Tænastur
Fremsta málið hjá ALS er at virka fyri, at fólk koma út aftur á arbeiðsmarknaðin.
Fyri at skapa eitt gott grundarlag at koma út aftur í vinnu hevur ALS ymisk arbeiðsmarknaðarátøk, ið skulu styrkja og menna førleikarnar hjá tær, sum leitar eftir starvi. Kveikjararnir hjá ALS standa fyri hesum átøkunum, har roynt verður at koma fram til bestu loysnirnar saman við tær.
Dømi um arbeiðsmarknaðarátøk eru eitt nú samrøður, skeið, vegleiðing og eisini Fjølsmiðjan, sum tú kanst lesa um aðrastaðni á heimasíðuni.
Her á síðuni sært tú, hvørjar møguleikar tú hevur fyri skeiði og ráðgeving. Eisini finnur tú góð ráð, sum kunnu vera hent í leitanini eftir starvi, t.d. vegleiðing um at skriva CV ella hugskot til setanarsamrøðuna.