Sjálvgreiðslan

Ofta settir spurningar

Eg eri pensjónistur, havi eg rætt til lønarískoyti?

Tú hevur rætt til lønarískoyti eftir nýggju løgtingslógini, um tú:

  • Hevur bústað í Føroyum,
  • hevur fylt 67 ár,
  • ert í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og
  • ert heimsendur av arbeiðsgevaranum vegna tey átøk, ið eru sett í verk kring heimin fyri at basa breiðan av COVID-19.

Harafturat er tað ein treyt, at tú framhaldandi ert í starvi hjá arbeiðsgevaranum, hóast starvssskyldan annaðhvørt heilt ella lutvíst er hildin uppat.

Eg eri pensjónistur, hvussu fái eg lønarískoyti?

Fyri at koma undir skipanina skal arbeiðsgevari tín fylla út umsóknarskjal og senda tað til Arbeiðsloysisskipanina. Umsóknarskjalið er at finna her.

Umsóknin skal sum meginregla vera Arbeiðsloysisskipanini í seinasta lagi 7 dagar eftir, at tú vart send/ur heim, men Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá 7-daga freistini. Hetta verður m.a. gjørt, tá starvsfólk eru send heim aftaná 12. mars 2020, men áðrenn henda løgtingslóg kom í gildi.

Eg eri pensjónistur, hvussu nógv kann eg fáa í lønarískoyti?

Lønarískoytið er 57,69 kr. um tíman fyri í mesta lagi 40 tímar um vikuna.

Eg eri pensjónistur og eri heimsend/ur, men fái røkt mínar starvsskyldur heimanífrá. Havi eg rætt til lønarískoyti?

Um tú fært røkt tína starvsskyldu heimanífrá, hevur tú rætt til løn frá arbeiðsgevaranum eins og vanligt. Tá hevur tú ikki rætt til lønarískoyti.

Um tú bara lutvíst fært røkt tína starvsskyldu heimanífrá, hevur tú rætt til lutvíst lønarískoyti.

Eg eri pensjónistur, havi eg rætt til sjúkradagpening OG lønarískoyti?

Um tú sum starvsfólk fært tørv á sjúkradagpeningi, skalt tú beinanvegin boða Arbeiðsloysisskipanini frá hesum soleiðis, at lønarískoyti kann verða skert við sjúkradagpeninginum.

Yvirhøvur verður lønarískoytið skert við øðrum A-inntøkum, og upphæddir, ið eru útgoldnar av órøttum, verða kravdar afturgoldnar.

Vísast skal í hesum sambandi á, at tað er revsivert at geva Arbeiðsloysisskipanini skeivar ella misvísandi upplýsingar, ið hava týdning fyri avgerðina hjá skipanini.

Eg eri pensjónistur, eri eg sum sjálvstøðugur vinnurekandi ikki fevndur av hesi skipan?

Tað eru bara starvsfólk ið eru heimsend av sínum arbeiðsgevara, ið hava rætt til lønarískoyti eftir løgtingslógini. Sum sjálvstøðugur vinnurekandi kemur tú ikki undir hesa skilmarking, og harvið hevur tú ikki rætt til lønarískoyti eftir hesi skipan.

Eg eri í sóttarhaldi, havi eg rætt til lønarískoyti frá ALS?

Um tú av heilsumyndugleikunum ert settur í sóttarhald ella hevur fingið tilmæli um at fara í sóttarhald, hevur tú sannlíkt rætt til dagpening vegna sjúku frá Almannaverkinum. Hesin sjúkradagpeningur verður mótroknaður í lønarískoytinum, tú hevur rætt til frá ALS.

Tað er umráðandi, at tú alt fyri eitt, tú verður settur í sóttarhald, boðar ALS frá hesum.

Einki arbeiði er til mín í løtuni vegna COVID-19, skal eg senda ALS fráboðan?

