Innrita á Vangan
Undirsíða Flakakvinna

Vátta arbeiði á fiskavirki

Tú váttar arbeiði á fiskavirki á Vanganum. Trýst á knøttin niðanfyri fyri at fara víðari til sjálvgreiðsluna hjá fiskavirkisskipanini á Vanganum.

Vátta arbeiði á fiskavirki


Sí vegleiðing á YouTube

 

Ynskir tú meiri kunning um m.a. nær tú skalt vátta arbeiði á fiskavirki, týdningin av at vátta rættstundis v.m. trýst her

Samleikin
Fyri at rita inn á Vangan, skalt tú hava Samleikan hjá tær. Um tú ikki hevur Samleikan, kanst tú lesa nærri um, hvussu tú fært Samleikan, her https://www.samleikin.fo/fo/fa-taer-samleikan/fa-samleikan

Gjørt skal vera vart við, at tað kunnu ganga 2-3 yrkadagar, áðrenn tú fært Samleikan.

Bláa FV-kortið kann nýtast til og við 31. apríl
Bláa FV-kortið kann framvegis nýtast til 31. apríl 2026, so tú hevur góðar stundir at fáa tær Samleikan, um tú ikki longu hevur hann. Vit mæla tó til at taka nýggju loysnina í brúk so skjótt sum tilber. Eftir 31. apríl fer ikki longur at bera til at lata bláa FV-kortið inn.

Hevur tú nakrar spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tel. 349550 ella á teldupost als@als.fo.

Deil