Tørvar tær fólk?
Hevur tú brúk fyri fólki, set teg so í samband við ALS og sig, hvat tær tørvar. So finna vit fólk við røttu førleikunum. Tú velur, hvønn tú vilt seta í starv.
Tað skjótasta er at ringja til okkara á tlf 349550. Har upplýsir tú slag av arbeiði, førleikakrøv, arbeiðstíðir og annað, sum kann hava týdning fyri starvið.
Tú kanst eisini senda okkum ein teldupost á als@als.fo. So svara vit skjótast gjørligt. Ein annar møguleiki er at trýsta á hetta leinkið til oyðublaðið hjá okkum og fylla út teigarnar og senda okkum tað. Ávísingin kannar síðani, hvørji fólk eru tøk samsvarandi tínum fyrispurningi, og tú fært útflýggjað CV hjá teimum.
Síðani boðar tú ALS frá, hvørji teirra tú vilt hava samband við. Tey fáa so boð frá ALS um at seta seg í samband við teg. Tá ið tú hevur avgjørt, hvørji fólk verða sett í starv, boðar tú ALS frá hesum.