Sjálvgreiðslan

Uppgev rættar upplýsingar

Tað er umráðandi, at tú kunnar teg væl um treytirnar fyri at fáa stuðul, og at tú letur ALS rættar upplýsingar.

Fært tú stuðul, sum tú veitst, at tú ikki hevur rætt til, hevur tú skyldu til at boða ALS frá hesum beinanvegin.

Tað er álvarsamt at geva skeivar upplýsingar ella at tiga um umstøður, sum kunnu hava týdning fyri útgjaldið. Upphæddir, sum eru útgoldnar av órøttum, verða kravdar afturgoldnar, og tú kanst verða revsað/ur við sekt ella hefti.

ALS kann útvega upplýsingar frá myndugleikum, arbeiðsgevarum og fakfeløgum til tess at tryggja sær, at rætt verður útgoldið.

Boða frá broytingum
Tú hevur skyldu at boða ALS frá øllum broytingum og viðurskiftum, sum kunnu ávirka tína støðu, tað kanst tú gera her.