Sjálvgreiðslan

Kunngerðir

Útgjaldskunngerðin

KUNNGERÐ
um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli

Við heimild í § 14, stk. 2, 3 og 4 og § 16, stk. 3 og 4, § 18, § 19, § 24 og § 25 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 8. mai 2012, verður ásett:

Rætt til útgjald
§ 1. Rætt til arbeiðsloysisstuðul hevur persónur frá tí degi, tá viðkomandi:

  1. er arbeiðsleysur og mótvegis Arbeiðsloysisskipanini prógvar, at so er, tó í fyrsta lagi frá tí degi Arbeiðsloysisskipanin hevur móttikið skrivliga umsókn,
  2. er tøkur á arbeiðsmarknaðinum og arbeiðsførur at átaka sær eitthvørt fulltíðarstarv,
  3. hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár,
  4. hevur bústað í Føroyum og
  5. ikki er sjálvstøðugt vinnurekandi sambært § 12 í ALS-lógini.

§ 2. Arbeiðsleysur er tann, sum ikki hevur setanarligt tilknýti til nakran arbeiðsgevara, sí tó § 12.

Tøkur
§ 3. Tøkur á arbeiðsmarknaðinum er tann, sum:

  1. er sinnaður at átaka sær eitt og hvørt arbeiði, ávíst av Arbeiðsloysisskipanini, og sum viðkomandi hevur fakligan førleika til, sbr. §§ 4 og 5,
  2. seinast dagin eftir, um eitt arbeiði verður ávíst, kann byrja hetta arbeiði til ásetta tíð,
  3. er skrásettur í arbeiðsávísingini á tann hátt og við teimum upplýsingum, sum Arbeiðsloysisskipanin
    krevur,
  4. í rímiligan mun er arbeiðssøkjandi, og eftir umbøn frá Arbeiðsloysisskipanini kann prógva, at viðkomandi søkir arbeiði, sum eru leys at søkja,
  5. seinast dagin eftir, um boð verða givin um hetta, kann møta hjá Arbeiðsloysisskipanini til ásetta tíð,
  6. váttar arbeiðsloysi sambært § 9,
  7. ikki kemur undir ásetingarnar í § 12, stk. 4 og 5,
  8. ikki er undir útbúgving í vanligari arbeiðstíð, sí tó § 6, og
  9. er í Føroyum, sí tó § 13.

Stk. 2. Tann, sum hevur rætt til niðanfyri standandi veitingar, er ikki tøkur á arbeiðsmarknaðinum:

  1. barnsburðarfarloyvi sambært løgtingslóg um barsilsskipan,
  2. sjúkradagpening sambært løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.,
  3. lestrarstuðul sambært løgtingslóg um lestrarrstuðul,
  4. fyritíðarpensjón sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., tó undantikið persónar við lægstu og miðal fyritíðarpensjón, sum lúka treytirnar í § 4, ella
  5. samsýning sambært løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima.

§ 4. Arbeiðsførur er tann, sum uttan avmarkingar kann átaka sær eitt og hvørt fulltíðarstarv, sum viðkomandi hevur fakligan førleika til. Avgerð um fakligan før- leika verður tikin av Arbeiðsloysisskipanini ella tí arbeiðsgevara, sum gevur arbeiðstilboðið.
Stk. 2. Arbeiðsleys kunnu fáa arbeiðsloysisstuðul uttan at vera arbeiðsfør sambært stk. 1, um avmarkingin í arbeiðsførleikanum verður staðfest við læknaváttan, ið lýkur treytirnar, sum Arbeiðsloysisskipanin ásetur.

§ 5. Í sambandi við arbeiðsávísing hevur tann ar- beiðsleysi skyldu til at átaka sær eitt og hvørt arbeiði í Føroyum.
Stk. 2. Arbeiðstilboð til tann arbeiðsleysa kann verða givið av bæði ALS ella arbeiðsgevara.
Stk. 3. Arbeiðstilboð skal í fyrsta umfari ávísast so nær bústaðnum hjá tí arbeiðsleysa sum møguligt.
Stk. 4. Undantak frá stk. 1 kann verða givið, um tann arbeiðsleysi hevur heilt serligar orsøkir til ikki at taka av tí ávísta arbeiðstilboðnum. Serligar orsøkir kunnu eitt nú vera:

  1. at lønin fyri ávísta arbeiðið er lægri enn sáttmálalønin fyri slíkt arbeiði,
  2. at daglig ferðing til og frá arbeiði ikki er møgulig, og bústaðarviðurskiftini á staðnum, har arbeiðið er, eru sera vánalig, ella
  3. um talan er um sera vánaligar ferðamøguleikar til og frá arbeiði, og viðkomandi stendur einsamallur við ábyrgdini av børnum í og undir skúlaaldur.

Stk. 5. Arbeiðsleysur, sum uttan serliga orsøk noktar at taka á seg arbeiði, ávíst av arbeiðsávísingini, missir rættin til arbeiðsloysisstuðul. Fyrstu ferð tann arbeiðsleysi noktar, sum nevnt í pkt. 1, missir hann rættin til arbeiðsloysisstuðul í 4 vikur, aðru ferð í 8 vikur, triðju ferð í 12 vikur og fjórðu ferð í 6 mánaðir at rokna frá degnum eftir, at fráboðanin um arbeiðstilboðið má roknast við at vera móttikin av tí arbeiðsleysa.
Stk. 6. Um arbeiðsleysur uttan serliga orsøk ikki møtir upp til skeiðstilboð, sum hann hevur fingið bjóðað frá Arbeiðsloysisskipanini og hevur tikið av, hevur viðkomandi skyldu at endurrinda Arbeiðsloysisskipanini útreiðslurnar, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur havt til skeiðið. Í tann mun tað ber til, er heimilað Arbeiðsloysisskipanini at mótrokna hesar útreiðslur í arbeiðsloysisstuðuli til viðkomandi.
Stk. 7. Arbeiðsleysur, sum uttan serliga orsøk aðru ferð ikki møtir upp til skeiðstilboð, sum viðkomandi hevur fingið bjóðað frá Arbeiðsloysisskipanini og hevur tikið av, missir, umframt at endurrinda Arbeiðsloysisskipanini skeiðskostnaðin sambært stk. 1, rættin til arbeiðsloysisstuðul í fýra vikur at rokna frá degnum eftir, at Arbeiðsloysisskipanin fær kunnleika til, at viðkomandi ikki møtti upp.

§ 6. Arbeiðsleys kunnu við loyvi frá Arbeiðsloysisskipanini, í styttri tíðarskeið upp til 3 mánaðir í hvørjum álmanakkaári, luttaka í førleikagevandi tiltøkum ella líknandi uttan at vera tøk á arbeiðsmarknaðinum, sbr. § 3 og samstundis fáa arbeiðsloysisstuðul.
Stk. 2. Loyvi sambært stk. 1 er treytað av, at útbúgvingarskeið ella líknandi er góðkent av ALS og styrkir møguleikar hins arbeiðsleysa at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin, tí kunnleika- og førleikastøði hjá viðkomandi verður ment.

Bíðidagar
§ 7. Arbeiðsloysisstuðul verður ikki goldin, fyrr enn 10 bíðidagar eru farnir. Bíðidagar verða roknaðir fá tí degi setanarliga tilknýtið er av. Stk. 2. Bíðidagar verða roknaðir av nýggjum, um tann arbeiðsleysi missir rættin til stuðul eftir § 12, stk. 4 ella stk. 5 í hesi kunngerð.
Stk. 3. Bíðidagar verða ikki roknaðir av nýggjum, um tann arbeiðsleysi kemur innaftur í skipanina eftir at hava verið úr skipanini, uttan at hava havt tilknýti til arbeiðsgevara, t.d., um viðkomandi fór úr skipanini, orsakað av frítíð, sjúku, barnsburðarfarloyvi, skúla, ella líknandi.

