02.12.2020
ALS samskiftir umvegis Mínboks
Gjørt skal verða vart við, at ALS frá nú av í stóran mun fer at samskifta við viðskiftafólk okkara umvegis Mínboks á Vanganum hjá Talgildu Føroyum. Tað merkir, at skrivligt samskifti í høvuðsheitum fer umvegis Vangan, men tað fer kortini eyðsæð at bera til at ringja til okkara ella senda okkum teldupost, um okkurt er á vási.
Tað er ókeypis at brúka Mínboks á Vanganum. Tú kanst rita inn umvegis www.vangin.fo. Á Vanganum ritar tú inn við Samleikanum. Les meira um hvussu tú brúkar Samleikan og tekur appina niður á www.samleikin.fo.
Hevur tú ikki Mínboks, fær tú bræv frá okkum sum vanligan post, men samskiftið verður munandi skjótari og lættari, um tú hevur Mínboks.
Onnur tíðindi