Nei, tað skalt tú ikki. Um tú ikki fært arbeitt vegna COVID-19, skalt tú ikki senda ALS nakra fráboðan um hetta. Arbeiðsgevarin letur ALS umsókn tína vegna. 

Eg eri sjálvstøðug/ur vinnurekandi, havi eg rætt til stuðul úr korona-skipanini?

Ja, um tú ert sjálvstøðug/ur vinnurekandi og ikki fært arbeitt vegna COVID-19, hevur tú rætt til stuðul frá ALS. 

Les meiri um tíni rættindi her

Tú skalt útfylla eitt umsóknarblað út, sum tú finnur her

Eg eri fiskimaður, fáa fiskimenn eisini úr korona-skipanini?

Fiskimenn, sum eru við skipi, sum ikki fer til fiskiskap orsakað av avleiðingunum av Korona-smittuni, hava rætt til útgjald úr hesi skipan.

Tá talan er um fiskimenn, skal reiðarin tekna manningarnar til skipanina og vátta, at orsøkin til at skipið ikki fer til fiskiskap er avleiðingar av Korona-smittuni.

Tað er ein treyt, at skipið ikki fer til fiskiskap vegna avleiðingar av COVID-19, og tað er ein treyt, at reiðarin ikki hevur sagt manningina úr starvi.

Útróðrarmenn, sum fáa minstaforvinning, hava eisini rætt til útgjald eftir serligu Korona-skipanini. Treytin er, at rætturin til minstaforvinning er mistur, tí persónur ella bátur ikki longur lýkur treytirnar fyri at hava rætt til minstaforvinning.

Rør persónur úr við egnum báti, skal viðkomandi tekna seg til skipanina sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Sjá partin um sjálvstøðug vinnurekandi her.

Hvussu nógv fái eg útgoldið í lønarískoyti?

Lønarískoytið er í mesta lagi í miðal 20.000 krónur um mánaðin. Útgoldna upphæddin kann skifta alt eftir, hvussu nógvir dagar eru í einum mánað.

Lønarískoytið verður goldið í lutfalli til, hvussu nógv ein arbeiðir niðursetta tíð.

Dømi:

  • Hevur tú verið í fulltíðarstarvi og verður send til hús og als ikki arbeiðir nú, so fært tú fult útgjald frá ALS, sum er í miðal 20.000 krónur um mánaðin.
  • Hevur tú verið í fulltíðarstarvi og verður sendur til hús, men arbeiðir hálva tíð, so fært tú helvtina av vanligu lønini frá arbeiðsgevaranum hjá tær, og helvtina av lønarískoytinum frá ALS.

Tað vil siga, at hevði tú eina inntøku á 30 tús. krónur um mánaðin, meðan tú arbeiddi fulla tíð, so fært tú:

30.000 x 0,5 = 15.000 krónur frá arbeiðsgevaranum

20.000 x 0,5 = 10.000 krónur í lønarískoyti frá ALS

Tilsamans 25.000 krónur um mánaðin.

  • Hevur tú verið í fulltíðarstarvi og verður sendur til hús, men arbeiðir 25% av fullari tíð, so fært tú fjórðingin av vanligu lønini frá arbeiðsgevaranum hjá tær, og 75% av lønarískoytinum frá ALS.

Tað vil siga, at hevði tú eina inntøku á 30 tús. krónur um mánaðin, meðan tú arbeiddi fulla tíð, so fært tú:

30.000 x 0,25 = 7.500 krónur frá arbeiðsgevaranum

20.000 x 0,75 = 15.000 krónur í lønarískoyti frá ALS

Tilsamans 22.500 krónur um mánaðin.

  • Hevur tú verið í starvi hálva tíð og verður sendur til hús, men arbeiðir helvtina av tíðini, tú arbeiddi áðrenn, tú var send til hús (altso 25% av fullari tíð), so fært tú helvtina av vanligu lønini frá arbeiðsgevaranum hjá tær, og25% av lønarískoytinum frá ALS.