Umsókn
§ 8. Tann arbeiðsleysi skal lata Arbeiðsloysisskipanini skrivliga umsókn um arbeiðsloysisstuðul.
Stk. 2. Umsóknin skal innihalda fráboðan um, at viðkomandi er arbeiðsleysur, og tann arbeiðsleysi skal prógva at so er, t.d. við:

  1. uppsøgn frá arbeiðsgevara, har tilskilað verður, nær setanartilknýtið er av,
  2. uppsøgn til arbeiðsgevara, sum Arbeiðsloysisskipanin kann biðja arbeiðsgevaran vátta,
  3. í serligum førum aðrari próvførslu, sum eftir meting Arbeiðsloysisskipaninnar kann nýtast til at staðfesta, at viðkomandi eftir galdandi reglum millum viðkomandi og arbeiðsgevaran, er leysur av sínum arbeiði vegna munandi mishald frá arbeiðsgevarans síðu,
  4. váttan frá Fiskavirkisskipanini um, at viðkomandi ikki hevur verið í arbeiði á fiskavirki tilknýtt Fiskavirkisskipanini í minst 4 samanhangandi vikur vegna rávørutrot.

Stk. 3. Harumframt skal tann arbeiðsleysi geva Arbeiðsloysisskipanini tær upplýsingar, sum Arbeiðsloysisskipanin metir neyðugar fyri at veita arbeiðsloysisstuðul og arbeiðsávísing. Hesar upplýsingar skulu gevast á serligt umsóknarblað.
Stk. 4. Arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður frá tí degi, tann arbeiðsleysi letur Arbeiðsloysisskipanini umsókn um arbeiðsloysisstuðul við teimum kravdu upplýsingunum sambært stk. 2-3, tó treytað av, at reglurnar annars sambært ALS-lógini eru loknar, herundir at bíðidagar og karantenur eru loknar.
Stk. 5. Arbeiðsloysisskipanin kann loyva tí arbeiðsleysa við eini 14 daga freist at útvega kravdu upplýsingarnar sambært stk. 2-3. Um upplýsingarnar ikki eru Arbeiðsloysisskipanini í hendi innan ásettu freistina, fellur umsóknin um arbeiðsloysisstuðul sambært stk. 1 burtur.
Stk. 6. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini sambært stk. 5.

Váttan av arbeiðsloysi
§ 9. Áðrenn arbeiðsloysistuðulin verður útgoldin, skal tann arbeiðsleysi vátta framhaldandi at vera tøkur og vátta arbeiðsloysi fyri tað útgjaldsskeið, sum viðvíkur arbeiðsloysisstuðlinum.
Stk. 2. Arbeiðsloysi skal váttast í ALS-vikuni, sum er ásett av Arbeiðsloysisskipanini. Um arbeiðsloysi ikki verður váttað rættstundis, missir tann arbeiðsleysi arbeiðsloysisstuðulin tað talið av døgum við útgjaldsrætti, sum arbeiðsloysi er váttað ov seint, í tí útgjaldsskeiðnum, váttanin viðvíkur.
Stk. 3. Arbeiðsloysi skal ikki váttast fyri:

  1. bíðidagar sambært § 16 a í ALS-lógini,
  2. dagar, sum tann arbeiðsleysi missir rættin til arbeiðsloysisstuðul sambært §§ 18 og 19 í ALS-lógini,
  3. dagar, sum tann arbeiðsleysi heldur frí sambært § 7, ella
  4. dagar, sum tann arbeiðsleysi sleppur undan at vera tøkur á arbeiðsmarknaðinum sambært § 6. Stk. 4. Í serligum førum kunnu arbeiðsleys, sum luttaka í førleikagevandi tiltøkum sambært § 25 í ALS-lógini, sleppa undan at vátta arbeiðsloysi. Stk. 5. Um arbeiðsleys sambært stk. 3, nr. 3 og 4 vinna A-inntøku sambært § 12, skal hon upplýsast í sambandi við at arbeiðsloysi verður váttað fyri tey skeið, A-inntøkan er vunnin. Sama er galdandi fyri tey, ið annars eru undantikin fyri at vátta arbeiðsloysi í sambandi við førleikagevandi tiltøk.

§ 10. Í sambandi við váttan av arbeiðsloysi, skal tann arbeiðsleysi geva upplýsingar, sum Arbeiðs- loysisskipanin metir neyðugar fyri at útgjalda arbeiðsloysisstuðul, her uppií upplýsingar um arbeiddar tímar og vunna A-inntøku í útgjaldsskeiðnum.
Stk. 2. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja, at rættleikin av upplýsingunum í sambandi við váttan av arbeiðsloysi skal váttast av tí ella teimum arbeiðs- gevarum, sum tann arbeiðsleysi hevur arbeitt hjá í útgjaldsskeiðnum.
Stk. 3. Arbeiðsloysi skal váttast av tí arbeiðsleysa sjálvum, brúkaranavn og loyniorð eru persónlig og mugu ikki latast øðrum.

Útgjald av arbeiðsloysisstuðli
§ 11. Arbeiðsloysisstuðulin verður sambært § 16 í ALS-lógini goldin fyri allar dagar í árinum við undantaki av leygar-, sunnu- og halgidøgum (dagar við útgjaldsrætti).
Stk. 2. Arbeiðsloysisstuðulin verður útgoldin eftir hvørt útgjaldsskeið ásett av Arbeiðsloysisskipanini. Eitt útgjaldsskeið fevnir um 14 álmanakkadagar og í mesta lagi 10 útgjaldsdagar.
Stk. 3. Arbeiðsloysisstuðulin verður, eftir vanligu reglunum í skattalógini um útgjald av A-inntøkum, ávístur tí arbeiðsleysa eftir hvørt útgjaldsskeið við tí freist, sum Arbeiðsloysisskipanin hevur fyri neyðini til at avgreiða útgjaldið.

Onnur inntøka
§ 12. Arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur eftir stk. 2 ella 3 við øllum øðrum A-inntøkum - íroknað frítíðarløn, undantikið arbeiðsloysisstuðlinum og A-inntøkum, sum eru undantiknar gjaldsskyldu sam- bært § 8 í ALS-lógini, sum tann arbeiðsleysi vinnur í útgjaldsskeiðum, hann fær arbeiðsloysisstuðul.
Stk. 2. Onnur A-inntøka sambært stk. 1 verður umroknað til tímar, í hesi kunngerð nevndir arbeiðs- tímar, sum arbeiðsloysisstuðul ikki verður goldin fyri. Arbeiðstímarnir verða roknaðir sum vunna A-inntøkan í útgjaldsskeiðnum, býtt við eini upphædd, sum verður roknað soleiðis: Hægsti dagligi arbeiðsloysisstuðul sambært § 16, stk. 2 í ALS-lógini býtt við 8, faldað við 1,15.
Stk. 3. Um tíðarskeiðið, tann arbeiðsleysi hevur arbeitt í útgjaldsskeiðum, hann fær arbeiðsloysisstuðul, er longri enn talið av arbeiðstímum, sum verða roknaðir sambært stk. 2, verður arbeiðsloysisstuðulin, í staðin fyri ásetingarnar eftir stk. 2, ikki goldin fyri arbeidda tíðarskeiðið.
Stk. 4. Um meira enn 25% av arbeiðstímunum sambært stk. 2 ella 3 stava frá sama arbeiðsgevara og hetta arbeiðstímatal í fýra útgjaldsskeið á rað er meira enn 20 tímar í hvørjum útgjaldsskeiði, verður viðkomandi ikki roknaður sum tøkur á arbeiðsmarknaðinum og fær sostatt ongan arbeiðsloysisstuðul, uttan við at lata inn nýggja umsókn um arbeiðsloysisstuðul sambært § 8.
Stk. 5. Um tann arbeiðsleysi í fýra útgjaldsskeið á rað ongan arbeiðsloysisstuðul hevur fingið vegna reglurnar í stk. 2 og 3, verður viðkomandi ikki roknaður sum tøkur á arbeiðsmarknaðinum, og fær sostatt ongan arbeiðsloysisstuðul, uttan við at lata inn nýggja umsókn um arbeiðsloysisstuðul sambært § 8.

