
Metlágt arbeiðsloysi
Arbeiðsloysið í Føroyum hevur verið støðugt lækkandi seinastu 12 árini ella so, og arbeiðsloysið hevur ongantíð verið lægri, enn tað er nú.
Í so máta var týsdagurin í farnu viku ein serligur dagur í søguni hjá ALS.
Hendan dagin rindaði ALS bara 138 fólkum arbeiðsloysisstuðul. Tað er lægsta talið av fólki, sum nakrantíð hava fingið arbeiðsloysisstuðul eitt vanligt útgjaldsskeið, síðani ALS var stovnað fyri meiri enn 30 árum síðani.
Upphæddin, ið var goldin hesum 138 fólkunum, var 948 tús. krónur, sum svarar til slakar 6.900 krónur í miðal til hvønn persónin.
Vanliga arbeiðsloysið er vorðið so lágt, at tað øll útgjaldsskeiðini higartil í ár hava verið færri fólk, sum hava fingið vanligan arbeiðsloysisstuðul, enn tað hava verið fólk, sum hava fingið arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini.
Vanliga plagar talið av viðskiftafólkum hjá ALS at kvinka uppeftir út á heystið og veturin, og væntandi verður tað eisini gongdin í ár.
Deil- Koronaskipanin: Pensjonistar missa rættin til lønarískoyti 30. juni 29.06.2020
- Koronaskipanin: Onki útgjald í uppsagnartíðini 29.06.2020
- Koronaskipanin: Fólk, sum halda frí, hava ikki rætt til lønarískoyti í feriuni 25.06.2020
- Koronaskipanin: Minst til at boða frá inntøku 18.06.2020
- Avgreiðslan stongd grundlógardagin 03.06.2020
- Koronaskipanin: Minst til at boða frá inntøku 02.06.2020
- Avgreiðslan letur varisliga upp aftur mánadagin 4. mai 02.05.2020
- Avgreiðslan framhaldandi stongd vegna COVID-19 27.04.2020
- Avgreiðslan framhaldandi stongd vegna COVID-19 18.04.2020
- Korona-skipanin: Broytingar í arbeiðstíð 17.04.2020
- Pensjónistar eru nú eisini fevndir av korona-skipanini 07.04.2020
- Útgjald 31.03.2020
- Information about COVID-19 21.03.2020
- Kunning um COVID-19 19.03.2020
- Avgreiðslan stongd vegna COVID-19 12.03.2020
- Upplatingartíðir um jólini 17.12.2019
- Diversity Week 02.10.2019
- Skrivstovan í Saltangará summarstongt 22.07.2019
- Arbeiðsloysið lækkaði aftur í 2018 24.06.2019
- Minst til at fráboða feriu 21.06.2019
- Flytur tú uttanlands? 20.06.2019