Sjálvgreiðslan

Setanarsamrøðan - soleiðis fyrireikar tú teg

Kanna fyritøkuna

Tað er týdningarmikið at vita eitt sindur um arbeiðsplássið, áðrenn tú fert til setanarsamrøðu. Set teg inn í, hvat fyritøkan framleiðir, arbeiðsuppgávur, virðir og onnur grundleggjandi viðurskifti. Við hesum vísir tú áhuga fyri fyritøkuni, og at tú veitst, hvat starvið snýr seg um.

  • Kanna heimasíðuna hjá fyritøkuni. 

  • Spyr teg fyri hjá onkrum, tú kennir í fyritøkuni, ella sum starvast á sama arbeiðsøki.

  • Tú kanst eisini ringja til fyritøkuna at fáa upplýsingar. Hetta vísir, at tú hevur áhuga fyri starvinum.
Vænta hesar spurningar

Tú kanst ikki vita frammanundan, hvørjar spurningar tú fært til setanarsamrøðuna. Men tú kanst tó fyrireika teg til nakrar grundleggjandi spurningar, sum eru rættiliga vanligir til slíkar samrøður:

  • Greið frá tær sjálvum/sjálvari – brúka elevatorrøðuna

  • Hví søkir tú hetta starvið? Hví vilt tú arbeiða í júst okkara fyritøku?

  • Hvat heldur tú vera serliga áhugavert við starvinum?

  • Hví skulu vit seta júst teg í starv?

  • Hví gavst tú í tínum fyrrverandi arbeiði? 

  • Hvat gjørdi tú tað tíðarskeiðið, tá ið hol er í CV’num?
  • Gev eitt ítøkiligt dømi um, at tú ert ágrýtin, dugir at finna loysnir o.s.fr. Brúka lýsingarorðini, tú hevur nýtt í umsóknini.

  • Hvør er tín størsta styrki? Og størsti veikleiki?
  • Hvørjum slagi av arbeiðsuppgávum trívist tú best við? 

  • Hvørjum slagi av arbeiðsuppgávum trívist tú ringast við?

  • Greið frá eini arbeiðsuppgávu, sum tær dámdi væl, og har tú heldur, at tað eydnaðist væl hjá tær.

  • Greið frá eini arbeiðsuppgávu, har tað gekst minni væl hjá tær. Hvat gjørdi tú? Og hvat gekk illa?
  • Hvørjar framtíðarætlanir hevur tú? Hvar ert tú um fimm ár?
Spyr sjálv/ur

Eitt gott hugskot er at fyrireika spurningar til setanarsamrøðuna. Hetta gevur tær møguleika at avgreiða møgulig ivamál viðvíkjandi starvssetanini og vísir samstundis, at tú hevur áhuga fyri starvinum.

Tú kanst eitt nú spyrja um, hvussu langa tíð starvsfólk brúka til eina ávísa arbeiðsuppgávu, ella um møguleikarnar fyri sparring á arbeiðsplássinum.

Elevatorrøðan

Tá ið tú til eina setanarsamrøðu verður biðin um at greiða frá tær sjálvum/sjálvari, er sonevnda elevatorrøðan góð. Hetta er ein stutt framløga, har tú greiðir frá, hvør tú ert – bæði fakliga og persónliga.

Heitið stavar frá, at tú skalt kunna greiða frá tær sjálvum og tínum førleikum í so stutta tíð, sum ein elevator-túrur tekur. Í mesta lagi ½–1 minutt. Røðan skal skapa áhuga og forvitni, og hon skal tryggja, at áhoyrararnir minnast teg.

Hugsa um hesar spurningarnar, tá ið tú fyrireikar tína elevatorrøðu:

  • Hvørjir eru tínir førleikar? Ger ein lista yvir tínar førleikar, bæði útbúgvingar og royndir.

  • Hvør er tín málbólkur? Hugsa um, hvør fyritøkan er. Tað er munur á einum barnaansingarstovni og eini stórari alifyritøku. Boðskapurin í tíni elevatorrøðu skal vera viðkomandi fyri arbeiðsplássið, har tú søkir starv.

  • Hvønn tørv nøktar tú? Set orð á tað virði, tínir førleikar skapa, og hvønn tørv, teir nøkta. Dugir tú tað, er lættari at sannføra ein arbeiðsgevara um at seta júst teg í starv.

  • Hvat er títt íkast til fyritøkuna? Set orð á, hvørjar arbeiðsuppgávur tú kanst átaka tær. Hetta ger tað lættari hjá arbeiðsgevaranum at ímynda sær teg sum ein part av starvsfólkahópinum.

  • Hvat ger teg serliga/n? Ger tær greitt, hvat sermerkir teg fram um aðrar umsøkjarar. Hvat dugir tú, sum hini ikki duga?

  • Fyrimunirnir við at seta júst teg í starv? Set orð á fyrimunirnar, fyritøkan fær við at seta teg í starv. Fáa tey nøgdari viðskiftafólk? Betri stundir til aðrar uppgávur? Nýggja framleiðslu?

  • Hvat fært tú burturúr? Tað er týdningarmikið at merkja, at tú brennur fyri tínum arbeiði. Hví hevur tú valt júst hetta arbeiðsøkið? Og hví vilt tú hava starv í júst hesari fyritøkuni? Finn eina eitt sindur djypri orsøk, enn at tú bara vilt hava eitt starv.

Orða svarini á spurningarnar til eina samanhangandi røðu í ½ til 1 minutt. Sig hana hart fyri tær sjálvum/sjálvari. Flyt innihaldið runt, sum tað hóskar best. Tá ið tú ert nøkulunda nøgd/ur, skriva tá røðuna niður – so minnist tú hana betur.

Eitt gott hugskot er at venja elevatorrøðuna framman fyri speglinum ella biðja vinfólk/familju lurta, meðan tú heldur hana. Elevatorrøðan skal sjálvandi broytast eftir málinum og móttakaranum, men hon má altíð vera sonn og avspegla tann persónin, sum tú ert.

Klæðir og eygnabrá

Setanartilgongdin byrjar longu, tá ið tú møtir upp á arbeiðsplássinum. Øll, sum tú hittir, kunnu vera tínir framtíðar starvsfelagar ella stjóri. Tí skalt tú hugsa um tína atferð beinanvegin.

  • Lat teg í, so at tú kennir teg væl

  • Tak CV, umsókn og tíni egnu notat við til samrøðuna

  • Møt rættstundis

  • Fast lógvatak og gott eygnasamband er altíð jaligt

  • Slappa av – minst til, at tey halda umsókn tína vera áhugaverda og gleða seg at hitta teg