Tað vil siga, at hevði tú eina inntøku á 20 tús. krónur um mánaðin, meðan tú arbeiddi hálva tíð, so fært tú:

20.000 x 0, 5 = 10.000 krónur frá arbeiðsgevaranum

20.000 x 0,25 = 5.000 krónur í lønarískoyti frá ALS

Tilsamans 15.000 krónur um mánaðin.

Tónleikarar, listarfólk v.fl.

Tónleikar, listarfólk og onnur, sum hava virksemi av líknandi slagi, eru fevnd av skipanini sum sjálvstøðug vinnurekandi.

Framførir, framleiðir v.m. tonleikari tónleik fyri egna rokning og ábyrgd, er viðkomandi at meta sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Sama er galdandi fyri listarfólk og onnur.

Sjálvstøðug vinnurekandi skulu tekna trygging og um sama mundi søkja um at fáa stuðul sum sjálvstøðug vinnurekandi. Hetta verður gjørt við at fylla út serliga umsóknarblaðið til sjálvstøðu vinnurekandi.

Gev gætur at, tónleikarar, listarfólk og onnur, sum eru í starvi hjá privatum arbeiðsgevara eru at meta sum vanlig starvsfólk, og tá skal arbeiðsgevarin fylla út umsóknarblað eftir sama leisti sum aðrir privatir arbeiðsgevarar.

Hesar reglur eru eisini galdandi fyri onnur sjálvstøðug vinnurekandi. Um tú ivast, hvørt tín arbeiðsgevari hevur meldað teg inn í ALS, spyr hann.

Eru útlendingar fevndir av korona-skipanini?

Øll starvsfólk hjá føroyskum privatum arbeiðsgevara, sum lúka treytirnar fyri útgjaldi, eru fevnd av skipanini, bæði føroyingar og útlendingar.

Les meiri her.

Er tað ein treyt, at eg havi rindað inn til ALS?

Tað er ikki ein treyt fyri at hava rætt til lønarískoyti ella stuðul sambært serligu korona-skipanini, at tú frammanundan hevur rindað inn til Arbeiðsloysisskipanina.

Tey sjálvstøðugt vinnurekandi skulu tó tekna serliga trygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi fyri at fáa rætt til stuðul sambært hesi skipan.

Les meiri her.

Hvussu søki eg um lønarískoyti til starvsfólkið?

Eitt serligt umsóknarblað skal útfyllast og sendast ALS. Tú finnur umsóknarblaðið her.

Eg eri hýruvognsførari, fái eg eisini úr korona-skipanini?

Hýruvognførarar, sum eru í starvi hjá privatum arbeiðsgevara eru at meta sum vanlig starvsfólk, og tá skal arbeiðsgevarin fylla út umsóknarblað eftir sama leisti sum aðrir privatir arbeiðsgevarar.

Koyrir hýruvognførari í egnum bili og fyri egna rokning og ábyrgd, er viðkomandi at meta sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Sjálvstøðug vinnurekandi skulu tekna trygging og um sama mundi søkja um at fáa stuðul sum sjálvstøðug vinnurekandi. Hetta verður gjørt við at fylla út serliga umsóknarblaðið til sjálvstøðu vinnurekandi.

Hesar reglur eru eisini galdandi fyri onnur sjálvstøðug vinnurekandi.

Kann eg fara av landinum – og varðveita lønarískoytið?

Tað er ein treyt fyri at fáa lønarískoyti sambært korona-skipanini, at starvsfólkið hevur bústað í Føroyum.

Tað er eisini ein treyt fyri at fáa lønarískoyti sambært korona-skipanini, at tú sum starvsfólk er til reiðar at fara til arbeiðis fyri arbeiðsgevaran hjá tær, tá hann heitir á teg at koma til arbeiðis.

