Ráðgeving
At gerast arbeiðsleys/ur kann vera ein stór broyting í tilveruni. Brádliga eru nógvir spurningar og kenslur, sum gera seg galdandi. Tað kunnu vera sorg og vreiði um eina uppsøgn, kensla av einsemi eftir at hava mist gerandisdagin við starvsfelagum og praktiskir spurningar, hvussu tú skrivar eina umsókn, og hvørjar reglur eru galdandi í sambandi við arbeiðsloysisstuðul.
Hjá ALS kanst tú fáa ráðgeving. Starvsfólkini hava útbúgving og drúgvar royndir at taka sær av spurningunum í sambandi við arbeiðsloysi og øðrum viðurskiftum, sum kunnu vera knýtt at nýggju støðuni.
Stutt eftir, at tú ert skrásett/ur í ALS, fært tú innkalling til samrøðu, har vit tosa um tína støðu. Men harumframt ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við ALS, um tú hevur spurningar ella tørv á einum práti um tína støðu. Ring á tlf. 349550 ella skriva til als@als.fo og bílegg eitt prát.
Øll nýggj í skipanini verða kallað inn til starvsprát hjá ALS. Hetta hendir vanliga innan fyri ein mánað eftir, at tú ert skrásett/ur arbeiðsleys/ur.
Fyrri parturin av starvsprátinum er felags kunning til teirra, sum eru kallað inn. Her upplýsir ALS um tænastur, m.a. arbeiðstilboð, starvsvenjing og skeið. Eisini verður kunnað um reglur og skyldur, t.d. treytir fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul, og hvat tað inniber at vera tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum.
Seinni parturin er eitt prát hvør sær við eitt starvsfólk hjá ALS. Her tosa vit m.a. um tíni arbeiðsynski, tínar førleikar, hvussu gongst at søkja starv, og um tað eru ávís viðurskifti, tú kundi hugsað tær vegleiðing/ráðgeving í.
Við starvsprátinum fær ALS betri og dagførdar upplýsingar um tína støðu, og hetta gevur betri møguleikar at finna rætta starvið.
Hevur tú brúk fyri ráðgeving? Tú kanst altíð biðja um eina samrøðu við starvsfólk hjá ALS um ymiskar spurningar, sum stinga seg upp í sambandi við arbeiðsloysi. Tað kann t.d. vera vegleiðing til títt CV, ella tú hevur brúk fyri at gjøgnumganga spurningar til eina setanarsamrøðu.
Tú kanst eisini biðja um eitt prát, hevur tú tørv á at tosa um onnur viðurskifti. Til dømis um tú hevur havt eina trupla uppsøgn, ert stúrin og tung/ur í huga ella hevur praktiskar spurningar um fíggjarligu viðurskiftini, nú tú ert arbeiðstøk/ur.
Trýst her og bið um eina samrøðu. Tú kanst eisini ringja til ALS á tlf. 349550 ella senda teldupost til als@als.fo. Tú hoyrir aftur frá okkum skjótast.
Eisini fólk, sum ikki eru arbeiðsleys, kunnu venda sær til ALS. Umhugsar tú at skifta starv ella flyta av landinum at finna nýtt arbeiði, hevur tú møguleika at tosa við okkum um ivaspurningar.
Vit kunnu m.a. vegleiða teg í at skriva umsókn, upplýsa um reglur fyri arbeiðsloysisstuðli uttanlands ella ráðgeva í øðrum spurningum viðvíkjandi einum starvsskifti.
Tú kanst bíleggja eina samrøðu her. Eisini kanst tú ringja til ALS á tlf. 349550 ella senda teldupost til als@als.fo. Vit svara tær sum skjótast.