Sjálvgreiðslan

Lær at skriva umsókn/CV

23.04.18 mánadagur 09:00

Skeið í at seta sær mál, at skriva umsókn og CV og at fara til setanarsamrøðu

Vælkomin á 2-daga skeið í at seta tær mál, at skriva umsókn og CV.

At seta sær mál:
At seta sær mál og at náa mál, eru sera góðir førleikar at hava.

Søgan vísir, at tey mest succesfullu hava verið tey, summentu teirra førleikar til at uppnáða tað, sum tey settu sær fyri.
Vit brúka GoalMapping, sum er eitt sera gott amboð til atseta tær mál og til at náa tíni mál og dreymar.

GoalMapping hevur síðani 1995 hjálp yvir 3 mill fólkum tilat venda dreymum til verunleika.

Umsókn og CV:
Fá íblástur til at skriva eina góða umsókn, sum er júst tínumsókn og serlig fyri júst teg.

Og sum er beinrakin til tað starv, sum tú søkjur og ynskjurtær.

Lær at skilja teg frá øðrum umsøkjarum

Vit tosa um CV'ið - hvat er tað fyri nakað, og hvat eigur atvera við í CV'num?

Og hvussu neyðugt tað er at hava eitt uppdaterað CV.

Skeiðið er mánadagin og týsdagin 23 + 24 apríl  kl.09.00 - 15.00 í Fjølsmiðjuni hjá ALS, Tinghúsvegur 7 í Tórshavn

Tilmeldingarfreistin er 16. apríl

Tú meldar til her.