Sjálvgreiðslan


18.06.2020

Koronaskipanin: Minst til at boða frá inntøku

Mint verður á at siga okkum, hvør inntøkan hjá tær hevur verið í útgjaldsskeiði 12 – tað er frá 1. juni til og við 14. juni. Hetta er bert galdandi, um tú hevur arbeitt hjá øðrum arbeiðsgevara enn honum, sum hevur sent teg heim vegna korona-smittuna.

Okkum tørvar at vita upphæddina, tú hevur vunnið rætt til, og v-talið hjá arbeiðsgevaranum, tú hevur arbeitt hjá.

Tú verður biðin um at lata okkum upplýsingarnar skjótast til ber og í seinasta lagi fríggjadagin 19. juni klokkan 12:00. Tú boðar okkum frá við at senda ein teldupost til als@als.fo.

Tær nýtist ikki at boða okkum frá, um tú ikki hevur arbeitt hjá øðrum arbeiðsgevara í hesum tíðarskeiðnum.



Onnur tíðindi