Sjálvgreiðslan

Treytir fyri arbeiðsloysisstuðli

Treytir fyri arbeiðsloysisstuðli

Høvuðstreytin fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul er, at tú ert uttan arbeiði og tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum. Tey, sum ikki eru tøk á arbeiðsmarknaðinum, hava ikki rætt til arbeiðsloysisstuðul.

Tú skalt:

  • kunna prógva, at tú ert arbeiðsleys/ur
  • vera tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum allastaðni í Føroyum
  • hava fylt 16 ár, men ikki 67
  • búgva í Føroyum
  • vera før/ur fyri at arbeiða

At vera arbeiðsleys/ur merkir, at tú:

  • ikki hevur tilknýti til nakran arbeiðsgevara. Hetta prógvar tú við uppsøgn til ella frá seinasta arbeiðsgevara.

At vera tøk/ur merkir, at tú:

  • kanst átaka tær eitt og hvørt arbeiði
  • kanst byrja arbeiðið dagin eftir, at tað er ávíst
  • kanst møta hjá ALS dagin eftir, at tú ert boðsend/ur
  • váttar arbeiðsloysi í Sjálvgreiðsluni
  • sjálv/ur søkir arbeiði
  • hevur barnaansingarloysn

Arbeiðsfør/ur merkir:

  • at tú ert frísk/ur og uttan avmarkingar kanst átaka tær eitt og hvørt fulldagsstarv, sum tú hevur fakligan førleika til. Forðar heilsan tær at gera ávíst arbeiði, skalt tú hava læknaváttan um, at arbeiðsførleikin er avmarkaður. 

Tú fellur uttan fyri ALS, um tú m.a:

  • ert í barnsburðarfarloyvi
  • hevur rætt til sjúkradagpening
  • hevur rætt til útbúgvingarstuðul
  • hevur rætt til avlamispensjón
  • hevur rætt til samsýning fyri at ansa óhjálpnum heima
Arbeiðstøk/ur í øllum landinum

Tú skalt vera tøk/ur til eitt og hvørt arbeiði, sum tú hevur fakligan førleika til, allastaðni í Føroyum.

Er eitt arbeiði tøkt á Viðareiði, sum krevur júst tínar førleikar, og ALS ávísir tær hetta, skalt tú sum útgangsstøði vera til reiðar at fara til arbeiðis har, hóast tú býrt í Havn – ella øvugt.

ALS roynir tó altíð fyrst at finna persónar við ávísu førleikunum í økinum, har arbeiðið er, men kann ALS ikki vísa á persón í økinum, verður leitað aðrastaðni.

Tá ið tú ert arbeiðsleys/ur, eru eingi fakmørk. Tú kanst ikki nokta at átaka tær arbeiði við teirri grundgeving, at tú hevur ov góða útbúgving ella ov nógvar arbeiðsroyndir.

Sjálvandi eru størv, sum krevja serliga útbúgving ella serkunnleika. Ein arbeiðsleysur dekkari verður t.d. ikki settur at undirvísa á studentaskúla, um hann ikki hevur førleika til hetta arbeiðið.

Serlig undantøk

ALS kann í serligum førum gera undantak frá kravinum um, at tú skalt vera arbeiðstøk/ur í øllum landinum og til øll arbeiðstilboð.

Undantak kann gerast um:

  • lønin fyri ávísta arbeiðið er lægri enn sáttmálalønin fyri slíkt arbeiði.

  • daglig ferðing til og frá arbeiði ikki er møgulig, og bústaðaviðurskiftini á staðnum, har arbeiðið er, eru sera vánalig.

  • talan er um sera vánaligar ferðamøguleikar til og frá arbeiði, og viðkomandi stendur einsamallur/einsamøll við ábyrgdini av børnum í og undir skúlaaldur.

Legg tær í geyma, at ALS má gera eina ítøkiliga meting, um og nær talan er um serligar umstøður.

