eitt nú gjald úr barsilsskipan ella avlamispensjón)
  • fært ikki møtt til ásetta tíð hjá arbeiðsgevara ella ALS
  • broytir telefonnummar ella teldupostbústað

Boða frá tíni broyttu støðu við at senda eitt teldubræv til als@als.fo

Sig annars kommunuskrivstovuni frá, um tú broytir bústað.

At søkja inn aftur í ALS

Tá ið tú skalt inn í ALS, skal umsókn altíð latast inn. Eisini um tú áður hevur fingið arbeiðsloysisstuðul.

Tað er tó ikki altíð neyðugt at útfylla alt umsóknarblaðið av nýggjum. Til dømis er óneyðugt at upplýsa arbeiðsroyndir, útbúgving, skeið og líknandi, sum tú áður hevur upplýst ALS.

Tú skalt bara upplýsa um tær broytingar, sum hava verið, síðan tú seinast útfylti umsóknarblaðið. Allir aðrir spurningar á umsóknarblaðnum skulu svarast og sendast ALS.

Ert tú í iva um, hvat skal upplýsast av nýggjum, ert tú vælkomin at spyrja okkum í ALS.

Boða frá arbeiðsloysi
Ert tú vorðin arbeiðsleys/ur? Boða okkum frá her.
Umsókn
Tak umsóknina um arbeiðsloysisstuðul niður her
Boða frá broytingum
Tú hevur skyldu at boða ALS frá øllum broytingum og viðurskiftum, sum kunnu ávirka tína støðu, tað kanst tú gera her.
Vátta arbeiðsloysi
Tú váttar arbeiðsloysi í sjálvgreiðsluni, trýst her.