Sjálvgreiðslan

Kærunevndin

Avgerðir, sum eru tiknar við heimild í lóg um arbeiðsloysisstuðul – eitt nú um arbeiðsloysisstuðul, skeið og karantenu – kunnu kærast til Kærunevndina fyri Arbeiðsloysisskipanina.

Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, tú hevur fingið avgerðina frá ALS. Kærur skulu vera skrivligar.

Avgerðir hjá Kærunevndini eru endaligar og kunnu ikki kærast víðari til hægri fyrisitingarligan myndugleika.

Føroya Kærustovnur umsitur Kærunevndina.

Postbústaðurin er:
Kærunevndin fyri Arbeiðsloysisskipanina
c/o Føroya Kærustovnur
Postboks 45
110 Tórshavn

Teldupostur: kaerustovnur@kaerustovnur.fo

Kærustovnurin hevur telefontíð mánadag til fríggjadag kl. 9.00 - 15.00. Telefonnummarið er 320585.

Í Kærunevndini eru:
Kristina Samuelsen, forkvinna
Hans Joensen
Jon Hestoy