
Arbeiðsloysið lækkaði aftur í 2018
Arbeiðsloysið í 2018 helt fram at lækka í fjør, og var tað lægsta í tíggju ár, og fólk steðgaðu styttri í skipanini enn undanfarin ár.
Roknskapurin fyri 2018 er nú tøkur, og hann vísir eitt avlop á 131,3 mió. Krónur.
Nógv ferð er enn á búskapinum, og arbeiði er til mest sum allar hendur. Ongantíð áður hava so nógvir løntakarar verið í Føroyum, og ongantíð áður hava samlaðu lønargjaldingarnar verið so stórar sum seinasta árið.
Jaliga gongdin sæst aftur í ársroknskapinum hjá ALS, sum varð samtyktur av stýrinum fyri ALS í gjár.
Samlaðu inngjøldini settu aftur met í 2018. Tey gjørdust samanlagt 231,9 mió. krónur, sum er tað mesta nakrantíð.
Samlaðu útgjøldini vóru 10,6 mió. krónur lægri enn árið fyri. Tey vóru 71,3 mió. krónur, sum er tað lægsta, útgjøldini hava verið síðani 2009.
Tað eru serliga útgjøldini av vanligum arbeiðsloysisstuðli, sum eru minkaði nógv hesi árini, meðan útgjøldini um fiskavirkisskipanina hinvegin vuksu nakað í 2018. Útgjøldini um fiskavirkisskipanina vuksu úr 15,4 mió. krónum í 2017 upp í 17 mió. krónur í 2018. Ein vøkstur á stívliga 10%.
Tekniska úrslitið – tað er munurin millum samlaðu inngjøldini og samlaðu útgjøldini – gjørdist eitt avlop á 160,6 mió. krónur. Í mun til 137,7 mió. krónur í 2017.
Talið av ársverkum minkaði við tveimum ársverkum í 2018, og starvsfólkakostnaðirnir lækkaðu við 700 tús. krónum niður í 14,8 mió. krónur.
Tað er vorðið alsamt bíligari at reka ALS hesi seinastu nógvur árini. Samlaðu rakstrarkostnaðirnir vóru 5,1 mió. krónur í 2018, sum er 700 tús. krónur minni enn árið fyri. Rakstrarkostnaðirnir í 2018 vóru teir lægstu í 11 ár.
Samlaðu fíggjarognirnar vóru 648,8 mió. krónur við árslok í 2018. Avkastið av fíggjarognunum var ikki gott, og tað gjørdist ein missur á 8,3 mió. krónur.
Ársúrslitið í 2018 var eitt avlop á 131,3 mió. krónur, sum er 6,6 mió. krónur meiri enn í 2017.
Eginognin, sum minkaði úr 714 mió. krónum niður í 307 mió. krónur tey fýra árini frá 2009 til 2013, var við árslok í 2018 komin upp á 711 mió. krónur. Harvið er øll minkingin árini frá 2009 til 2013 vunnin innaftur.
Stýrið og dagliga leiðslan eru væl nøgd við úrslitið og vísa á, at jaliga gongdin í samfelagnum yvirhøvur sæst aftur í góða úrslitinum, sum eisini ber boð um, at tær broytingar, sum eru gjørdar í skipanini seinastu árini til tess at tryggja langtíðar haldførið hjá skipanini, hava givið ætlaðu og neyðugu úrslitini.
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 17. juli - 4. august 07.07.2023
- Minst til at fráboða feriu 19.06.2023
- Avlop hóast stóran miss av fíggjarognunum 31.05.2023
- Upplatingartíðir um jólini 19.12.2022
- Metlágt arbeiðsloysi 05.09.2022
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 18. juli - 5. august 14.07.2022
- Jobmatch millum føroyskar arbeiðsgevarar og ukrainskar flóttar 12.05.2022
- Upplatingartíðir um jólini 15.12.2021
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 19. juli - 6. august 05.07.2021
- Skrivstovan í Saltangará letur aftur 16.02.2021
- Útgjaldið verður á kontu í morgin, 3. februar 02.02.2021
- FV-stuðulin á kontu 23. desember 14.12.2020
- Útgjaldið úr ALS hækkar 11.12.2020
- Upplatingartíðir um jólini 08.12.2020
- ALS samskiftir umvegis Mínboks 02.12.2020
- We are Temporarely Closed due to the Coronavirus 07.08.2020
- Avgreiðslan stongd fyribils vegna koronavirus 07.08.2020
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 13. juli - 31. juli 06.07.2020
- Koronaskipanin: Pensjonistar missa rættin til lønarískoyti 30. juni 29.06.2020
- Koronaskipanin: Onki útgjald í uppsagnartíðini 29.06.2020
- Koronaskipanin: Fólk, sum halda frí, hava ikki rætt til lønarískoyti í feriuni 25.06.2020
- Koronaskipanin: Minst til at boða frá inntøku 18.06.2020
- Avgreiðslan stongd grundlógardagin 03.06.2020
- Koronaskipanin: Minst til at boða frá inntøku 02.06.2020
- Avgreiðslan letur varisliga upp aftur mánadagin 4. mai 02.05.2020
- Avgreiðslan framhaldandi stongd vegna COVID-19 27.04.2020
- Avgreiðslan framhaldandi stongd vegna COVID-19 18.04.2020
- Korona-skipanin: Broytingar í arbeiðstíð 17.04.2020
- Pensjónistar eru nú eisini fevndir av korona-skipanini 07.04.2020
- Útgjald 31.03.2020