Sjálvgreiðslan

Lóg og kunngerðir

ALS-lógin: Tíðaravmarkað COVID-19 stuðulsskipan

LØGTINGSLÓG  
um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin)
(Tíðaravmarkað COVID-19 stuðulsskipan)

§ 1
Í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 9. februar 2001, løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 46 frá 17. mai 2011, løgtingslóg nr. 45 frá 8. mai 2012, løgtingslóg nr. 71 frá 22. mai 2015 og løgtingslóg nr. 129 frá 20. desember 2016, verða gjørdar hesar broytingar:

1. Aftan á § 12 verður sett:

§ 12 a. Rætt til stuðul hevur sjálvstøðugt vinnurekandi, sum ikki fær rikið sítt virksemi vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðing av COVID-19 kring heimin, og sum teknar trygging móti missi av inntøku av hesum virksemi, tá viðkomandi:

  1. hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár, og
  2. hevur bústað í Føroyum.

Stk. 2. Stuðulin er 115,38 kr. um tíman í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Stuðul verður veittur í sama lutfalli, sum virksemið minkar.
Stk. 3. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð tryggingargjaldið, reglur um inngjald, útgjald, undir hesum útgjaldsdagar, útgjaldskeið, hvørjar upplýsingar hin sjálvstøðugt vinnurekandi skal lata Arbeiðsloysisskipanini, nær og hvussu tær verða latnar og ásetan av freist fyri at lata hesar upplýsingar o.tíl. Eisini kann landsstýrismaðurin áseta, í hvønn mun hin sjálvstøðugt vinnurekandi kann hava A-inntøku, samstundis sum hann fær stuðul, og hvussu stuðulin skal skerjast í mun til hesa inntøku og nærri reglur í hesum sambandi.
Stk. 4. Ásetingarnar í §§ 14-25 b eru ikki galdandi fyri teir í stk. 1 tilskilaðu persónar. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta frávik frá øðrum lógargreinum í løgtingslógini, um hetta gerst neyðugt.”

2. Aftan á § 14 verður sett:

§ 14 a. Rætt til ískoyti til løn hevur persónur, sum er í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, frá tí degi, tá viðkomandi:

  1. er heimsendur av arbeiðsgevara vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðingini av COVID-19 kring heimin, og av hesi orsøk ikki kann uppfylla sína starvsskyldu fult ella partvíst,
  2. hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár, og
  3. hevur bústað í Føroyum.

Stk. 2. Ískoytið er 115,38 kr. um tíman í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Ískoytið verður veitt í sama lutfalli, sum starvsskyldan minkar.
Stk. 3. Tó er ískoyti til lærlingar og onnur undir útbúgving sambært løgtingslóg um yrkisútbúgvingar í mesta lagi tann løn, sum viðkomandi hevur rætt til sambært galdandi sáttmála.
Stk. 4. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, ásetir landsstýrismaðurin í kunngerð reglur um útgjald, undir hesum útgjaldsdagar, útgjaldskeið, hvørjar upplýsingar arbeiðsgevari og starvsfólk skulu lata Arbeiðsloysisskipanini, hvør skal vátta hesar upplýsingar, nær og hvussu tær verða latnar og ásetan av freist fyri at lata hesar upplýsingar o.tíl. Eisini kann landsstýrismaðurin áseta, í hvønn mun starvsfólk kann hava aðra inntøku, samstundis sum tað fær stuðul, og hvussu stuðulin skal skerjast í mun til hesa inntøku og í mun til frítíðarløn, sum starvsfólkið fær, og nærri reglur í hesum sambandi.
Stk. 5. Ásetingarnar í § 14 og §§ 15-25 b eru ikki galdandi fyri teir í stk. 1 tilskilaðu persónar. Um stýrið tekur undir við ásetingunum, kann landsstýrismaðurin í kunngerð áseta frávik frá øðrum lógargreinum í løgtingslógini, um hetta gerst neyðugt.”

§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 12. mars 2020 og fer úr gildi 30. juni 2020.

