Sjálvgreiðslan

Skeið í at skriva umsókn og CV

24.01.23 týsdagur 09:00

  • Byrjað verður við morgunmati
  • Okkurt til matna verður umleið kl. 12.00
  • Kaffi, te og okkurt søtt verður bjoðað seinnapartin

Umsóknin
Fá íblástur til at skriva tína umsókn, so hon er góð og serlig fyri júst teg. Eina umsókn sum er beinrakin til tað starv, sum tú søkir og ynskir tær.

  • Nógv um umsóknir (og alternativar umsóknir)
  • Ver sjónlig/ur
  • Hvat skal ein umsókn innihalda
  • Óumbiðin umsókn
  • Uppgávur. Vit lesa umsóknir og tosa saman um, hvat er gott og hvat kann vera betur
  • Styrkir - hvørjar styrki eru við aldri tínum - persónilgar, fakligar og sosialar
  • Hvat hyggja arbeiðsgevarar serliga eftir, tá fólk søkja størv
  • Annað

CV

  • Vit tosa um CV'ið - hvat tað er fyri nakað, og hvat eugur at vera við í CV'num
  • Og hvussu neyðugt tað er at hava eitt dagført CV
  • Vangamynd orðingar
  • Dømir við væl uppsettum sniði
  • LinkedIn

Tíð og stað: Fjølsmiðjan hjá ALS (gamla Losjan), Tinghúsvegur 16 í Tórshavn, týsdagin 24. januar kl. 09.00 - 15.00, inngongdin til Fjølsmiðjuna er frá Bøkjarabrekku.

Undirvísari: Sam Jakobsen.

Persónlig uppfylging verður eftir skeiðið, har arbeitt verður við tínari umsókn og tínum CV.

Fólk, ið fáa útgjald frá ALS, hava framíhjárætt at luttaka. Skeiðið er ókeypis.

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 23. januar. Bert nøkur pláss eru tøk, so skunda tær at melda til her: https://als.atgongumerki.fo/webshop/event/1883918/order/info