Frítíðarløn - skerjing og endurrindan
§ 13. Arbeiðsleys kunnu uttan at vera tøk á arbeiðsmarknaðinum í dagatal svarandi til teir dagar, persónur hevur rætt til frítíð eftir løgtingslóg um frítíð við løn, sbr. § 14, stk. 2 í ALS-lógini fáa arbeiðsloysisstuðul, meðan tey eru í feriu, um viðkomandi lýkur hesar treytir:

  1. viðkomandi við minst 7 daga freist, ella eini styttri freist, um Arbeiðsloysisskipanin loyvir hesum, frammanundan skrivliga hevur boðað Arbeiðsloysisskipanini frá, nær frítíðin verður hildin,
  2. frítíðin verður hildin í samanhangandi dagar við tí dagatali, sum er nevnt um frítíðarskeið í løgtingslóg um frítíð við løn, og
  3. fráboðan sambært nr. 1 og 2 er Arbeiðsloysisskipanini í hendi áðrenn arbeiðstilboð verður sent frá Arbeiðsloysisskipanini.

Stk. 2. Arbeiðsleys kunnu í serligum førum og eftir avtalu við Arbeiðsloysisskipanina í eitt dagatal, sum fer út um dagatalið sambært stk. 1, sleppa undan kravinum um at vera tøk, sbr. § 3. Í hesum tíðarskeiði fær viðkomandi ikki arbeiðsloysisstuðul.
Stk. 3. Dagatalið sambært stk. 1 verður talt við í dagatalið sambært §§ 14, stk. 1 og 22, stk. 1 í ALS- lógini.

§ 14. Arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur við frítíðarløn, sum tann arbeiðsleysi fær útgoldna í útgjaldsskeiðum.
Stk. 2. Arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur við frítíðarløn sambært stk. 1 eftir somu reglum, sum arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur við A-inntøkum sambært § 12.
Stk. 3. Tann, ið ikki longur er arbeiðsleysur, kann fáa endurrindaðan arbeiðsloysisstuðul, ið er skerdur eftir stk. 1 og 2, sambært hesum treytum:

  1. viðkomandi skal sambært løgtingslóg um frítíð við løn hava rætt til frítíð í sama frítíðarári, sum skerjingin er framd fyri. Hildin frítíð sambært § 13, stk. 2 í ALS-lógini, verður mett sum nýtt frítíð,
  2. viðkomandi skal í sama frítíðarári halda frí frá arbeiði sínum og skjalprógva við váttan frá arbeiðsgevara, at so er, umframt hvussu long frítíð- in er, og
  3. viðkomandi fær í mesta lagi endurrindað tað tímatal, sum arbeiðsloysisstuðul ikki er goldin fyri, við støði í sama útrokningargrundarlagi, sum nýtt er í sambandi við skerjingina.

Gildiskoma
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi 1. november 2012. Samstundis fer úr gildi kunngerð frá 26. november 1999 frá stýrinum fyri ALS um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli, við seinni broytingum.

Vinnumálaráðið, 24. oktober 2012
Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður/Gunnleyg Árnafjall (sign.)

Fiskavirkiskunngerðin

KUNNGERÐ
um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum

Við heimild í § 16, stk. 4 og § 20 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009, verður ásett:

Fiskavirkisskipanin
§ 1. Fiskavirkisskipanin verður í hesi kunngerð nýtt sum hugtak fyri ta skipan, sum fevnir um rættindi og skyldur hjá teimum fiskavirkjum og persónum, sum koma undir treytirnar í hesi kunngerð.

Fiskavirki
§ 2. Fiskavirki skulu fyri at vera fevnd av hesi kunngerð:

  1. Støðugt fáast við tilvirking av fiski ella fiskaúrdráttum, sí stk. 3-4,
  2. hava løggilding ella samsvarandi góðkenning frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni til tilvirking av fiski,
  3. hava upplýst Arbeiðsloysisskipanini um ætlaða talið av starvsfólkum, knýtt at fiskavirkisskipanini, og skal upplýsta talið av starvsfólkum ikki vera hægri enn samsvarandi tilvirkingarorkuni hjá virkinum, vanligu framleiðslutíð virkisins.

Stk. 2. Fiskavirkið hevur skyldu at boða Arbeiðsloysisskipanini frá øllum broytingum, sum viðvíkja ásetingunum í stk. 1.
Stk. 3. Talan kann vera um fleiri tíðarskeið, fiskavirkið hevur støðuga tilvirking í einum ári. Hesi tíðarskeið skulu í minsta lagi ætlast at vara 6 mánaðir innan næsta 12 mánaða skeiðið, og hvørt tíðarskeið skal ætlast at vara longur enn 2 mánaðir.
Stk. 4. Fiskavirki, ið eftir ætlan bert tilvirkar fisk ávísar dagar í vikuni, er ikki fevnt av hesi kunngerð tann part av vikuni, tá ongin tilvirking er.

Umsókn um at koma undir fiskavirkisskipanina
§ 3. Fiskavirkið skal senda Arbeiðsloysisskipanini skrivliga umsókn um at koma undir fiskavirkisskipanina saman við skjalprógvum fyri § 2, nr. 1 - 3.
Stk. 2. Fiskavirkið skal harumframt fylla út og undirskriva serligt umsóknarblað frá Arbeiðsloysisskipanini, sum við neyðugum upplýsingum skal vera Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at fiskavirkið hevur latið Arbeiðsloysisskipanini umsókn, sambært stk. 1. Annars fellur umsóknin burtur.
Stk. 3. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini sambært stk. 2.

Arbeiðsleysur á fiskavirki
§ 4. Arbeiðsleysur á fiskavirki er tann, sum:

  1. Hevur setanarligt tilknýti til fiskavirki, sum lýkur treytirnar í § 2,
  2. vegna tíðarbundnan steðg á fiskavirkinum verður sendur heim. Tíðarbundin steðgur er í hesi kunngerð at skilja sum steðgur, ið er íkomin vegna tørvandi feska rávøru ella aðrar líknandi umstøður, sí tó § 2, stk. 3 og 4, umframt steðgur á fiskavirkinum av øðrum orsøkum, har viðkomandi verður sendur heim í mesta lagi tvær vikur, og
  3. ikki heldur frí frá arbeiðinum.

Stk. 2. Persónur kemur ikki undir at vera arbeiðsleysur á fiskavirki, tá viðkomandi:

  1. Er undir útbúgving í normalarbeiðstíðini,
  2. er sjálvstøðugur vinnurekandi sambært kunngerð um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi,
  3. hevur setanarligt tilknýti til aðrar arbeiðsgevarar í meira enn 10 tímar um vikuna,
  4. fær arbeiðsloysisstuðul annars, ella
  5. kemur undir ásetingarnar í § 5, stk. 2 ella § 8, stk. 3.

Stk. 3. Hjá persóni, sum sambært avtalu við fiskavirkið ikki arbeiðir fulla tíð, verða tímarnir, nevndir í stk. 2, nr. 3, ásettir lutfalsliga hægri. Fyri arbeiðsleys á fiskavirki, ið koma undir treytirnar í § 2, stk. 4, verða tímarnir, nevndir í stk. 2, nr. 3, somuleiðis ásettir lutfalsliga hægri.

Rætt til útgjald
§ 5. Arbeiðsleysur á fiskavirki hevur rætt til arbeiðsloysisstuðul, tá viðkomandi:

  1. Hevur latið Arbeiðsloysisskipanini skrivliga umsókn,
  2. lýkur ásetingarnar í § 4,
  3. er fyltur 16 ár, men ikki 67 ár,
  4. hevur bústað og er í Føroyum, og
  5. er tøkur sambært § 3 í kunngerðini um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli.

Stk. 2. Um tann arbeiðsleysi í 8 vikur á rað ikki hevur havt arbeiðstímar á tí fiskavirki, viðkomandi hevur tilknýti til, verður viðkomandi ikki roknaður sum arbeiðsleysur á fiskavirkinum meira og fær ongan arbeiðsloysisstuðul eftir hesi kunngerð, uttan við at lata inn nýggja umsókn um arbeiðsloysisstuðul sambært § 6.

