Sjálvgreiðslan

Fiskavirkisskipanin

Um skipanina

Fiskavirkisskipanin er eitt slag av arbeiðsloysisstuðli, sum fevnir um tíðarbundið arbeiðsloysi á fiskavirkjum.

Skipanin tryggjar starvsfólki arbeiðsloysisstuðul, um steðgur er í arbeiðinum á virkinum vegna vantandi feska rávøru ella líknandi umstøður.

Fyri at fáa stuðul gjøgnum fiskavirkisskipanina skal virkið, har tú starvast, vera góðkent av ALS at hoyra undir fiskavirkisskipanina.

Treytir til virkið

Fyri at koma undir fiskavirkisskipanina skulu fiskavirki:

  • støðugt fáast við tilvirking av fiski ella fiskaúrdráttum.

  • tíðarskeiðini, har virkið hevur støðuga tilvirking, skulu í minsta lagi ætlast at vera 6 mánaðir næsta 12 mánaða skeiðið. Hvørt tíðarskeið skal ætlast at vara longur enn 2 mánaðir.
  • hava løggilding ella samsvarandi góðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til tilvirking av fiski.

  • upplýsa ALS um ætlaða talið á starvsfólkum, ið verða knýtt at fiskavirkisskipanini. Upplýsta talið á starvsfólkum má samsvara við tilvirkingarorkuna í vanligu framleiðslutíðini hjá virkinum.

  • boða ALS frá øllum broytingum, sum ávirka møguleikarnar til støðuga tilvirking.

Fiskavirki skulu senda ALS skrivliga umsókn um at koma undir fiskavirkisskipanina saman við neyðugum skjalprógvum.

Treytir til starvsfólk

Fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul gjøgnum fiskavirkisskipanina skalt tú vera send/ur heim vegna tíðarbundnan steðg og skalt lúka vanligu treytirnar um at vera tøk/tøkur á arbeiðsmarknaðinum til eitt og hvørt arbeiði

Tú ert ikki at meta sum arbeiðsleys/ur á fiskavirki, um tú:

  • ert í útbúgving í vanligu arbeiðstíðini

  • ert sjálvstøðugt vinnurekandi

  • hevur setanarligt tilknýti til aðrar arbeiðsgevarar meira enn 10 tímar um vikuna

  • hevur arbeitt meira enn 10 tímar um vikuna hjá øðrum arbeiðsgevarum 8 vikur á rað

  • 4 vikur á rað ikki hevur havt í minsta lagi 16 arbeiðstímar á fiskavirkinum

  • fært vanligan arbeiðsloysisstuðul
Tíðarbundin steðgur

Tíðarbundin steðgur er, tá ið steðgur er í arbeiðinum á virkinum vegna vantandi feska rávøru ella aðrar tílíkar umstøður.

Verður tú send/ur heim av øðrum orsøkum enn vantandi feskari rávøru ella tílíkum, sum í mesta lagi varir 2 vikur, lýkur tú somuleiðis treytirnar at fáa stuðul gjøgnum fiskavirkisskipanina.

Varir steðgurin longur enn 2 vikur, fært tú ikki longur stuðul eftir hesari skipanini.

Soleiðis søkir tú

Tá ið tú søkir um stuðul úr fiskavirkisskipanini, útfyllir tú eitt umsóknarblað, sum tú fært her á heimasíðuni ella við at venda tær til ALS.

Í umsóknini kunnar tú m.a. um, nær tú fekst fast starv á fiskavirkinum, um tú arbeiðir fulla tíð ella parttíð, og um arbeiðsroyndir og útbúgvingar. Haraftrat skalt tú í umsóknini hava eina váttan frá virkinum um, at tú starvast hjá teimum.

Stuðulin verður útgoldin frá tí degi, ALS hevur móttikið umsóknina frá tær – væl at merkja, um tú lýkur treytirnar fyri at fáa stuðul.

Hetta fært tú

Arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður út eftir lønarinntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn tú fyrstu ferð hevur rætt til útgjald eftir fiskavirkisskipanini. Hetta verður nevnt útrokningargrundarlagið.

Stuðulin er 80% av útrokningargrundarlagnum. Útrokningargrundarlagið verður roknað av nýggjum 1. januar á hvørjum ári. Nýggja útrokningargrundarlagið kann ongantíð verða lægri enn fyrsta útrokningargrundarlagið.

