Sjálvgreiðslan

Útgjald

Tað ganga nakrar vikur, til tú fært arbeiðsloysisstuðul útgoldnan fyrstu ferð. Vanliga tekur tað 2 vikur hjá ALS at viðgera umsóknina.

Eru umsókn og fylgiskjøl í lagi beinanvegin, gongur tað skjótari, enn um upplýsingar vanta.

Nær kemur stuðulin

Vanliga verður arbeiðsloysisstuðul útgoldin annan hvønn týsdag vikuna eftir ALS-vikuna. Útgjaldið verður flutt á kontu í peningastovnunum.

Í ALS-kalendaranum sært tú, nær tú fært útgjald frá ALS.

Hvussu nógv og hvussu leingi

Arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður út eftir A-inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysið varð staðfest. Hetta verður vanliga kallað útrokningargrundarlagið. Mesta útgjaldið er 75% av A-inntøkuni – tó í mesta lagi 830,04 kr. um dagin, sum svarar til í meðal 17.500 kr. um mánaðin. Útrokningargrundarlagið er óbroytt, meðan tú ert inni í skipanini.

Fert tú úr ALS og kemur inn aftur í skipanina, kann tað ávirka útgjaldið, tí útgjaldið verður sum sagt altíð roknað eftir inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysi verður staðfest. Er minni enn eitt ár, síðan tú seinast vart í skipanini, varðveitir tú tó útrokningargrundarlagið frá seinast, um hetta var hægri.

Arbeiðsloysisstuðul kann í mesta lagi verða útgoldin í 648 dagar í einum 4 ára skeiði. Síðani steðgar útgjaldið, og tú hevur ongan rætt til arbeiðsloysisstuðul teir næstu 24 mánaðirnar. Eftir hetta kanst tú koma inn aftur í skipanina – eftir somu treytum sum tey, ið søkja um arbeiðsloysisstuðul fyrstu ferð.

Øll fáa 2 bíðidagar (dagur uttan útgjald), og alt eftir inntøku kann talan gerast um fleiri enn 2 bíðidagar.

Hóast arbeiðsloysið verður staðfest, longu tá ið tú boðar ALS frá, kann henda, at tú ikki fært stuðul fyrstu átta vikurnar vegna karantenu.

Útgjaldsdagar
Her sært tú, nær útgjaldsdagarnir eru.
Hvussu nógv?
Her kanst tú síggja, hvussu nógv tú fert at fáa í arbeiðsloysisstuðli.