Sjálvgreiðslan

Skeið: Fá gagn av tínum styrkjum

19.11.18 mánadagur 13:15

Tveir daga skeið fyri øll áhugað, sum eru í ALS.

Á skeiðnum verða upplegg, bólkauppgávur og einstaklingauppgávur. Tú fært høvið at nýta tín kreativitet, títt hugflot, tíni samstarvsevni og tíni evni at hugsavna teg.

Upplegginin taka støði í karakterstyrkjunum hjá VIA (sí www.viacharacter.org).

Arbeitt verður við at læra um styrkirnar hjá tær, og hvussu tær kunnu koma meiri í spæl, bæði í arbeiðshøpi og sum heild í munt til trivnað.

Vit nýta stuttligar og kveikjandi uppgávur sum part av undirvísingini.

Endamálið er, at luttakararnir eftir skeiðið duga betri at seta orð á egnar styrkir og fáa ítøkilig hugskot til, hvussu tey kunnu gagnnýta styrkirnar.

TTK: Gransking vísir, at tað eru nógvir fyrimunir við at arbeiða við sínum styrkjum. Tá vit brúka okkara styrkir:

  • Røkka vit lættari okkara málum
  • Gerast vit meiri eldhugað
  • Betrar tað um persónlig sambond við onnur og parlagið
  • Betrast lívsgóðskan
  • Eru vit í størri mun á arbeiðsmarknaðinum
  • Eru vit longri í sama starvi (trívast betri)
  • Fáa vit meiri burturúr av tí vit seta okkum fyri

Vælkomin á skeið. Skeiðið er ókeypis, tryggja tær pláss skjótast tilber.

Nær: 19. og 20. november 2018

Hvar: ALS, Tinghúsvegur 14, 100 Tórshavn

Undirvísari: Fía Lindenskov, kveikjari

Tilmeldingarfreist: Hósdagin 15. november 2018

Tú meldar teg til við at senda ein teldupost til fia@als.fo.