Umsókn frá tí arbeiðsleysa
§ 6. Tann arbeiðsleysi skal lata Arbeiðsloysisskipanini eitt serligt umsóknarblað, sum Arbeiðsloysisskipanin flýggjar tí arbeiðsleysa.
Stk. 2. Tann arbeiðsleysi hevur skyldu til at geva Arbeiðsloysisskipanini tær upplýsingar, sum Arbeiðsloysisskipanin metir neyðugar fyri at veita arbeiðsloysisstuðul.
Stk. 3. Arbeiðsloysisstuðulin verður útgoldin frá tí degi, tann arbeiðsleysi letur Arbeiðsloysisskipanini umsókn um arbeiðsloysisstuðul sambært stk. 1 og upplýsingar sambært stk. 2, um viðkomandi annars lýkur treytirnar sambært løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
Stk. 4. Arbeiðsloysisskipanin kann loyva eini 14 daga freist til tann arbeiðsleysa at útvega upplýsingar sambært stk. 2. Um tann arbeiðsleysi ikki innan freistina hevur givið Arbeiðsloysisskipanini ásettu upplýsingarnar, fellur umsóknin um arbeiðsloysisstuðul sambært stk. 1 burtur.
Stk. 5. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini sambært stk. 4.

Útrokningargrundarlag
§ 7. Útrokningargrundarlagið fyri arbeiðsleys á fiskavirkjum er sambært §§ 15 og 16 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing og verður sambært § 15, stk. 4 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing roknað av nýggjum tann 1. januar á hvørjum ári. Nýggja útrokningargrundarlagið kann tó ongantíð verða lægri enn tað fyrsta útrokningargrundarlagið.
Stk. 2. Arbeiðsloysisstuðul verður roknaður eina ferð um vikuna frá og við 9. arbeiðsloysistíma.
Stk. 3. Fyri arbeiðsleys, sum sambært avtalu við fiskavirkið ikki arbeiða fulla tíð, verður arbeiðsloysisstuðul roknaður við einum lutfalsliga lægri tímatali. Fyri arbeiðsleys á fiskavirki, ið kemur undir treytirnar í § 2, stk. 4, verður arbeiðsloysisstuðulin somuleiðis roknaður við einum lutfalsliga lægri tímatali.

Onnur inntøka
§ 8. Arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur eftir stk. 2 við øðrum A-inntøkum - íroknað frítíðarløn, undantikið arbeiðsloysisstuðlinum og A-inntøkum, sum eru undantiknar gjaldsskyldu, sambært § 8 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum tann arbeiðsleysi vinnur í vikuni, hann fær arbeiðsloysisstuðul.
Stk. 2. Tann parturin av vunnu A-inntøkuni sambært stk. 1, sum er oman fyri eina vanliga vikuløn, t.e. fyri fulla starvstíð í normalarbeiðstíðini vanligu arbeiðsdagarnar, umframt frítíðarløn, sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag fyri tímalønt fyrifallandi dagleiðaraarbeiði, verður umroknað til tímar, sum arbeiðsloysisstuðul ikki verður goldin fyri. Tímarnir verða roknaðir sum vunna A-inntøkan í vikuni, býtt við eini upphædd, sum verður roknað soleiðis: Hægsti dagligi arbeiðsloysisstuðul sambært § 16, stk. 2 í løgtingslógini um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing býtt við 8, faldað við 1,15.
Stk. 3. Um tann arbeiðsleysi í 8 vikur á rað hevur vunnið A-inntøku frá øðrum arbeiðsgevarum enn frá fiskavirkinum, viðkomandi hevur tilknýti til, og arbeidda tíðarskeiðið fyri hvørja viku sær er meira enn 10 tímar, verður viðkomandi ikki roknaður sum arbeiðsleysur á fiskavirkinum meira og fær ongan arbeiðsloysisstuðul eftir hesi kunngerð, uttan við at lata inn nýggja umsókn um arbeiðsloysisstuðul sambært § 5.
Stk. 4. Fyri arbeiðsleys, sum sambært avtalu við fiskavirkið ikki arbeiða fulla tíð, verða ásetingarnar í stk. 3 roknaðar við einum lutfalsliga hægri tímatali. Fyri arbeiðsleys á fiskavirki, ið kemur undir treytirnar í § 2, stk. 4, verða ásetingarnar í stk. 3 somuleiðis roknaðar við einum lutfalsliga hægri tímatali.

FV-kortið
§ 9. Áðrenn arbeiðsloysisstuðulin verður útgoldin, skal tann arbeiðsleysi lata inn FV-kort til Arbeiðsloysisskipanina fyri tað útgjaldsskeið, sum arbeiðsloysisstuðlin viðvíkur.
Stk. 2. FV-kortið skal latast inn sambært teirri freist og á tí staði, sum ásett er av Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 3. Um FV-kortið ikki verður latið inn rættstundis, missir tann arbeiðsleysi arbeiðsloysisstuðulin tað tal av útgjaldsdøgum, sum FV-kortið er latið inn ov tíðliga ella ov seint, í tí útgjaldsskeiðnum, FV-kortið viðvíkur.
Stk. 4. Tann arbeiðsleysi skal venda sær til fiskavirkið ella annað stað, sum verður ávíst av Arbeiðsloysisskipanini, fyri at útvega sær FV-kort.
Stk. 5. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum geva loyvi til, at onnur skrivlig fráboðan verður nýtt í staðin fyri FV-kortið.

§ 10. Á FV-kortið skal tann arbeiðsleysi geva upplýsingar, sum Arbeiðsloysisskipanin metir eru neyðugar fyri at gjalda út arbeiðsloysisstuðulin, heruppií upplýsingar um arbeiddar tímar og vunna A-inntøku í útgjaldsskeiðnum.
Stk. 2. Um Arbeiðsloysisskipanin ella fiskavirkið hava forprentað upplýsingar á FV-kortið, t.d. navn og bústað hjá tí arbeiðsleysa ella upplýsingar um arbeiðstímar og vunna A-inntøku í útgjaldsskeiðnum, hevur tann arbeiðsleysi skyldu at gera vart við møguligar skeivleikar í hesum upplýsingum.
Stk. 3. Arbeiðsloysisskipanin kann
krevja, at rættleikin í upplýsingunum á FV-kortinum skal váttast av tí ella teimum arbeiðsgevarum, sum tann arbeiðsleysi hevur arbeitt hjá í útgjaldsskeiðnum.
Stk. 4. Um tann arbeiðsleysi heldur frí ella av aðrari orsøk ikki er tøkur til arbeiði fyri fiskavirkið, sí § 5, stk. 1, nr. 5, skal tann arbeiðsleysi skrivliga boða frá hesum á FV-kortinum. Í tílíkum førum kann víkjast frá freistini sambært § 9, stk. 2.
Stk. 5. Arbeiðsloysisskipanin kann áleggja fiskavirkinum at geva upplýsingar á FV-kortinum, sum Arbeiðsloysisskipanin metir eru neyðugar fyri at gjalda út arbeiðsloysisstuðulin.

Avgreiðsla av útgjaldi
§ 11. Arbeiðsloysisstuðulin verður útgoldin eftir hvørt útgjaldsskeið, ásett av Arbeiðsloysisskipanini. Eitt útgjaldsskeið fevnir um 14 álmanakkadagar og í mesta lagi 8 útgjaldsdagar.
Stk. 2. Arbeiðsloysisstuðulin verður, eftir vanligu reglunum í skattalógini um útgjald av A-inntøkum, ávístur tí arbeiðsleysa eftir hvørt útgjaldsskeið, við tí freist, Arbeiðsloysisskipanin hevur fyri neyðini til at avgreiða útgjaldið.

Gildiskoma
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð frá 25. september 2000 frá Stýrinum fyri ALS um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum.

Vinnumálaráðið, tann 17. desember 2009

Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/Arne Poulsen (sign.)

