Innrita á Vangan

Starvsvenjing

Starvsvenjing er ein skipan, har arbeiðsgevarar kunnu fáa arbeiðstøk í starvsvenjing í upp til 5 mánaðir. Arbeiðsgevarin fær endurrindað ein part av lønini.

Endamálið er at geva tí arbeiðstøka betri møguleikar at koma aftur í arbeiði, til dømis við at royna nýggjar vinnur. Haraftrat er hetta ein góður møguleiki hjá arbeiðsgevarum at royna nýggj starvsfólk eitt styttri tíðarskeið – við møguleika fyri at seta tey í fast starv, um samstarvið eydnast væl.

Fleiri arbeiðsgevarar og arbeiðstøk hava góðar royndir av skipanini, og javnan endar starvsvenjingin við einum føstum starvi.

Soleiðis gert tú

Set teg í samband við ALS, um tú umhugsar at taka fólk í starvsvenjing, ella um tú vilt vita meira um skipanina.

Arbeiðstøk kunnu eisini sjálvi finna ein arbeiðsgevara og spyrja, um viðkomandi vil taka tey í starvsvenjing.

Kemur starvsvenjing upp á tal, útfylla arbeiðsgevarin og tann arbeiðstøki eitt serligt umsóknarblað, sum síðani verður sent ALS. Starvsvenjingin kann ikki byrja, fyrr enn ALS hevur góðkent umsóknina.

Treytir fyri starvsvenjing

Nakrar treytir skulu lúkast fyri at fara í starvsvenjing. Hetta eru høvuðstreytirnar:

  • Avtalan kann vara í mesta lagi 5 mánaðir
  • Tann, sum skal í starvsvenjing, skal vera skrásettur arbeiðstøkur í ALS
  • Lønin er sambært sáttmála/siðvenju
  • Starvstíðin er fulla tíð
  • Tann arbeiðstøki skal ikki hava verið í starvi hjá viðkomandi arbeiðsgevara seinastu 12 mánaðirnar, tó undantikið tá ið talan er um heilt stór arbeiðspláss
  • Tann arbeiðstøki skal vera tøkur í starvsvenjingartíðarskeiðnum og hevur skyldu til at átaka sær ávíst arbeiði frá ALS. Tó bert í teimum førum, tá ið ALS ikki finnur annað fólk til starvið.

ALS metir, um starvsvenjingin lýkur treytirnar.

Hvør rindar

Skipanin við starvsvenjing virkar á tann hátt, at arbeiðsgevarin rindar tí arbeiðstøka løn, eftirløn og frítíðarløn á vanligan hátt.

Arbeiðsgevarin fær síðani endurrindað eina upphædd, sum svarar til tann stuðul, ið viðkomandi hevði fingið frá Arbeiðsloysisskipanini. Tó fær arbeiðsgevarin ongantíð endurrindað meira enn 80% av lønini, sum hann rindar.

Umsóknarblað
Umsóknarblað um starvsvenjing finnur tú her