Sjálvgreiðslan

starv.fo

Starv.fo er ein væl vitjaður starvsportalur, sum ALS umsitur. Her hava arbeiðsgevarar møguleika at lýsa eftir starvsfólki, teimum tørvar.

Tú kanst senda ALS eina starvslýsing við telduposti, ella tú kanst útfylla teigarnar her. Síðani verður lýsingin løgd út á starv.fo og á Facebook-síðuna hjá starv.fo.

Tað er ókeypis at lýsa á starv.fo. Fyri at kunna leggja lýsingar á starv.fo skalt tú hava eitt føroyskt v-tal.

Fólk kunnu tekna seg til at fáa eina fráboðan við telduposti, hvørja ferð eitt starv verður lýst leyst á einum starvsøki, sum tey hava áhuga fyri.

Umleið 100 starvslýsingar eru í senn á starv.fo, og hvørt samdøgur eru umleið 1.000 vitjanir á síðuni.

Vitja starv.fo
Vitja starv.fo her.
Send okkum tína starvslýsing
Ynskir tú at lýsa á starv.fo? Send okkum tína starvslýsing her.