 

Kunngerð: Persónar á privata arbeiðsmarknaðinum

KUNNGERÐ
um útgjald til persónar, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19

Við heimild í § 14 a, stk. 4 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 18. mars 2020 og í samráð við stýrið fyri ALS, verður ásett:

Fevnd
§ 1. Fevndir av hesi kunngerð eru arbeiðsgevarar á privata arbeiðsmarknaðinum, sum senda starvsfólk heim orsakað av COVID-19, og tey starvsfólk, sum hesir arbeiðsgevarar senda heim av somu orsøk.
Stk. 2. Tað er ein treyt, at starvsfólkið framhaldandi er í starvi hjá arbeiðsgevaranum, hóast arbeiðsskyldan heldur uppat heilt ella partvíst.

Rætt til lønarískoyti
§ 2.
Rætt til lønarískoyti hevur persónur, sum:

  1. er í starvi hjá privatum arbeiðsgevara,
  2. av arbeiðsgevaranum er sendur heim heilt ella partvíst orsakað av COVID-19,
  3. hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár, og
  4. hevur bústað í Føroyum.

Umsókn o.a.
§ 3.
Fyri at starvsfólkið skal koma undir hesa skipan, skal arbeiðsgevarin fylla út og senda Arbeiðsloysisskipanini eitt av Arbeiðsloysisskipanini tilevnað umsóknarblað soleiðis, at tað er Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 7 dagar eftir, at arbeiðsgevarin hevur sent starvsfólkið heim.
Stk. 2. Starvsfólkið hevur skyldu til at fara til arbeiðis eftir tørvi og boðum arbeiðsgevarans. Arbeiðsgevarin boðar Arbeiðsloysisskipanini frá broytingum í arbeiðsskylduni hjá starvsfólkinum.
Stk. 3. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja, at starvsfólkið við sínari undirskrift váttar, at upplýsingarnar, sum eru í umsóknarblaðnum, eru rættar.
Stk. 4. Í serligum førum kann Arbeiðsloysisskipanin víkja frá freistini í stk. 1.

Avgreiðsla og útgjald
§ 4. Lønarískoytið sambært hesi kunngerð er 115,38 krónur um tíman fyri í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Ískoytið verður veitt í sama lutfalli, sum arbeiðsskyldan minkar.
Stk. 2. Ískoytið til lønina verður útgoldið eftir hvørt útgjaldsskeið, ásett av Arbeiðsloysisskipanini. Eitt útgjaldsskeið fevnir um 14 álmanakkadagar og 10 útgjaldsdagar svarandi til tvær arbeiðsvikur.
Stk. 3. Ískoytið til lønina verður, eftir vanligu reglunum í skattalógini um útgjald av A-inntøkum, ávíst starvsfólkinum eftir hvørt útgjaldsskeið, við tí freist, Arbeiðsloysisskipanin hevur fyri neyðini til at avgreiða útgjaldið.

Onnur inntøka
§ 5. Lønarískoytið kann verða skert við øðrum A-inntøkum frá arbeiði, sum starvsfólkið ikki hevði, tá tað var heimsent av sínum arbeiðsgevara, og sum eru innvunnar í útgjaldsskeiðinum.
Stk. 2. Aðrar A-inntøkur skulu upplýsast fyri Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 3. Hevur ella fær starvsfólkið rætt til sjúkradagpening undir sjúku, skal viðkomandi alt fyri eitt boða Arbeiðsloysisskipanini frá hesum, og lønarískoytið verður skert við sjúkradagpeninginum.
Stk. 4. Aðrar A-inntøkur sambært stk. 1 verða umroknaðar til tímar, í hesi kunngerð nevndir arbeiðstímar, sum lønarískoyti ikki verður goldið fyri. Arbeiðstímarnir verða roknaðir sum vunna A-inntøkan í útgjaldsskeiðinum, býtt við 132,69.
Stk. 5. Um tíðarskeiðið, starvsfólkið hevur arbeitt í einum stuðulstíðarskeiði, er longri enn talið av arbeiðstímum, sum verða roknaðir sambært stk. 4, verður lønarískoytið tó ikki goldið fyri hetta tíðarskeið.

