Sjálvgreiðslan


Góð ráð tá tú søkir starv
Ger tær greitt beinanvegin, at tað er krevjandi at søkja nýtt starv. Tú fert at brúka nógva orku til at leita í starvslýsingum, seta teg inn í fleiri ymisk arbeiðspláss, skriva umsókn, bíða eftir svari, fyrireika setanarsamrøður o.s.fr.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við umsóknini. Soleiðis økir tú møguleikan fyri, at arbeiðsgevarin varnast júst teg millum allar hinar umsøkjararnar.
Eitt gott CV
CV er stytting fyri Curriculum Vitae, sum merkir ”stutt lýsing av egnari lívsgongd”. Tað vil siga ein lýsing av, hvør tú ert, og hvat tú hevur gjørt. CV’ið skal vísa starvsroyndir, útbúgving/ar og meira nágreiniliga, hvat tú hevur gjørt og lært higartil.
Setanarsamrøðan
Soleiðis fyrireikar tú teg til setanarsamrøðuna.
Starvsvenjing
Skipanin við starvsvenjing gevur arbeiðsleysum møguleika at fara í starvsvenjing hjá einum arbeiðsgevara í upp til 5 mánaðir.
Fóta tær aftur
Arbeiðsleys eru í størri vanda enn onnur at gerast strongd og kenna einsemi. Men fólk kunnu gera nógv sjálvi fyri at fóta sær aftur.
Skeið
Sum partur av ALS hevur tú møguleika at fara á skeið, sum á ymsan hátt styrkja førleikar og møguleikar at koma út aftur á arbeiðsmarknaðin.

Tema
Soleiðis fótar tú tær aftur

Juni 2019

Arbeiðsleys eru í størri vanda enn onnur at gerast strongd og kenna einsemi. Men fólk kunnu gera nógv sjálvi fyri at fóta sær aftur.

Les meira
Tema
Miss ongantíð vónina at finna starv

Juni 2019

"Summi skriva 60-70 umsóknir, onkur yvir 100, og so eydnast tað knappliga. Tað er ein fantastisk kensla, sigur Jóhanna Andreasen, kveikjari hjá ALS."

Les meira
Tema
Tey flestu arbeiðstøku hava útbúgving

Juni 2019

Útvið 60% av teimum, sum í dag eru skrásett sum arbeiðsleys, hava okkurt slag av útbúgving.

Tey, sum eru skrásett sum arbeiðstøk í ALS, eru rættiliga ymisk, tá ið tað snýr seg um útbúgvingarligar førleikar. Fleiri hava als onga skúlagongd eftir fólkaskúlan, summi hava bara miðnám, og so eru tað nógv, sum hava yrkisútbúgving.

Les meira