Virkisráðgevar
Tað er týdningarmikið, at ALS hevur gott innlit í føroyska arbeiðsmarknaðin, og at arbeiðsgevarar kenna møguleikarnar í ALS. Hetta økir møguleikan fyri, at tú fært rætta starvsfólkið, og arbeiðstøk sleppa aftur til verka.
Vit koma fegin út at práta við teg um tykkara tørv á arbeiðsmegi og um, hvørjar tænastur ALS kann veita arbeiðsgevarum.
Ring til ALS á tlf 349550 og bílegg eina vitjan frá okkara virkisráðgevum. Tú kanst eisini bíleggja eina vitjan her. Og so ert tú sjálvandi vælkomin inn á gólvið á Tinghúsvegi 14 í Havn.