Gildiskoma
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 12. mars 2020.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, dagfesting

Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen

 

 

Kunngerð: Sjálvstøðug vinnurekandi

KUNNGERÐ
um rætt til stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi í sambandi við COVID-19

Við heimild í § 12 a, stk. 3 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 125 frá 18. mars 2020 og í samráð við stýrið fyri ALS, verður ásett:

Rætt at tekna trygging
§ 1. Rætt at tekna sjálvbodna trygging sum sjálvstøðugt vinnurekandi og harvið rætt til stuðul sambært hesi kunngerð hevur tann, sum:

  1. hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár,
  2. hevur bústað í Føroyum,
  3. hevur inntøku frá persónligum arbeiði sum sjálvstøðugur vinnurekandi, og
  4. ikki fær rikið sítt virksemi til fulnar vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðing av COVID-19 smittuni.

Umsókn o.a.
§ 2.
Fyri at koma undir hesa trygging skal tann sjálvstøðugi vinnurekandi fylla út og senda Arbeiðsloysisskipanini eitt av Arbeiðsloysisskipanini tilevnað umsóknarblað soleiðis, at tað er Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tann sjálvstøðugi vinnurekandi ikki fær rikið sítt virksemi vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðing av COVID-19 smittuni.
Stk. 2. Í sambandi við umsóknina skal tann vinnurekandi vátta at lúka treytirnar í § 1 í hesi kunngerð og § 2 í kunngerð um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja prógv fyri hesum.
Stk. 3. Tryggingin kann í fyrsta lagi fáa gildi frá tí degi, Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið skrivliga umsókn.
Stk. 4. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini, ásettari í stk. 1 og stk. 3.

Inngjald
§ 3.
Gjaldið fyri tryggingina er kr. 3.000,-.
Stk. 2. Gjaldið verður rindað Arbeiðsloysisskipanini, samstundis sum tryggingin verður teknað.

Útgjald
§ 4. Stuðul sambært hesi kunngerð er 115,38 krónur um tíman fyri í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Stuðul verður veittur í sama lutfalli, sum virksemið minkar.
Stk. 2. Stuðulin sambært hesi kunngerð verður skerdur við inntøkum, sum tann sjálvstøðugi vinnurekandi vinnur sær rætt til, eftir at hann hevur fingið rætt til stuðul. Tað áliggur tryggingartakaranum at boða Arbeiðsloysisskipanini frá aðrari inntøku, tá rætturin til slíka inntøku er vunnin.
Stk. 3. Aðrar inntøkur sambært stk. 2 verða umroknaðar til tímar, í hesi kunngerð nevndir arbeiðstímar, sum stuðul ikki verður goldin fyri. Arbeiðstímarnir verða roknaðir sum vunna inntøkan í útgjaldsskeiðnum, býtt við 132,69.
Stk. 4. Um tíðarskeiðið, tann sjálvstøðugi vinnurekandi hevur arbeitt í einum stuðulstíðarskeiði, er longri enn talið av arbeiðstímum, sum verða roknaðir sambært stk. 3, verður stuðul tó ikki goldin fyri hetta tíðarskeið.

Uppsøgn
§ 5.
Trygging hjá sjálvstøðugum vinnurekandi er galdandi so leingi, løgtingslóg nr. 25 frá 18. mars 2020 um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing er galdandi og í mesta lagi eitt ár frá tí degi, tryggingin er teknað.

Reglur annars
§ 6. Tann tryggjaði hevur skyldu at boða Arbeiðsloysisskipanini frá øllum broytingum í viðurskiftum, sum kunnu ávirka tryggingarviðurskiftini.

Gildiskoma
§ 7.
Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 12. mars 2020.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, dagfesting


Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen

Umsóknarbløð
Øll umsóknarbløðini skulu latast ALS umvegis teldupost á als@als.fo.