Sjálvgreiðslan

Sjálvstøðug vinnurekandi

Tey, ið reka sjálvstøðugt vinnuvirksemi, eru fevnd av serligu Korona-skipanini.

Stuðul verður veittur sjálvstøðugum vinnurekandi, ið ikki fáa rikið sítt virksemi í sama mun sum frammundan vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðing av COVID-19 smittuni.

Treytir

Rætt at tekna sjálvbodna trygging sum sjálvstøðug vinnurekandi og harvið rætt til stuðul hevur tann, sum:

  1. hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár
  2. hevur bústað í Føroyum
  3. hevur inntøku frá persónligum arbeiði sum sjálvstøðugt vinnurekandi her í landinum, einsamallur ella saman við øðrum
  4. sum ikki fær rikið sítt virksemi til fulnar vegna avleiðingar at teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðing av COVID-19 smittuni.

Tað er ein treyt, at minkingin í virkseminum stavar frá avleiðingum av átøkunum at basa spjaðing av COVID-19 smittuni. Er orsøkin til minkingina í virkseminum ein onnur enn henda, hevur tann sjálvstøðugi vinnurekandi ikki rætt til stuðul eftir hesi skipan.

Tað er eisini ein treyt, at viðkomandi teknar sjálvbodna trygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi. Fólk, sum tekna trygging, hava rætt til útgjald frá tí degi, tey tekna tryggingina og søkja um stuðul ella frá tí degi, sjálvstøðuga vinnuvirksemið er skert orsakað av COVID-19.

Hvør er fevndur av skipanini?

Fevnd av hesi skipan eru tey, sum reka vinnuvirksemið í einum einstaklingavirki ella einum íognarfelag. Eisini onnur, sum reka vinnu og sum eru skrásett í Vinnuskránni hjá TAKS og hava eitt v-tal kunnu koma í skipanina sum sjálvstøðug vinnurekandi.

Hevur tú sum vinnurekandi einki v-tal, so ber til at venda sær til TAKS og skráseta teg í Vinnuskránni og fáa eitt v-tal frá TAKS. TAKS ger eina ítøkiliga meting av, um tú lýkur treytirnar fyri at fáa eitt v-tal. Lýkur tú ikki treytirnar, fært tú ikki eitt v-tal.

Legg til merkis, at eitt v-tal er í sjálvum sær ikki ein treyt fyri at vera mettur sum sjálvstøðugur vinnurekandi, tí v-tal fært tú bara, um virksemið hjá tær er MVG-skyldugt ella um tú skalt flyta løn. Tónleikarar t.d skulu bara rinda mvg, um teir sjálvir skipa fyri ella standa fyri virksemi, t.d. eini konsert. Eitt nú hýrvognkoyring er heldur ikki mvg-skyldugt virksemi.

Í teimum førum, tá persónur hevur sjálvstøðugt vinnurvirksemi, men einki v-tal, so ger ALS eina ítøkiliga meting av, hvørt tú lýkur treytirnar til at vera at meta sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Metir ALS, at tú lýkur treytirnar, so hevur tú rætt til at tekna trygging sum sjálvstøðugur vinnurekandi og senda ALS umsókn um stuðul við virknaði frá fyrsta degi.

Eisini persónar, sum reka sjálvstøðugt vinnuvirksemi í einum íverksetarafelag eru fevnd av serligu Korona-skipanini.

Persónar, sum arbeiða hjá einum partafelag ella smápartafelag eru at meta sum vanlig starvsfólk og koma undir skipanina sum starvsfólk. Hetta er eisini galdandi, um persónur er stjóri í felagnum og/ella um persónur eigur part av ella allan parta- ella smápartapeningin í felagnum.

Í førum, har persónur er stjóri í einum partafelag ella smápartafelag – sum viðkomandi møguliga eigur sjálvur – skal viðkomandi sum arbeiðsgevara tekna seg sjálvan sum starvsfólk til serligu korona-skipanina.

Stjórar

Í førum, har persónur er stjóri í einum partafelag ella smápartafelag – sum viðkomandi møguliga eigur sjálvur – skal viðkomandi sum arbeiðsgevari tekna seg sjálvan sum starvsfólk til serligu korona-skipanina.

Persónar, sum rógva út

Persónar, sum rógva út við egnum báti, eru at meta sum sjálvstøðugir vinnurekandi og skulu tekna trygging sum sjálvstøðug vinnurekandi fyri at fáa rætt til stuðul sambært hesi skipan.

Persónar, sum rógva út á báti hjá øðrum, eru at meta sum starvsfólk. Tá skal tann, ið eigur bátin og er at meta sum arbeiðsgevari, tekna starvsfólkið til skipanina fyri starvsfólk.

Stuðulin

Stuðulin til sjálvstøðug vinnurekandi verður veittur í mun til, hvussu nógv vinnuvirksemið er skert orsakað av COVID-19.

Stuðulin er í mesta lagi í miðal 20.000 krónur um mánaðin.

Tað vil siga, at verður virksemið skert 100%, verður stuðulin um 20.000 kr. um mánaðin. Verður virksemið skert 25%, verður stuðulin um 5.000 kr. um mánaðin.

Verður sjálvstøðuga vinnuvirksemið ikki rikið fulla tíð, so ávirkar tað lutfallið, stuðulin verður veittur eftir.

Stuðulin verður skerdur við inntøkum, sum tann sjálvstøðugi vinnurekandi vinnur sær rætt til, eftir, at tú hevur fingið rætt til stuðul sambært hesi skipan.

Tað áliggur tí sjálvstøðuga vinnurekandi alt fyri eitt at boða ALS frá aðrari inntøku, tá rætturin til slíka er vunnin.

Umsókn um sjálvbodna trygging og stuðul

Fyri at koma undir skipanina er tað ein treyt, at tey sjálvstøðugu vinnurekandi tekna eina sjálvbodna trygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi og í sama umsóknarskjali søkja um at koma í skipanina.

Umsónarblaðið finnur tú her.

Gjald

Tað kostar 3.000 krónur at tekna tryggingina. Hetta gjald skal gjaldsast, samstundis sum tryggingin verður teknað. ALS sendir rokning.

Sjúka

Hevur ella fær tann sjálvstøðugi vinnurekandi rætt til sjúkradagpening undir sjúku, skalt tú alt fyri eitt boða Arbeiðsloysisskipanini frá hesum. Í slíkum førum fellur rætturin til stuðul sambært hesi skipan burtur í sjúkutíðarskeiðnum.

Tað er ein treyt, at sjálvstøðugi vinnurekandi ikki er settur í sóttarhald ella er mæltur til at vara í sóttarhald orsakað av COVID-19. Er hann tað, kann viðkomandi søkja um sjúkradagpengar.

Nærri kunning um sjúkradagpening finnur tú her.

Umsókn
um teknan av sjálvbodnari arbeiðsloysistrygging og stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi.
Kunngerð
um rætt til stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi í sambandi við COVID-19