Sjálvgreiðslan

Vátta arbeiðsloysi

 

Vátta arbeiðsloysi

Ein av treytunum fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul er, at tú áhaldandi váttar arbeiðsloysi í Sjálvgreiðsluni.

Við hesum boðar tú ALS frá støðu tíni seinastu 14 dagarnar sum arbeiðsleys/ur. Tú boðar eisini frá, at tú framhaldandi ert tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum. Tú upplýsir um A-inntøku, arbeiddar tímar, v-tal hjá arbeiðsgevara, sjúku, farloyvi, frítíðarætlanir og annað, sum kann ávirka arbeiðsloysisstuðulin.

Upplýsingarnar eru við til at tryggja, at rætta upphæddin verður goldin til tín.

Hesar upplýsingar skalt tú lata

Við at vátta arbeiðsloysi í Sjálvgreiðsluni skalt tú upplýsa um hesi viðurskifti:

  • um tú ert tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum
  • A-inntøka íroknað frítíðarløn
  • arbeiddir tímar
  • fundarpeningur og samsýningar
  • um tú fert í skúla
  • sjúkramelding
  • barnsburðarfarloyvi
  • um tú flytur av landinum
  • nær tú ætlar í feriu
  • broytingar og viðurskifti annars, ið kunnu ávirka arbeiðsloysisstuðulin
ALS-vika

Tú skalt vátta arbeiðsloysi aðru hvørja viku, tá ið ALS-vika er.

Árið er býtt sundur í útgjaldsskeið, og fyri hvørt útgjaldsskeið skalt tú vátta arbeiðsloysi. Í hvørjum útgjaldsskeiði eru 14 álmanakkadagar og í mesta lagi 10 útgjaldsdagar. Goldið verður ikki út fyri leygar-, sunnu- og halgidagar.

ALS-vikan er frá mánamorgni kl 0.00 til fríggjadag kl 12. Í ALS-kalendaranum sært tú, nær ALS-vikurnar eru.

Vátta rættstundis og rætt

Tað er sera umráðandi, at tú váttar arbeiðsloysi rættstundis, og at upplýsingarnar eru rættar. Annars kann hetta ávirka stuðulin, tú fært útgoldið.

Arbeiðsloysi skal váttast í ALS-vikuni. Verður váttað t.d. tveir dagar ov seint, missir tú stuðulin í tveir dagar.

Vanta upplýsingar, verður stuðul ikki útgoldin, fyrr enn alt er í lagi.

Tað er álvarsamt at geva skeivar upplýsingar ella at tiga um umstøður, sum kunnu hava týdning fyri útgjaldið. Fært tú stuðul, sum tú veitst ella átti at vitað, at tú ikki hevur rætt til, hevur tú skyldu at boða ALS frá beinanvegin.

Upphæddir, sum eru útgoldnar av órøttum, skulu gjaldast aftur, og tú kanst haraftrat verða revsað/ur við sekt ella hefti. ALS kann útvega upplýsingar frá myndugleikum, arbeiðsgevarum og fakfeløgum til tess at tryggja sær, at útgjaldið er rætt.

Sjálvgreiðslan
Tú váttar arbeiðsloysi í sjálvgreiðsluni
ALS-kalendarin
Í ALS-kalendarinum sært tú, nær ALS-vikurnar eru.