Útgjaldið úr ALS hækkar
Umhvørvis- og vinnumálaráðið kunnaði í gjár um, at Løgtingið hevur samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at broyta gjøldini hjá ALS:
"Løgtingið hevur einmælt samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at broyta gjøldini hjá ALS.
Á nýggjárinum hækkar útgjaldið, sum arbeiðsleys kunnu fáa frá ALS. Løgtingið hevur í dag við 3. viðgerð samtykt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, um at hækka útgjaldið úr 75 prosentum upp í 80 prosent av lønini. Hægsta útgjaldið hækkar samstundis úr 17.500 krónum upp í 18.500 krónur um mánaðin.
Eisini inngjaldið til ALS verður broytt á nýggjárinum. Inngjaldið lækkar úr 1,25 prosentum niður í 1 prosent av lønini. Henda broytingin verður gjørd í kunngerð.
Umframt hesar broytingarnar samtykti løgtingið eisini at gera aðrar tillagingar í lógini um ALS. Millum annað skal føroyska arbeiðsloysisskipanin samsvara betur við norðurlendska sáttmálan um almannatrygd, og kærunevndirnar hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini verða lagdar í somu kærunevnd.
Sambært stýrinum fyri ALS er fíggjarliga haldførið hjá skipanini so mikið gott nú, at skipanin megnar at standa ímóti einum arbeiðsloysi upp á 8 prosent í eini 12 samanhangandi ár. Miðal arbeiðsloysið síðani 1998 hevur verið sløk 4 prosent."
- Koronaskipanin: Minst til at boða frá inntøku 18.06.2020
- Avgreiðslan stongd grundlógardagin 03.06.2020
- Koronaskipanin: Minst til at boða frá inntøku 02.06.2020
- Avgreiðslan letur varisliga upp aftur mánadagin 4. mai 02.05.2020
- Avgreiðslan framhaldandi stongd vegna COVID-19 27.04.2020
- Avgreiðslan framhaldandi stongd vegna COVID-19 18.04.2020
- Korona-skipanin: Broytingar í arbeiðstíð 17.04.2020
- Pensjónistar eru nú eisini fevndir av korona-skipanini 07.04.2020
- Útgjald 31.03.2020
- Information about COVID-19 21.03.2020
- Kunning um COVID-19 19.03.2020
- Avgreiðslan stongd vegna COVID-19 12.03.2020
- Upplatingartíðir um jólini 17.12.2019
- Diversity Week 02.10.2019
- Skrivstovan í Saltangará summarstongt 22.07.2019
- Arbeiðsloysið lækkaði aftur í 2018 24.06.2019
- Minst til at fráboða feriu 21.06.2019
- Flytur tú uttanlands? 20.06.2019