FV-kortið flytur á Vangan
ALS heldur fram við talgildu menningini. Fyri stívliga einum ári síðani løgdu vit okkara fyrstu tænastur á Vangan, og nú er tíðin komin til næsta týðandi stig: Frá 1. januar 2026 verður FV-kortið partur av Vanganum.
Hetta merkir, at limir í fiskavirkisskipanini nú kunna vátta arbeiði á fiskavirki beinleiðis á Vanganum. Bláa FV-kortið fer í søguna, og broytingin ger tað bæði lættari og skjótari hjá viðskiftafólkum at lata ALS neyðugar upplýsingar í sambandi við útgjald av stuðli úr fiskavirkisskipanini.
Broytingin ger tað eisini munandi lættari hjá fiskavirkjunum, sum ikki longur skulu prenta upplýsingar á FV-kortini og senda tey við posti til ALS.
Ein onnur broyting frá 1. januar er, at tey, sum vátta arbeiði á fiskavirki á Vanganum, fáa útgoldið stuðul hvørja viku, um tey vátta rættstundis.
Vit eru fegin um at kunna bjóða eina nýmótans, trygga og brúkaravinarliga loysn, sum gevur okkara viðskiftafólkum betri yvirlit og betri atgongd til teirra egnu upplýsingar – alt savnað á Vanganum.
Kunning og vegleiðing er á heimasíðuni.
Deil- FV-kortið flytur á Vangan 31.12.2025
- Holiday Opening Hours 11.12.2025
- Upplatingartíðir um jólini 11.12.2025
- Nýtt ALS-stýri 03.10.2025
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 14. juli - 1. august 02.07.2025
- Summer Holidays: The Office is closed from July 14th to August 1st 02.07.2025
- 2024 gjørdist enn eitt gott ár hjá Arbeiðsloysisskipanini 20.05.2025
- Vitja ALS á JobMatch 23.12.2024
- Upplatingartíðir um jólini 12.12.2024
- Holiday Opening Hours 12.12.2024
- ALS er nú á Vanganum 16.09.2024
- ALS is now on Vangin 16.09.2024
- Summer Holidays: The Office is closed from July 15th to August 2nd 19.07.2024
- 2023 gjørdist eitt gott ár hjá Arbeiðsloysisskipanini 11.07.2024
- ALS-gjaldið og hækkaði fólkapensjónsaldurin 28.06.2024
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 15. juli - 2. august 25.06.2024
- Minst til at fráboða feriu 11.06.2024
- ALS-gjaldið lækkaði 1. januar 28.12.2023
- Upplatingartíðir um jólini 15.12.2023
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 17. juli - 4. august 07.07.2023
- Minst til at fráboða feriu 19.06.2023
- Avlop hóast stóran miss av fíggjarognunum 31.05.2023
- Upplatingartíðir um jólini 19.12.2022
- Metlágt arbeiðsloysi 05.09.2022
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 18. juli - 5. august 14.07.2022
- Jobmatch millum føroyskar arbeiðsgevarar og ukrainskar flóttar 12.05.2022
- Upplatingartíðir um jólini 15.12.2021
- Summarfrí: Avgreiðslan stongd 19. juli - 6. august 05.07.2021
- Skrivstovan í Saltangará letur aftur 16.02.2021
- Útgjaldið verður á kontu í morgin, 3. februar 02.02.2021