Starvsvenjing

KUNNGERÐ
um starvsvenjing fyri arbeiðsleys

Við heimild í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997, um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing við seinni broytingum, § 25, hevur landsstýrismaðurin fyrisett:

§ 1. Arbeiðsloysisskipanin kann taka stig til at avtala verður gjørd millum arbeiðsleysan, arbeiðsgevara og Arbeiðsloysisskipanina um, at tann arbeiðsleysi fer í starvsvenjing hjá arbeiðsgevaranum.

§ 2. Setanaravtalan skal gerast á oyðublað góðkent av Arbeiðsloysisskipanini, og í setanaravtaluni skal vera avtalað:

  1. Nær starvsvenjingin byrjar, og nær hon endar. ´
  2. At tann arbeiðsleysi fær tað fyri viðkomandi arbeiði galdandi løn og setanartreytir yvirhøvur sambært sáttmála ella siðvenju.
  3. At arbeiðsgevarin hevur fulla arbeiðsgevaraábyrgd fyri tí arbeiðsleysa í hesum tíðarskeiði, t.v.s. skyldu at tekna neyðugar tryggingar v.m.

Stk. 2. Arbeiðsloysisskipanin skal góðkenna avtaluna.

§ 3. Avtalan um starvsvenjing kann í mesta lagi vera fyri 5 mánaðir.

§ 4. Arbeiðsgevarin skal rinda tí arbeiðsleysa løn og møguliga eftirløn, trygging og frítíðarløn á vanligan hátt og fær endurrindað eina upphædd, sum svarar til tann stuðul, sum tann arbeiðsleysi hevði fingið frá Arbeiðsloysisskipanini, tó so at arbeiðsgevarin ongantíð fær endurrindað meiri enn 80 % av teirri løn, sum hann rindar tí arbeiðsleysa.

§ 5. Tað er ein treyt, at viðkomandi arbeiðsleysur ikki seinastu 12 mánaðirnar hevur verið í starvi hjá viðkomandi arbeiðsgevara.

§ 6. Tá ið avtalan um starvsvenjing fer úr gildi, fær hin arbeiðsleysi aftur rætt til stuðul úr Arbeiðsloysisskipanini eftir somu reglum sum undan avtaluni.
Stk. 2. Lønin í sambandi við avtaluna telur ikki við í sambandi við útrokning av útrokningargrundarlagi, og tað tíðarskeiðið, ið viðkomandi hevur verið í starvsvenjing verður ikki talt við, tá ið tíðarskeiðið í § 22, stk. 1, í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing verður gjørt upp.
Stk. 3. Hóast persónur er í starvsvenjing, verða arbeiði ávíst honum á vanligan hátt frá arbeiðsávísingini. Bert í teimum førum, tá Arbeiðsloysisskipanin ikki finnur annan persón til starvið, hevur viðkomandi, sum er í starvsvenjing, skyldu at átaka sær ávísta starvið.

§ 7. Hendan kunngerð fær gildi frá 1. januar 2011.

Vinnumálaráðið, 28. desember 2010

Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/Arne Poulsen (sign.)

Sjálvstøðug vinnurekandi

KUNNGERÐ
um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi

Við heimild í § 12, stk. 2 og 6 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, verður ásett:

Rætt at tekna trygging
§ 1. Rætt at tekna sjálvbodna trygging sum sjálvstøðugt vinnurekandi hevur tann, sum:

  1. hevur bústað í Føroyum, og
  2. hevur inntøku frá persónligum arbeiði sum sjálvstøðugur vinnurekandi.

Sjálvstøðug vinna
§ 2. Sjálvstøðugur vinnurekandi er persónur, sum rekur vinnu fyri egna rokning og ábyrgd, hevur tað sjálvstøðuga vinnuvirksemið sum høvuðsvinnu og við tí endamáli at fáa fíggjarligan vinning.
Stk. 2. Arbeiðsloysisskipanin ger nágreiniliga meting av, um vinnan er sjálvstøðug. Sum meginregla er talan um sjálvstøðuga vinnu, tá ið tann vinnurekandi:
Hevur fólk í starvi, hevur skattafrádrátt fyri rakstrarútreiðslur og avskrivingar av rakstrargøgnum sambært reglunum fyri sjálvstøðugt vinnurekandi, og verður skattaður av yvir-/undirskoti av virkinum,
er mvg-skrásettur, ella er íognari í íognarfelag.

Upptøka - skjalprógv
§ 3. Trygging kann teknast frá tí degi, tann vinnurekandi veruliga er farin undir sjálvstøðuga vinnu. Í sambandi við umsóknina skal tann vinnurekandi vátta at lúka treytirnar í §§ 1 og 2. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja prógv fyri hesum.
Stk. 2. Tryggingin kann í fyrsta lagi fáa gildi frá tí degi, Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið skrivliga umsókn. Tann vinnurekandi skal harumframt fylla út og undirskriva serligt umsóknarblað frá Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 3. Umsóknarblaðið við neyðugum upplýsingum skal vera Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tann vinnurekandi hevur biðið um upptøkuna. Annars fellur umsóknin um upptøku burtur.
Stk. 4. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini, nevnd í stk. 3.

Inngjald
§ 4. Gjaldið til tryggingina er kr. 3.000,- árliga.
Stk. 2. Gjaldið verður rindað Arbeiðsloysisskipanini árliga frammanundan. Gjaldast skal fyrstu ferð, samstundis sum tryggingin verður teknað, og verður síðani rindað Arbeiðsloysisskipanini einaferð árliga eftir uppkravi.
Stk. 3. Er tryggingartakari í eftirstøðu, og Arbeiðsloysisskipanin hevur sent viðkomandi áminning við boðum um, at tryggingin fer úr gildi, um eftirstøðan ikki er goldin innan 14 dagar eftir, at áminningin er send, og eftirstøðan framvegis ikki er goldin, fer tryggingin úr gildi.
Stk. 4. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja, at upplýsingarnar í hesi grein skulu váttast av løggildum ella skrásettum grannskoðara.
Stk. 5. ALS-gjøld sambært hesi grein kunnu krevjast inn við panting.

Uppathald av sjálvstøðugum vinnuvirksemi
§ 5. Tann, ið er tryggjaður sum sjálvstøðugur vinnurekandi, verður mettur at vera arbeiðsleysur, tá ið persónliga arbeiði hansara í virkinum er hildið uppat meira enn bráðfeingis, og hann er frámeldaður almennum skráum sum sjálvstøðugur vinnurekandi, uttan so, at framhaldandi skrásetingin ikki kemst av framhaldandi vinnu sum sjálvstøðugur vinnurekandi.

§ 6. Tað persónliga arbeiðið sum sjálvstøðugur vinnurekandi verður mett at vera hildið uppat meira enn bráðfeingis, tá ið skjalprógvað verður, at vinnuvirkið er endaliga avhendað, ella virksemið er endaliga steðgað.
Stk. 2. Vinnuvirksemið kann verða mett uppathildið innan endaliga avhending ella steðg, um tann vinnurekandi skjalprógvar at vera forðaður í framhaldandi at reka virkið.
Stk. 3. Verður vinnuvirkið selt á tvingsilssølu, kann tann vinnurekandi verða mettur at vera hildin uppat innan tvingsilssøluna, um so er, at skjalprógvað verður, at:

  1. Áheitan um tvingsilssølu er latin fútarættinum,
  2. vinnuvirkið er yvirtikið sum nýtiligt veð og/ella verður fyrisitið av veðhavara, og
  3. 3. vinnuvirkið verður rikið uttan hjálp frá tí vinnurekandi og/ella hjúnafelaga/sambúgva og/ella ómyndugum børnum.
    Tað er somuleiðis ein treyt, at viðkomandi skrivliga váttar at fráboða Arbeiðsloysisskipanini, um broytingar eru í teimum í nr. 1-3 nevndu viðurskiftum, og tá vinnuvirkið er selt á tvingsilssølu.
    Stk. 4. Viðkomandi lýkur ikki treytirnar í stk. 1-3, við at avhenda vinnuvirkið til hjúnafelaga/sambúgva og/ella ómyndug børn.