Skáseting sum arbeiðssøkjandi

Tá ið tú fært arbeiðsloysisstuðul, verður tú skrásett/ur sum arbeiðssøkjandi í arbeiðsávísingini hjá ALS. Har verða arbeiðsroyndir, útbúgving og aðrir fakligir førleikar skrásett.

Arbeiðsgevarar venda sær til ALS, tá ið teimum tørvar fólk. Funnið verður fram til fólk við neyðugu førleikunum, sum fáa boð um at venda sær til arbeiðsgevaran. Arbeiðsgevarin boðar síðani ALS frá, hvør er møtt/ur til setanarsamrøðu, og hvør hevur fingið starvið.

Um tú fært eitt arbeiðstilboð, og ein arbeiðsgevari ynskir at fáa teg í starvið, krevur ALS, at tú møtir til arbeiðis dagin eftir, at tú hevur fingið arbeiðstilboð. Noktar tú uttan haldgóða grund at taka av arbeiðinum, sum ALS ávísir, fært tú karantenu í 4 vikur, aðru ferð 8 vikur og triðju ferð 12 vikur. Í karantenuni fært tú ongan arbeiðsloysisstuðul. Eisini verður ein meting gjørd, um tú framhaldandi hevur rætt til arbeiðsloysisstuðul.

Persónar, sum ikki fáa arbeiðsloysisstuðul, kunnu eisini lata seg skráseta í arbeiðsávísingini hjá ALS, um teir hava føroyskt p-tal.

Tú skalt søkja arbeiði

Ein treyt fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul er, at tú gert nakað sjálv/ur fyri at finna tær starv. ALS kann biðja um prógv um, at tú søkir størv, sum verða lýst leys. Á starv.fo er eitt dagført yvirlit yvir leys størv.

Hevur tú brúk fyri vegleiðing til at skriva starvsumsókn, CV og annað, ert tú vælkomin at venda tær til ALS. Vit eru altíð fús at hjálpa.

Fyrifallandi arbeiði

Tú kanst átaka tær og hava fyrifallandi arbeiði, samstundis sum tú ert í ALS. Tú mást tó minnast til at upplýsa tað, tú arbeiðir. Tað ger tú, tá ið tú váttar arbeiðsloysi í Sjálvgreiðsluni, upplýsir tú arbeiðstímar og inntøku íroknað frítíðarløn. Arbeiðsloysisstuðulin verður síðani skerdur í mun til hetta.

Men so leingi tú fært stuðul frá ALS, hevur tú skyldu at vera tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum. Tú mást altso framvegis vera fús/ur at átaka tær arbeiði, sum ALS vísir á.

Arbeiðir tú so mikið, at tú forvinnur meiri enn arbeiðsloysisstuðulin, og tú tí onki útgjald fært frá ALS 4 útgjaldsskeið á rað, steðgar arbeiðsloysisstuðulin. Tá verður mett, at tú ikki ert arbeiðstøk/ur longur. Vend tær til ALS, um tú hevur spurningar ella ivast í, hvussu nógv tú kanst arbeiða, meðan tú ert í ALS.

Feria

Tú hevur lógarfestan rætt til feriu við løn. Ferian er tilsamans 5 vikur, og frítíðarárið byrjar 2. mai. Í feriuni fært tú útgjald frá ALS sum vanligt, og tú skalt ikki vera tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum.

Minst til at boða ALS frá í minsta lagi 14 dagar, áðrenn ferian byrjar. Boða frá gjøgnum Sjálvgreiðsluna, í telduposti til als@als.fo ella við brævi.

Hevur tú arbeitt í innvinningarárinum, sum er frá 1. apríl til 31. mars, eigur tú frítíðarløn til góðar. Fært tú frítíðarløn, meðan tú ert arbeiðsleys/ur, verður stuðulin skerdur.

starv.fo
Á starv.fo finnur tú hópin av starvslýsingum. Dagliga verða nýggjar lýsingar lagdar á starv.fo.
Umsóknarblað
Her kanst tú heinta niður umsóknarblaðið um arbeiðsloysisstuðul.
Kunngerðin
Tú kanst lesa nærri um treytir í útgjaldskunngerðini.