Kemur tú aftur í fiskavirkisskipanina eftir at hava verið útmeldað/ur úr skipanini, kann tað ávirka útgjaldið, tí útgjaldið altíð verður roknað út eftir inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn tú fyrstu ferð hevur rætt til útgjald eftir fiskavirkisskipanini.

Er minni enn eitt ár síðan, tú seinast fekst útgjald frá ALS – antin úr fiskavirkisskipanini ella vanligu skipanini – verður seinast nýtta útrokningargrundarlag brúkt, um tað er hægri enn tað nýggja.

Útgjaldsskeiðini fevna um 2 vikur, men stuðulin verður roknaður fyri hvørja viku sær. Stuðulin verður roknaður frá og við 9. arbeiðsloysistíma, og tað ber í mesta lagi til at fáa arbeiðsloysisstuðul fyri 32 tímar – svarandi til 4 dagar um vikuna.

Er A-inntøkan hjá tær frá fiskavirkinum og/ella øðrum arbeiðsgevara hægri enn ein vanlig arbeiðsmannavikuløn, verður tann parturin, sum er oman fyri vikulønina, umroknaður til tímar, ið skerja arbeiðsloysisstuðulin.

Arbeiðir tú parttíð, ella arbeiðir tú á fiskavirki, sum ikki er fevnt av fiskavirkisskipanini fulla tíð, fært tú stuðul samsvarandi hesum.

Hesi skulu lata FV-kortið inn

Øll, sum hava rætt til stuðul sambært fiskavirkisskipanini, skulu lata inn FV-kort. Tó er bara neyðugt at lata FV-kortið inn tey skeið, ið tú hevur rætt til útgjald frá ALS.

FV-dagar

FV-kortið skal latast inn á fiskavirkinum ella til ALS teir dagar, sum eru ásettir av ALS. Teir verða kallaðir FV-dagar.

Árið er býtt sundur í útgjaldsskeið, og fyri hvørt skeið, tú hevur rætt til útgjald, skalt tú lata inn FV-kortið. Í hvørjum útgjaldsskeiði eru 14 álmanakkadagar og í mesta lagi 8 útgjaldsdagar – 4 í hvørjari viku.

Vanliga eru FV-dagarnir mánadag til fríggjadag í vikuni eftir, at skeiðið er lokið. Sí ALS-kalendaran.

Lat inn rættstundis

Tað er sera umráðandi, at FV-kortið verður latið inn teir dagar, sum ALS hevur ásett – hvørki fyrr ella seinni. Verður kortið t.d. latið inn ein dag ov tíðliga ella tveir dagar ov seint, missir tú stuðulin í ávikavist ein og tveir dagar.

So tað ræður um at lata FV-kortið inn rættstundis.

Dagarnir, tá ið FV-kortið skal latast inn, verða nevndir FV-dagar. Virkið, tú arbeiðir hjá, hevur eitt yvirlit yvir, nær hesir dagar eru.

Tú og fiskavirkið vátta

Tað er bara tú sjálv/ur, sum hevur loyvi at útfylla, undirskriva og lata FV-kortið inn til virkið ella ALS.

Virkið váttar, at upplýsingarnar, tey hava givið á FV-kortinum, eru sannar. Og tú váttar, at allar upplýsingarnar á kortinum eru rættar – bæði tínar egnu og tær frá virkinum. Eisini váttar tú, at upplýsingar frá møguligum øðrum arbeiðsgevarum eru rættar.

Kvittanin er tín ábyrgd

Tá ið tú letur FV-kortið inn á fiskavirkinum, verður kortið móttøkustemplað, og tú fært eina kvittan. Kvittanin er eisini móttøkustemplað, og hon er tín trygd fyri, at tú hevur latið kortið inn rættstundis.

Tað ávirkar ikki útgjaldið, um fiskavirkið letur ALS FV-kortini ov seint. Í ringasta føri hevur hetta við sær, at útgjaldið verður seinkað.

Er FV-kortið skeivt útfylt, ella vanta upplýsingar, fært tú kortið aftur. Stuðul verður ikki útgoldin, fyrr enn alt er í lagi.

Umsókn
Tak umsóknina um arbeiðsloysisstuðul til arbeiðsleys á fiskavirkjum niður her
Umsókn (virkir)
Tak umsóknina um upptøku í FV-skipanina niður her
Application
Application for unemployment benefit for fish factory workers (english version)