Sjálvgreiðslan


02.05.2020

Avgreiðslan letur varisliga upp aftur mánadagin 4. mai

Avgreiðslan hjá ALS letur varisliga upp aftur mánadagin 4. mai. Flestu viðurskifti kunnu tó avgreiðast umvegis telefon ella teldupost, og heitt verður tí á viðskiftafólk okkara um bert at vitja skrivstovuna, um tað er neyðugt, og tað ikki ber til at avgreiða viðurskiftini á annan hátt. Vit fylgja framvegis tilmælunum hjá myndugleikunum um frástøðu og reinføri.

Tú hittir okkum á telefon 349550 og á telduposti als@als.fo.

Upplatingartíðirnar eru hesar:
Mánadag til hósdag: kl. 10.00 – 15.00
Fríggjadag: kl. 10.00 – 13.00

Tú hittir okkum eisini á skrivstovuni í Saltangará (Heiðavegur 15, 1th) týsdag til hósdag: kl. 10.00 – 15.00.



Onnur tíðindi