Útgjald
§ 7. Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í minsta lagi í 1 ár, áðrenn hin sjálvstøðugi vinnurekandi hevur rætt til útgjald.
Stk. 2. Tann tryggjaði hevur bert rætt til útgjald, um viðkomandi er tøkur á arbeiðsmarknaðinum sambært § 3 í kunngerðini um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli.
Stk. 3. Árligi arbeiðsloysisstuðulin er kr. 240.000 fyrstu 253 útgjaldsdagarnar og hereftir kr. 225.000. Frádrigin hesi upphædd verða tænastumannapensjónir, umframt aðrar líknandi eftirlønir, sum verða skattaðar sum A-inntøka, tó ikki fyritíðarpensjónir. Dagligi arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi hægsti árligi arbeiðsloysisstuðulin, býttur við 253. Arbeiðsloysisstuðulin um tíman er í mesta lagi hægsti dagligi arbeiðsloysisstuðul, býttur við 8.

Uppsøgn
§ 8. Tann tryggjaði hevur rætt at siga upp tryggingina við einari uppsagnarfreist upp á ein mánað.
Stk. 2. Skrivlig uppsøgn skal vera Arbeiðsloysisskipanini í hendi seinast í mánaðinum frammanundan tí fyrsta, sum uppsagnarfreistin sambært stk. 1 byrjar.

Reglur annars
§ 9. Tann tryggjaði hevur skyldu at boða frá øllum broytingum í viðurskiftum hansara, sum kunnu ávirka tryggingarviðurskiftini, herundir sum kunnu broyta støðuna hjá viðkomandi sum sjálvstøðugt vinnurekandi.

§ 10. Tryggingar, ið eru teknaðar, áðrenn henda kunngerð er komin í gildi, koma undir reglurnar í hesi kunngerð dagin eftir, at hon er lýst.

§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð frá stýrinum fyri ALS um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi, dagfest 26. november 1999, við seinni broytingum.

Vinnumálaráðið, tann 3. november 2009

Johan Dahl, landsstýrismaður /Arne Poulsen

Sjálvboðin trygging løntakarar

KUNNGERÐ
um sjálvbodna arbeiðsloysistrygging fyri løntakarar

Við heimild í § 13 í løgtingslóg nr. 113 frá 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing við seinni broytingum verður ásett:

§ 1. Rætt til at tekna trygging hava persónar, sum hava inntøku frá útlendskum arbeiðsgevara, ið ikki er A-inntøka, og sum annars lúka treytirnar í løgtingslóg nr. 113 frá 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, við seinni broytingum, um so er, at inntøkan eftir skattalógini hevði verið A-inntøka, um arbeiðsgevarin hevði heimting her á landi.

Upptøka og skjalprógv
§ 2.
Umsókn um trygging skal latast Arbeiðsloysisskipanini. Í umsóknini skal umsøkjarin vátta at lúka treytirnar í § 1, og kann Arbeiðsloysisskipanin krevja skjalprógv fyri hesum.
Stk. 2. Tryggingin kann í fyrsta lagi fáa gildi frá tí degi, Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið skrivliga umsókn. Harumframt skal viðkomandi fylla út og undirskriva serligt umsóknarblað frá Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 3. Umsóknarblaðið við neyðugum upplýsingum skal vera Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at viðkomandi hevur fingið boð frá Arbeiðsloysisskipanini um at útfylla og undirskriva umsóknarblaðið. Annars fellur umsóknin um upptøku burtur.
Stk. 4. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini, nevnd í stk. 3.

Gjald
§ 3. Gjaldið til sjálvbodnu tryggingina er kr. 3.000 árliga.
Stk. 2. Gjaldið verður rindað Arbeiðsloysisskipanini árliga frammanundan. Gjaldast skal fyrstu ferð, samstundis sum tryggingin verður teknað, og verður síðani rindað Arbeiðsloysisskipanini einaferð árliga eftir uppkravi.
Stk. 3. Kemur tryggingin ikki í gildi við ársbyrjan, skal fyrstu ferð rindast eitt lutfalsligt gjald av árliga gjaldinum.

§ 4. Er tryggingartakari í eftirstøðu, og Arbeiðsloysisskipanin hevur sent honum áminning við boðum um, at tryggingin fer úr gildi, um eftirstøðan ikki er goldin innan 14 dagar eftir, at áminningin er send, og eftirstøðan framvegis ikki er goldin, tá freistin er farin, fer tryggingin úr gildi.

Útgjald
§ 5.
Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í minsta lagi 1 ár, áðrenn tryggjaði hevur rætt til útgjald.

§ 6. Viðvíkjandi útgjaldi av arbeiðsloysisstuðli, arbeiðsávísing og arbeiðsskapandi tiltøkum, kærum og reglum annars er løgtingslóg nr. 113 frá 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, við seinnni broytingum, og við tilhoyrandi kunngerðum galdandi. Tó verður útrokningargrundarlagið móttikna lønarinntøkan, sum ikki er A-inntøka eftir skattalógini.

§ 7. Í samband við útgjald av arbeiðsloysisstuðli kann Arbeiðsloysisskipanin krevja skjalprógv fyri inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar.

§ 8. Tá tryggingartakarin fær rætt til útgjald av arbeiðsloysisstuðli, heldur gjaldsskyldan til sjálvbodnu tryggingina uppat, við endan av tí mánaðinum rætturin til arbeiðsloysisstuðul varð staðfestur.
Stk. 2. Heldur gjaldsskyldan ikki uppat við ársenda, verður eitt lutfalsligt gjald av árliga gjaldinum endurrindað.

Uppsøgn
§ 9.
Tann tryggjaði hevur rætt til skrivliga at siga upp tryggingina við einari freist uppá ein mánað til tann fyrsta í einum mánaði.
Stk. 2. Fer tryggingin ikki úr gildi við ársenda, verður eitt lutfalsligt gjald av árliga gjaldinum endurrindað.

Aðrar reglur
§ 10.
Fer sjálvbodna tryggingin úr gildi, kann inntøka, tryggjað eftir hesari kunngerð, takast við í útrokningargrundarlagið eftir vanligu skipanini sum A-inntøka eftir teimum har galdandi reglum.

§ 11. Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 2006.

Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina 15. oktober 2005
Alfred Petersen (sign.) formaður /Ernst Jacobsen (sign.)

Kunngerð fiskimenn

KUNNGERÐ
um útgjald til fiskimenn, tá ið skip teirra verða løgd vegna umvælingar

Við heimild í § 20a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997, um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009, verður ásett:

Fiskimannaskipan
§ 1. Fiskimannaskipanin verður í hesi kunngerð nýtt sum hugtak fyri ta skipan, sum fevnir um rættindi og skyldur hjá teimum fiskimonnum, sum koma undir treytirnar í hesi kunngerð.

Skip, fevnd av kunngerðini
§ 2. Bert fiskiskip, sum hava veiðiloyvi sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, koma undir hesa kunngerð. Veiðiloyvið sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap hava øll fiskifør onnur enn útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu.

§ 3. Fiskiskipið skal vera lagt vegna umvælingar, sum gera, at skipið liggur, og skulu hesar umvælingar ikki vera fevndar av inntøkutapstrygging.

Fiskimenn
§ 4. Bert tann fiskimaður, sum er við einum fiskiskipi sambært §§ 2 og 3, kann fáa arbeiðsloysisstuðul eftir hesi kunngerð.
Stk. 2. Tað er ein treyt fyri útgjaldi, at fiskimaðurin hevur verið við skipinum, áðrenn skipið fer til umvælingar, og at hann hevði verið við skipinum, um skipið ikki fór til umvælingar, og at hann ætlandi skal við skipinum, eftir at umvælingarnar eru av.
Stk. 3. Tað er ein treyt fyri útgjaldi, at fiskimaðurin hevur verið og eftir ætlan verður mynstraður sambært Ll. nr. 67 frá 9. juni 1988 um mynstring, við seinni broytingum.