Men um tú og arbeiðsgevarin hjá tær eru samd um, at tú kanst fara av landinum, til boð verða send eftir tær at koma til arbeiðis, so hevur tú rætt til at lønarískoyti, hóast tú ikki ert í Føroyum. Hetta er tó bert galdandi, meðan tú ert heimsend av arbeiðsgevaranum.

Hvør er fevndur av Korona-skipanini?

Bæði starvsfólk, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara og tey, sum reka sjálvstøðugt vinnuvirksemi, eru fevnd av serligu Korona-skipanini.

Kann eg arbeiða hjá øðrum arbeiðsgevara?

Ja, tú kanst væl arbeiða hjá øðrum arbeiðsgevara, meðan tú ert í serligu Korona-skipanini og ert í starvi hjá øðrum arbeiðsgevara.

Er talan um arbeiðsgevara, sum tú ert farin í starv hjá eftir, at tú ert send heim frá upprunaliga arbeiðsgevaranum, og er talan um nýggja ella aðra inntøku frá arbeiði, sum tú ikki hevði, tá tú var send heim og sum eru innvunnar í tíðarskeiðinum, tú fært lønarískoyti, so verður henda inntøka mótroknað í lønarískoytinum, tú fært sambart hesi skipan.

Er talan um starv – og inntøku – sum tú hevði, áðrenn, tú vart sent heim av upprunaliga arbeiðsgevaranum, so verður hendan inntøkan ikki mótroknað í lønarískoytinum. Er talan um hægri inntøku frá slíkum starvi í mun til ta inntøku, tú hevði áðrenn, tú var send heim, so verður munurin mótroknaður í lønarískoytinum.

Av tí, at onnur inntøka kann verða mótroknað í lønarískoytinum hjá tær, skalt tú minnast til at upplýsa slíka inntøku fyri ALS alt fyri eitt.

Letur tú ALS skeivar upplýsingar ella tegir um umstøður av týdningi fyri rættindi hjá tær til lønarískoyti, kunnu upphæddir, sum av órøttum eru útgoldnar, verða kravdar afturgoldnar antin frá tær. Tú kanst somuleiðis verða revsað/-ur við sekt ella hefti í slíkum førum.

Kann eg sum arbeiðsgevari biðja eitt heimsent starvsfólk koma til arbeiðis, heilt ella partvíst?

Ja, um tú biður eitt heimsent starvsfólk møta, hevur tað skyldu at møta. Tað kann verða nakrar tímar ella meira varandi. Tú hevur skyldu at rinda starvsfólkinum løn fyri tímarnar, tað arbeiðir, og starvsfólkið verður so mótroknað í lønarískoytinum frá ALS (les nærri um mótrokning aðra staðni á hesari síðuni). Verður starvsfólkið boðsent til arbeiðis, skalt tú upplýsa tað fyri ALS alt fyri eitt, so ALS er ført fyri at mótrokna í lønarískoytinum.

Kann ein heimsendur løntakari hava aðra inntøku enn lønarískoytið frá ALS?

Ja, ein heimsendur løntakari kann væl hava aðra inntøku enn lønarískoytið frá ALS. Í ávísum førum kann onnur inntøka tó hava við sær, at mótroknað verður í lønarískoytinum frá ALS, les meiri um mótrokning her.

Inntøka frá arbeiðsgevaranum, sum hevur heimsent starvsfólkið
Um starvsfólkið er heilt ella partvíst heimsent, og tú sum arbeiðsgevari ynskir at leggja eina upphædd omaná lønarískoytið (t.d. fyri at knýta starvsfólkið nærri at fyritøkuni meðan tað er heimsent), ber hetta til, og starvsfólkið verður ikki mótroknað í lønarískoytinum frá ALS fyri hesa upphædd.

Um tú sum arbeiðsgevari fær tørv á at boðsenda heimsenda starvsfólkið at koma til arbeiðis, hevur starvsfókið skyldu at møta. Lønin fyri teir tímarnar, sum starvsfólkið arbeiðir, verða tó mótroknaðir í ALS-gjaldinum.

