Sjálvgreiðslan

Arbeiðsgevarin

Serliga korona-skipanin fevnir um starvsfólk hjá privatum arbeiðsgevarum.

Starvsfólk hjá partafeløgum og smápartafeløgum har landið eigur part ella allan partapeningin, eru eisini fevnd av hesi skipanini.

Starvsfólk hjá landi og kommunum eru ikki fevnd av skipanini og hava tí ikki rætt til útgjald sambært hesi skipan.

Treytir

Treytirnar fyri at starvsfólk hevur rætt til lønarískoyti sambært serligu korona-skipanini eru:

  • at starvsfólkið er í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum
  • at starvsfólkið framvegis er i starvi hjá hesum arbeiðsgevaranum. Tað merkir, at starvsfólkið ikki er sagt úr starvi
  • at arbeiðsgevari hevur sent starvsfólkið heim – fult ella partvíst
  • at orsøkin til, at starvsfólkið er sent heim, er avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðingini av COVID-19, og av hesi orsøk ikki kann uppfylla sína starvsskyldu fult ella partvíst
  • at starvsfólkið ikki er sjúkrameldað.
  • at starvsfólkið ikki er sett ella mælt til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19
  • at starvsfólkið hevur fylt 16 ár men ikki 67 ár
  • at starvsfólkið hevur bústað í Føroyum
Umsókn

Arbeiðsgevarin skal lata Arbeiðsloysisskipanini serligt umsóknarblað, sum skal verða Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 7 dagar eftir, at arbeiðsgevarin hevur sent stavsfólkið heim. Í serligum førum kann Arbeiðsloysisskipanin víkja frá hesi freistini.

Umsóknarblaðið skal latast ALS við telduposti til als@als.fo. Tú finnur umsóknarblaðið her. Arbeiðsgevarar við fleiri enn 20 starvsfólkum kunnu útfylla "Excel umsóknarblaðið"

Uppgev rættar upplýsingar

Arbeiðsgevari hevur skyldu til alt fyri eitt at boða ALS frá, um broytingar eru í arbeiðslutfallinum hjá starvsfólkinum í mun til tað, sum er upplýst í umsóknini.

Tú boðar frá broytingum við at senda eitt teldubræv til als@als.fo

Um tú sum arbeiðsgevari letur ALS skeivar upplýsingar ella tegir um umstøður av týdningi fyri rættindi hjá starvsfólki tínum til lønarískoyti, kunnu upphæddir, sum av órøttum eru útgoldnar, verða kravdar afturgoldnar antin frá starvsfólkinum ella frá tær sum arbeiðsgevara.

Somuleiðis kanst tú sum arbeiðsgevari verða revsað/-ur við sekt ella hefti.

Skyldu at fara til arbeiðis

Starvsfólkið hevur skyldu til at fara til arbeiðis eftir tørvi og boðum arbeiðsgevarans.

Um tú biður eitt heimsent starvsfólk møta, hevur tað skyldu at møta. Tað kann verða nakrar tímar ella meira varandi. Tú hevur skyldu at rinda starvsfólkinum løn fyri tímarnar, tað arbeiðir, og starvsfólkið verður so mótroknað í lønarískoytinum frá ALS (les nærri um mótrokning aðra staðni á hesari síðuni). Verður starvsfólkið boðsent til arbeiðis, skalt tú  upplýsa tað fyri ALS alt fyri eitt, so ALS er ført fyri at mótrokna í lønarískoytinum.

Sjúka og sjúkradagpengar

Hevur ella fær starvsfólkið rætt til sjúkradagpening undir sjúku, skal ALS fráboðast um hetta alt fyri eitt.

Er starvsfólkið sett í sóttarhald, ella verður mælt starvsfólkinum til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19, hevur starvsfólkið ikki rætt til lønarískoyti sambært hesi skipan, og skal boða ALS frá tí alt fyri eitt.

Hevur starvsfólkið rætt til sjúkradagpengar, hevur starvsfólkið ikki samstundis rætt til lønarískoyti frá ALS sambært hesi skipan.

Umsókn
um lønarískoyti (korona)
Umsókn
Arbeiðsgevarar við fleiri enn 20 starvsfólkum kunnu nýta hesa umsóknina um lønarískoyti.
Kunngerð
um útgjald til persónar, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19