Rætturin til útgjald
§ 5. Fiskimaður fevndur av hesi kunngerð fær útgoldið arbeiðsloysisstuðul aftaná 30 dagar frá tí, at umvæligararbeiðið er byrjað. Goldið verður í mesta lagi fyri 60 útgjaldsdagar í sambandi við hvørja einstaka umvæling. Arbeiðsloysisskipanin ger av, um talan er um eina ella fleiri umvælingar.
Stk. 2. Fyri hvørjar kr. 1000, sum útrokningargrundarlagið hjá fiskimanninum fer uppum upphæddina nevnda í § 16, stk. 2 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, minkar útgjaldið við 0,5% stig.

Tøkur á arbeiðsmarknaðinum
§ 6. Fiskimaðurin skal, hóast setanarliga tilknýtið til arbeiðsgevaran ikki er av, vera tøkur á arbeiðsmarknaðinum sambært reglunum í kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli.

Aðrar reglur
§ 7. Viðvíkjandi umsókn um arbeiðsloysisstuðul, treytir fyri stuðli, avgreiðslu av útgjaldi, øðrum inntøkum og reglunum annars eru reglurnar í løgtinglóg um arbeiðsloysistryggin og arbeiðsávísing og í kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli galdandi við teimum tillagingum, sum eru náttúrligar.

§ 8. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja neyðugar upplýsingar í sambandi við viðgerð av umsóknum um arbeiðsloysisstuðul. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja at hesar upplýsingar verða váttaðar av øðrum t.d. reiðara ella skipasmiðju.

Gildiskoma
§ 9. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Vinnumálaráðið, 20. juli 2009

Jóhan Dahl
landsstýrismaður
/Arne Poulsen

Stýrið fyri ALS

Kunngerð
nr. 19 frá 10. mars 1992 um val av stýri fyri Arbeiðsloysisskipanina og arbeiðsávísingina.

Við heimild í § 15, stk. 8 í løgtingslóg nr. 16 frá 10.03.1992 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Áðrenn landsstýrið velur stýrislimir, fáa tey feløg og stovnar, sum nevnd eru í hesi kunngerð, boð um innan ásetta freist at senda inn uppskotið til landsstýrið um valevni til stýrislimir og tiltakslimir.

§ 2. Fyri løntakarafeløgini verða 3 limir valdir soleiðis:

  1. 1 umboðandi løntakarafeløgini fyri tímalønt eftir uppskoti frá hesum feløgum: Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður, Føroya Handverkarafelag og Føroya Prentarafelag.
  2. 1 umboðandi løntakarafeløgini hjá fiski- og útróðrarmonnum eftir uppskoti frá hesum feløgum: Føroya Fiskimannafelag, Meginfelag Útróðrarmanna, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagnum og Føroya Motorpassarafelag.
  3. 1 umboðandi løntakarafeløgini hjá starvsfólkum eftir uppskoti frá hesum feløgum: Starvsmannafelagnum, Tænastumannafelag Landsins, Føroya Postfelag, Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag, S & K Felagnum, Føroya Sjúkrahjálparafelag, Sjúkrasystrafelag Føroya, Dansk Apotekarassistenters Forening, Føroyskar Økonomur, Føroyskir Fysioterapeutar, Føroyskir Ergoterapeutar, Ljósmøðrafelag Føroya, Føroyskir Laborantar, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Magistarafelag Føroya, Byggifrøðingafelag Føroya, Yrkisfelag Studenta- og HF-lærara, Yngri Læknar, Føroya Lærarafelag, Verkfrøðingafelag Føroya, Teknikarafelag Føroya, Føroya Blaðmannafelag, Føroya Pedagogfelag og Felagnum av Donskum Fakfeløgum í Føroyum..

Stk. 2. Fyri arbeiðsgevarar verða 3 limir valdir soleiðis:

  1. 2 limir eftir uppskoti frá hesum feløgum: Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Reiðarafelag, Reiðarafelagið fyri Føroysk Farmaskip, Føroya Keypmannafelag, Føroya Handverksmeistarafelag og Prentsmiðjueigarafelagnum.
  2. 1 limur verður valdur eftir uppskoti frá lønar- og starvsfólkadeildini hjá Føroya Landsstýri, Føroya Kommunufelag, Tórshavnar Býráð og ríkisumboðsmanninum.

Stk. 3. 7. limurin, sum er formaður, verður valdur beinleiðis av landsstýrinum uttan uppskot frá feløgum og stovnum, sum nevnd eru í stk. 1 og 2.
Stk. 4. Feløgini, sum nevnd eru í stk. 1 og stk. 2 skulu saman við uppskoti til stýrislim senda landsstýrinum upplýsingar um limatal váttaðan av grannskoðara felagsins.

§ 3. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

ALS-gjald

KUNNGERÐ
um ALS-gjald

Við heimild í § 9, stk. 2 og 4 og § 11 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, verður ásett:

§ 1. Tað í § 9, stk. 1 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing nevnda ALS-gjald er 1,00 %.

§ 2. Undir aðrar skattskyldugar almannaveitingar sambært § 8, nr. 2 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, koma m.a. avlamisveiting og barnapeningur.
Stk. 2. Inntøkur sambært § 8, nr. 2 og 3 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sleppa undan gjaldsskyldu frá tí degi, Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið skrivliga fráboðan um hesar.

§ 2. Áðrenn inntøka, sum ALS-gjald skal roknast av, sambært § 8 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, verður útgoldin persóni, sum er gjaldsskyldugur sambært § 7, nr. 1 í nevndu lóg, skal ALS-gjaldið avroknast gjøgnum eitt av landsstýrinum góðkendum stað til avrokning av lønum. Avrokningarstaðið avroknar ALS-gjaldið til Arbeiðsloysisskipanina.
Stk. 2. Tá A-inntøka verður rindað av gjaldsskyldugum sambært § 7, nr. 2 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, skulu hesi avrokna sín part av ALS-gjaldinum til Arbeiðsloysisskipanina sambært øðrum av fylgjandi inngjaldingarháttum:

  1. Við at geva Arbeiðsloysisskipanini fulltrú til at taka ALS-gjaldið av peningastovnskonto hjá viðkomandi.
  2. Við at rinda ALS-gjaldið eftir rokning frá Arbeiðsloysis¬skipanini. Rokning fyri ALS-gjald frá Arbeiðsloysisskipanini skal gjaldast innan 7 dagar eftir, at Arbeiðsloysisskipanin hevur sent rokningina.

Stk. 3. Teir arbeiðsgevarar, sum velja at rinda eftir rokning sambært stk. 2, nr. 2, skulu rinda eitt avgreiðslugjald á kr. 100 fyri hvørja rokning.

§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð frá stýrinum fyri ALS um gjald til Arbeiðsloysisskipanina, dagfest 26. november 1999, og kunngerð frá stýrinum fyri ALS um broyting av ALS-gjaldinum, dagfest 17. juni 2004.

Vinnumálaráðið, tann 3. november 2009

Johan Dahl, landsstýrismaður /Arne Poulsen

------------

BROYTING Í KUNNGERÐ


KUNNGERÐ
nr. 165 frá 20. desember 2011 um broyting í kunngerð um ALS-gjald

§ 1. Í kunngerð nr. 136 frá 3. november 2009 um ALS-gjald, verður í § 1 í staðin fyri "1,00 %" sett: "1,25 %".

§ 2. Hendan kunngerð fær gildi 1. januar 2012.

Vinnumálaráðið, 20. desember 2011
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/Arne Poulsen (sign.)