Tað er talið á tímum, sum starvsfólkið arbeiðir, sum eru avgerandi fyri, hvussu mótroknað verður í lønarinntøkuni.

Dømi: Tú hevur heimsent eitt starvsfólk, sum vanliga hevur arbeitt 40 tíma viku, men tú fært tørv á, at boðsenda starvsfólkið til arbeiðis, at arbeiða 8 tímar í einari viku.
Vanliga lønarískoytið frá ALS er kr. 4.615,20 (40 tímar*115,38 kr/t). Um starvsfókið arbeiðir 8 tímar í teirri vikuni, trekkir ALS sum útgangsstøði kr. 923,04 frá lønarískoytinum ta vikuna (8 tímar*115,38 kr/t). Samlaða lønarískoytið fyri ta vikuna verður so kr. 4.615,20 – kr. 923,04 = kr. 3.692,16. Harumframt rindar tú starvsfólkinum løn fyri teir 8 tímarnar, tað hevur arbeitt.

Inntøka frá øðrum arbeiðsgevarum
Um eitt starvsfólk, tá tað varð heimsent, arbeiðir fyri fleiri arbeiðsgevarar kann tað halda fram við at arbeiða fyri teir arbeiðsgevarar, sum ikki hava heimsent starvsfólkið, uttan at verða mótroknað í lønarískoytinum frá ALS.

Dømi: Eitt starvsfólk arbeiðir hálva tíð fyri ein arbeiðsgevara 1 og hálva tíð fyri arbeiðsgevara 2. Um arbeiðsgevari 1 velur at heimsenda starvsfólkið, verður starvsfólkið ikki trekt í ALS-lønarískoytinum, hóast starvsfólkið framhaldandi fær lønarinntøku frá arbeiðsgevara 2. Tó kann starvsfólkið verða mótroknað, um tað fer at arbeiða meira fyri arbeiðsgevara 2, enn tað gjørdi áðrenn tað varð heimsent.

Um heimsenda starvsfólkið fær lønarinntøku frá einum nýggjum arbeiðsgevara, sum starvsfólkið er farið í starv hjá, eftir at tað varð heimsent, verður mótroknað í lønarískoytinum frá ALS. Tað verður gjørt á tann hátt, at lønin frá nýggja arbeiðsgevaranum verður umroknað til tímar. Tímatalið verður roknað sum vunnin A-inntøka býtt við 132,69.

Dømi: Eitt heimsent starvsfólk arbeiðir 5 tímar fyri nýggjan arbeiðsgevara, meðan tað er heimsent, og nýggi arbeiðsgevari og starvsfólkið avtala eina tímaløn á 159,23 kr/t. Vunnin A-inntøkan frá hesum 5 tímunum er tilsamans (5 tímar x 159,23 kr/t) = 796,15 kr.

Henda løn verður síðani umroknað til tímar: 796,15/132,69 = 6 tímar. Sostatt verður starvsfólkið í hesum dømi trekt fyri 6 tímar, hóast tað bara hevur arbeitt 5 tímar. Síðani verður mótroknað í lønarískoytinum frá ALS á vanligan hátt. Trekt verður so (6 tímar x 115,38 kr/t) = kr. 692,28 í lønarískoytinum frá ALS.

Verður frítíðarlønin mótroknað í lønarískoytinum og stuðlinum hjá sjálvstøðugum vinnurekandi?

Nei. Frítíðarlønin verður ikki mótroknað í lønarískoytinum og stuðlinum hjá sjálvstøðugum vinnurekandi. 

Sjálvstøðug vinnurekandi
fá kunning og umsóknarbløð til trygging og stuðul her.
Starvsfólk
ið eru send heim, skulu onki gera - arbeiðsgevarin avgreiðir alt fyri teg. Les meiri.
Arbeiðsgevari
fá kunning og umsóknarbløð til lønarískoyti her.