Sjálvgreiðslan

Skeið í at skriva umsókn og CV og at fara til setanarsamrøðu

04.03.20 mikudagur 09:00

Mikudagin og hósdagin 4. - 5. mars kl. 09.00 - 15.00 verður skeið í Losjuni hjá  ALS, Tinghúsvegur 16 í Tórshavn.

UMSÓKN og CV
Fá íblástur til at skriva eina góða umsókn, sum er júst tín umsókn og serlig fyri júst teg. Ein umsókn sum er beinrakin til tað starv, sum tú søkir og ynskir tær.

Vit tosa um CV'ið - hvat er tað fyri nakað, og hvat eigur at vera við í CV'num? Og hvussu neyðugt tað er at hava eitt dagført CV.

SETANARSAMRØÐAN:
Tú fært nógv góð ráð og íblástur til, hvussu ein setanarsamrøða eydnast væl, og hvussu tú klárar teg væl til samrøðuna.

Tú lærir m.a. um kropsmál og um hvussu best er at bera seg at.

Vit venja samrøður og geva persónliga afturmelding.

Tilmeldingarfreistin er 2. mars

Melda til her: https://innrita.tilmelding.fo/registration_step1.php?e=b4f90d5a27a083eb30e7375ee8e8ee01