Sjálvgreiðslan


29.06.2020

Koronaskipanin: Onki útgjald í uppsagnartíðini

Fríggjadagin 19. juni 2020 samtykti Føroya Løgting at leingja serligu korona-skipanina hjá ALS fram til 31. august 2020.

Saman við leingjanini gjørdi løgtingið eisini nakrar broytingar í skipanini.

Ein broyting er, at starvsfólk, sum eru søgd úr starvi, ikki longur kunnu fáa lønarískoyti úr korona-skipanini í uppsagnartíðini. Tað merkir, at arbeiðsgevari, sum hevur sagt fólk úr starvi, sjálvur eigur at rinda starvsfólki løn í uppsagnartíðini og annars halda aðrar skyldur í uppsagnartíðini.

Í hesum sambandi er tað sera umráðandi, at arbeiðsgevarar boða ALS frá, um teir hava sagt starvsfólki, sum eru í korona-skipanini, úr starvi og um so er, hvørji starvsfólk talan er um, hvør uppsagnardagurin er, og nær uppsagnartíðin er úti.

Heitt verður á arbeiðsgevarar at boða okkum frá alt fyri eitt, um starvsfólk verða søgd úr starvi. Lógin heimilar ikki ALS at rinda fólki, ið eru søgd úr starvi, lønarískoyti aftan á 30. juni 2020. Ov nógv útgoldið lønarískoyti verður kravt aftur frá arbeiðsgevaranum hjá viðkomandi starvsfólki, og tí er tað sera týdningarmikið, at arbeiðsgevarin fráboðar rætt og til tíðina.



Onnur tíðindi