Sjálvgreiðslan


19.03.2020

Kunning um COVID-19

Arbeitt verður í løtuni við at gera eina serliga skipan fyri løntakarar á privata arbeiðsmarknaðinum. Tað koma at verða serlig umsóknabløð til endamálið, og tey verða løgd á heimasíðuna í næstum. 
 
Tað verður arbeiðsgevarin, sum skal fylla umsóknarblaðið út fyri starvsfólkini, sum skulu hava lønarískoyti.
 
Tað er ikki neyðugt at senda ALS nakra fráboðan, áðrenn umsóknarbløðini eru tøk á heimasíðuni. 
 
Tað er sostatt heldur ikki neyðugt hjá starvsfólkum á privata arbeiðsmarknaðinum, ið ikki fáa arbeitt vegna COVID-19, at senda ALS fráboðan um arbeiðsloysi. Arbeiðsgevarin kemur at senda umsókn inn.
 
Tað verður eitt serstakt umsóknarblað til sjálvstøðug vinnurekandi. 
 
Umsóknin fær afturvirkandi kraft, og tí nýtast fólk ikki óttast fyri, at tey eru ov sein at lata umsóknina inn.
 
Meiri kunning kemur á heimasíðuna ein av komandi døgunum.


Onnur tíðindi