 

Farloyvisstuðul

KUNNGERÐ
um útgjald av farloyvisstuðli

Við heimild í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, § 21, hevur stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina fyrisett:

Rætt til farloyvisstuðul
§ 1.
Rætt til farloyvisstuðul frá Arbeiðsloysisskipanini hevur persónur, sum frammanundan farloyvinum:

  1. Er í føstum ella støðugum starvi sambært § 21, stk. 1, í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing,
  2. hevur gjørt treytaleysa avtalu við arbeiðsgevara sín um tíðarskeiðið, farloyvið varir (farloyvisskeiðið), heruppií nær farloyvið byrjar og nær arbeiðið verður tikið uppaftur, og
  3. kann vísa á treytaleysa setanaravtalu millum arbeiðsgevara sín og tann persón, sum skal avloysa viðkomandi í farloyvisskeiðnum. Í setanaravtaluni skal verða staðfest, at avloysarin í farloyvisskeiðnum skal setast eftir í høvuðsheitum somu treytum sum frammanundan farloyvisskeiðnum galda fyri tann, sum fer í farloyvi. Setanaravtalan kann vera tíðaravmarkað, men skal sum tað minsta galda óbroytt í farloyvisskeiðnum. Avloysarin skal harumframt beint undan farloyvisskeiðnum í minst ein mánað hava lokið treytirnar fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul sambært § 14, stk. 1 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, eftir at bíðidagar sambært § 17 og møguligt tíðarskeið uttan stuðul sambært § 18 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing eru runnin.

Stk. 2. Í føstum ella støðugum starvi er tann, sum seinastu 12 mánaðirnar frammanundan farloyvisskeiðnum hevur havt eina A-inntøku, sum í minsta lagi er 70% av eini arbeiðaraársløn sambært § 16, stk. 3, í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
Stk. 3. Í avtaluni millum viðkomandi, sum fer í farloyvi, og arbeiðsgevara hansara, og í avtaluni millum arbeiðsgevaran og avloysaran skal ásetast, at ein og hvør broyting í avtaluni beinanvegin skal fráboðast Arbeiðsloysisskipanini skrivliga.
Stk. 4. Rætturin til farloyvisstuðul dettur burtur, um fortreytirnar fyri útgjaldi av farloyvisstuðlinum sambært stk. 1 til 3 broytast. Ov nógv útgoldin farloyvisstuðul kann verða kravdur afturgoldin eftir reglunum um arbeiðsloysisstuðul, sum av órøttum er útgoldin, sambært § 28 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
Stk. 5. Um farloyvisavloysari fer úr farloyvisstarvinum áðrenn farloyvisskeiðið er farið, kann Arbeiðsloysisskipanin loyva, at annar arbeiðsleysur, ið lýkur treytirnar, sum eru ásettar í stk. 1 og 3, kann halda fram í farloyvisstarvinum restina av farloyvisskeiðnum. Arbeiðsloysisskipanin kann somuleiðis loyva at farloyvi, ið er avtalað at vara styttri enn 12 mánaðir, kann verða longt óbroytt, soleiðis at samlaða farloyvisskeiðið verður í mesta lagi 12 mánaðir.

§ 2. Í farloyvisskeiðnum skal viðkomandi, sum er í farloyvi, lúka treytirnar fyri arbeiðsleys sambært § 2, stk. 1-6 í kunngerð hjá stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli.

§ 3. Bert í teimum førum, tá Arbeiðsloysisskipanin ikki metir seg finna nakran arbeiðsleysan persón til eitt arbeiði, ávísir Arbeiðsloysisskipanin fólki í farloyvi arbeiði. Stk. 2. Um fólk í farloyvi verða ávíst arbeiði sambært stk. 1, eru ásetingarnar í § 19 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing galdandi.

§ 4. Treytirnar í §§ 1, 2 og 3 galda bert fyri tann partin av farloyvisskeiðnum, sum farloyvisstuðul verður goldin fyri.

Útgjald av farloyvisstuðli
§ 5.
Farloyvisstuðulin verður útgoldin í farloyvisskeiðnum, tó ongantíð fyri eitt styttri ella longri tíðarskeið enn tað, sum nevnt er í § 21, stk. 2, í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
Stk. 2. Farloyvisstuðulin verður útroknaður sambært teimum reglum, sum galda fyri arbeiðsloysisstuðul sambært §§ 15, 16, 22 og 23 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
Stk. 3. Árligi farloyvisstuðulin er í mesta lagi 60 % av eini arbeiðaraársløn sambært § 16, stk. 3 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, frádrigið teimum veitingum, sum eru nevndar í § 8, nr. 1 og 2, í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing. Dagligi farloyvisstuðulin er í mesta lagi hægsti árligi farloyvisstuðul, býtt við øllum døgum í árinum við undantaki av leygar-, sunnu- og halgidøgum.
Stk. 4. Farloyvisstuðulin verður útgoldin eftir teimum reglum, sum galda fyri útgjald av arbeiðsloysisstuðli sambært §§ 4 til 7 í kunngerð hjá stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli.

Reglur annars
§ 6.
Henda kunngerð fær gildi frá 1. januar 2000. Samstundis fer úr gildi kunngerð um útgjald av farloyvisstuðli, dagfest 3. september 1997.

Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina, 26. november 1999 Karin Kjølbro (sign.) formaður /Allan Skaalum (sign.)

---------

BROYTING Í KUNNGERÐ


KUNNGERÐ
um broyting í kunngerð um útgjald av farloyvisstuðli

§ 1. Í kunngerð um útgjald av farloyvisstuðli, dagfest 26. november 1999, verða hesar broytingar gjørdar.

1) §1, stk. 1, nr. 3 verður orðað soleiðis: "Kann vísa á treytaleysa setanaravtalu millum arbeiðsgevara sín og tann persón, sum skal avloysa viðkomandi í farloyvisskeiðnum. Í setanaravtaluni skal verða staðfest, at avloysarin í farloyvisskeiðnum skal setast eftir í høvuðsheitum somu treytum sum frammanundan farloyvisskeiðnum galda fyri tann, sum fer í farloyvi. Setanaravtalan kann vera tíðaravmarkað, men skal sum tað minsta galda óbroytt í farloyvisskeiðnum. Avloysarin skal harumframt beint undan farloyvisskeiðnum í minst tríggjar mánaðir hava lokið treytirnar fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul sambært § 14, stk. 1 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, eftir at bíðidagar sambært § 17 og møguligt tíðarskeið uttan stuðul sambært § 18 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing eru runnin."

2) § 5, stk. 3 verður orðað soleiðis: "Árligi farloyvisstuðulin er í mesta lagi 70% av eini arbeiðaraársløn sambært § 16, stk. 3 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, frádrigið teimum veitingum, sum eru nevndar í § 8, nr. 1 og 2, í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing. Dagligi farloyvisstuðulin er í mesta lagi hægsti árligi farloyvisstuðul, býtt við øllum døgum í árinum við undantaki av leygar-, sunnu- og halgidøgum."

§ 2. Henda kunngerð fær gildi frá 29. mai 2000.

Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina, 13. apríl 2000 Karin Kjølbro (sign.)formaður / Elisabeth O. Gaardbo (sign.)

---------

KUNNGERÐ
um broyting í kunngerð um útgjald av farloyvisstuðli

§ 1. Í kunngerð um útgjald av farloyvisstuðli, dagfest 26. november 1999, sum broytt við kunngerð frá 13. apríl 2000, verða hesar broytingar gjørdar:

1) Í §1 verður nýtt stk. 6 sett inn:
Arbeiðsloysisskipanin kann loyva, at arbeiðsleysur kann vera farloyvisavloysari í tilsamans 18 samanhangandi mánaðir fyri ymiskar persónar í farloyvi. Persónar í farloyvi kunnu vera í starvi hjá ymiskum arbeiðsgevarum. Arbeiðsloysisskipanin kann tá víkja frá treytini í § 1, stk. 1, nr. 3, um arbeiðsloysi undan farloyvinum.

2) Í §1 verður nýtt stk. 7 sett inn:
Arbeiðsleysur kann vera farloyvisavloysari í tilsamans 18 mánaðir, hvørja ferð, hann/hon er skrásett/ur í Arbeiðsloysisskipanini.

§ 2. Hendan kunngerð fær gildi frá 1. desember 2005.

Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina, 17. oktober 2005

Alfred Petersen (sign.) formaður / Ernst Jacobsen (sign.)