Sjálvgreiðslan

Miss ongantíð vónina at finna starv 

Juni 2019

Summi skriva tíggjutals umsóknir, onkur 50–60 ella meir, og so eydnast tað knappliga. Tá gevur mítt arbeiði veruliga meining, sigur Jóhanna Andreasen, kveikjari hjá ALS.

Hon fer úr bussinum í Steinatúni. Gongur eitt petti oman eftir gongugøtuni og snarar so til vinstru niðan millum Ebenezer og grótbygningin hjá Betri. Komin niðan á Tinghúsvegin hálar hon hettuna á regnjakkanum longur fram og vónar, at hon ikki møtir nøkrum, hon kennir. Stevnir síðani kvikliga móti glasbygninginum hjá ALS og smoyggir sær inn um dyrnar…

Hugurin at krógva seg undir einum stórum jakka er eitt afturvendandi tema, tá ið Jóhanna Andreasen, kveikjari hjá ALS, skal lýsa kenslurnar hjá teimum, sum gerast arbeiðsleys.

– Kenslan av skomm og vánalig sjálvsfatan eru sera vanligar, tá ið fólk gerast arbeiðsleys. Fleiri siga, at tað er hart, tá ið tey fyrstu ferð skulu møta hjá ALS, og tankarnir um, hvørjum tey munnu fara at møta her, fylla nógv, sigur Jóhanna Andreasen.

Hon hevur starvast hjá ALS í næstan fimm ár. Sum kveikjari er tað hennara uppgáva at ráðgeva arbeiðsleysum, tá ið tey leita sær eftir nýggjum starvi.

Hjá teimum flestu er tað ein stórur smeitur at missa starvið. Umframt fíggjarliga bakkastið er arbeiðsloysi nakað, sum rakar hart á sjálvsfatanina og samleikan. Tað er púra vanligt at venda tí inneftir og hugsa, at okkurt er galið við einum sjálvum. Og tað er eisini vanligt, at ein stillur beiskleiki móti arbeiðsgevara, starvsfeløgum og samfelagnum kann fara at spíra.

– Tað er eitt sindur lættari at svølgja eina uppsøgn í einum størri uppsagnarumfari orsakað av sparingum, tí tá eru fleiri í sama báti. Kortini seta 9 av 10 sær spurningin, hví júst tey blivu vald frá, sigur Jóhanna Andreasen.

Vilja ikki nassa pengar
Næstan øll, sum koma í ALS, seta orð á, at tey halda tað vera keðiligt at koma inn í eina slíka skipan, og at tey missa sjálvsavgerðarrættin – at systemið tekur yvir. Og so kenna fleiri tað óbehagiligt at skula fáa arbeiðsloysisstuðul. At nassa pengar, sum summi orða tað, greiðir Jóhanna frá.

ALS hevur við jøvnum millumbili byrjanarskeið fyri tey nýggjastu, sum eru komin inn í skipanina. Tá luttaka vanliga 20–30 á sama skeiði.

– Kenslan av skomm plagar at minka, tá ið tey hitta onnur arbeiðsleys og síggja, at hini eru fólk við nógvum royndum eins og tey sjálvi. Á einum slíkum skeiði hittir tú t.d. skiparar í 60’unum, ungar sjúkrarøktarfrøðingar, kantinudamuna við 20 ára royndum, læraran, sum ikki hevur fingið fast starv enn, og handverkaran, sum hevur fingið ein skaða og tí má finna annað lívsstarv. Við at hitta onnur kenna tey seg ikki longur so einsamøll í støðuni, sigur Jóhanna.

Stór útskifting
Nógv halda, at tað eru tey somu umleið 260 fólkini, sum eru arbeiðsleys í dag. Men í veruleikanum  er útskiftingin í ALS rættiliga stór. Tað koma umleið 20 nýggj arbeiðsleys inn í skipanina hvørja viku, og nøkulunda sama tal fer út aftur, greiðir Jóhanna Andreasen frá.

