Sjálvgreiðslan

Skeið í at skriva umsókn og CV

02.11.22 mikudagur 09:00

Fá íblástur til at skriva tína umsókn, so hon er góð og serlig fyri júst teg. Ein umsókn sum er beinrakin til tað starv, sum tú søkir og ynskir tær.

Vit tosa um CV'ið - hvat tað er fyri nakað, og hvat eigur at vera við í CV'num. Og hvussu neyðugt tað er at hava eitt dagført CV.

Tíð og stað: Fjølsmiðjan hjá ALS (gamla Losjan), Tinghúsvegur 16 í Tórshavn, mikudagin 2. november kl. 09.00 – 15.00, inngongdin til Fjølsmiðjuna er frá Bøkjarabrekku.

Vit byrja við morgunmati og fáa ábit á døgurða.

Undirvísari: Sam Jakobsen.

Persónlig uppfylging verður eftir skeiðið, har arbeitt verður við tínari umsókn og tínum CV.  Fólk, ið fáa útgjald frá ALS, hava framíhjárætt at luttaka. Skeiðið er ókeypis.

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 31. oktober. Bert nøkur pláss eru tøk, so skunda tær at melda til her:

https://als.atgongumerki.fo/webshop/event/1676782/order/info