Í góðum tíðum við lítlum arbeiðsloysi er harðast at vera arbeiðsleys/ur. Tað verður ofta sagt, at ongum nýtist at vera uttan arbeiði í hesum døgum. Men arbeiðsloysi kann raka so ymiskt ymsar tíðir. Viðhvørt er stórt trot á fólki í summum yrkisgreinum og ov mikið at taka av í øðrum vinnugreinum, vísir Jóhanna Andreasen á.

Beint nú er til dømis stórt trot á fólki í handverksvinnuni og á eldraøkinum. Samstundis er lutfalsliga stórt arbeiðsloysi millum akademikarar. Tað kann ofta taka eitt ár hjá einum akademikara at fáa starv.

– Eftirspurningurin hjá arbeiðsgevarum og útboðið av arbeiðstøkum hóskar tíverri ikki altíð saman. Viðhvørt hevur tann arbeiðsleysi ikki teir fakligu førleikarnar og royndirnar, sum arbeiðsgevarin spyr eftir, sigur Jóhanna Andreasen. 

Menninir harðari raktir
Nógv eru heilt stutta tíð í ALS – bara nakrar fáar dagar ella vikur. Men hjá summum tekur tað longri tíð at finna arbeiði. Tá ið fólk hava verið arbeiðsleys meira enn hálvt ár, er talan um langtíðararbeiðsloysi.

Arbeiðsloysi ávirkar øll, men tað tykist at taka monnum fastari enn kvinnum.

– Samleikin hjá monnum er nokk ótilvitað meira knýttur at forsyrgjaraleiklutinum og at hava eitt arbeiði. Tí rakar tað meint, tá ið teir knappliga onki starv hava, sigur Jóhanna Andreasen.

Kvinnur tykjast at hava ein breiðari samleikapall, bæði sosialt og í mun til áhugamál. Tí er tað helst lættari hjá eini kvinnu at kenna seg gera okkurt týdningarmikið, uttan at tað er eitt arbeiði. Haraftrat hava kvinnurnar ofta lættari at tosa um tingini og menninir meira lyndi til at hava kenslurnar inni við seg sjálvar.

Tíggjutals nei og so eitt ja
Umframt at vegleiða um praktisk viðurskifti, so sum at skriva umsókn og skipa fyri skeiði, hevur Jóhanna Andreasen javnan samrøður, sum snúgva seg um avbjóðingar við at vera arbeiðsleys/ur. Til dømis kunnu fólk biðja um eina samrøðu fyri at tosa um eina trupla uppsøgn, um beiskleika og sorg av at hava mist starvið, ella tí tey eru stúrin um framtíðina.

–  Ongar støður eru líka. Øll hava sína søgu, og ta søguna vil eg fegin hoyra fyri at verða betur før fyri at stuðla fólki í at koma víðari, sigur Jóhanna.

Eftir 50–60 starvsumsóknir og kanska meir enn eitt ár í arbeiðsloysi kann tað vera trupult at halda vónini uppi. Tankin, at tú ongantíð fært nakað arbeiði, og at tú ert útihýst/ur, kemur nærri og nærri.

Tað er slítandi, tí tað er eitt ómetaliga krevjandi arbeiði at søkja starv, sigur Jóhanna. Tú skrivar umsóknina. Leggur tína orku í hana. Setir teg upp til júst hetta starvið. Bíðar. Og so kemur aftur eitt nei. Tað er sum at fáa ein frammaná hvørja ferð. Og hetta skalt tú endurtaka óteljandi ferðir.

Men tað loysir seg at treiskast og ikki geva upp. Knappliga ein dag, so eydnast tað.

– Eg havi upplivað fólk, sum hava fingið starv eftir at hava søkt yvir 50 størv. Ein heilt fantastisk kensla at síggja, hvussu tey broytast og fara at blóma aftur. So hóast fólk hava verið leingi arbeiðsleys, so kann tað saktans eydnast at finna eitt gott starv, greiðir Jóhanna Andreasen frá.


Mynd: Jóhanna Andreasen, kveikjari á ALS