Sjálvgreiðslan


24.06.2019

Arbeiðsloysið lækkaði aftur í 2018

Arbeiðsloysið í 2018 helt fram at lækka í fjør, og var tað lægsta í tíggju ár, og fólk steðgaðu styttri í skipanini enn undanfarin ár.

Roknskapurin fyri 2018 er nú tøkur, og hann vísir eitt avlop á 131,3 mió. Krónur.

Nógv ferð er enn á búskapinum, og arbeiði er til mest sum allar hendur. Ongantíð áður hava so nógvir løntakarar verið í Føroyum, og ongantíð áður hava samlaðu lønargjald­ingar­nar verið so stórar sum seinasta árið.

Jaliga gongdin sæst aftur í ársroknskapinum hjá ALS, sum varð samtyktur av stýrinum fyri ALS í gjár.

Samlaðu inngjøldini settu aftur met í 2018. Tey gjørdust samanlagt 231,9 mió. krónur, sum er tað mesta nakrantíð.

Samlaðu útgjøldini vóru 10,6 mió. krónur lægri enn árið fyri. Tey vóru 71,3 mió. krónur, sum er tað lægsta, útgjøldini hava verið síðani 2009.

Tað eru serliga útgjøldini av vanligum arbeiðsloysisstuðli, sum eru minkaði nógv hesi árini, meðan útgjøldini um fiskavirkisskipanina hinvegin vuksu nakað í 2018. Útgjøldini um fiskavirkisskipanina vuksu úr 15,4 mió. krónum í 2017 upp í 17 mió. krónur í 2018. Ein vøkstur á stívliga 10%.

Tekniska úrslitið – tað er munurin millum samlaðu inngjøldini og samlaðu útgjøldini – gjørdist eitt avlop á 160,6 mió. krónur. Í mun til 137,7 mió. krónur í 2017.

Talið av ársverkum minkaði við tveimum ársverkum í 2018, og starvsfólkakostnaðirnir lækkaðu við 700 tús. krónum niður í 14,8 mió. krónur.

Tað er vorðið alsamt bíligari at reka ALS hesi seinastu nógvur árini. Samlaðu rakstrarkostnaðirnir vóru 5,1 mió. krónur í 2018, sum er 700 tús. krónur minni enn árið fyri. Rakstrarkostnaðirnir í 2018 vóru teir lægstu í 11 ár.

Samlaðu fíggjarognirnar vóru 648,8 mió. krónur við árslok í 2018. Avkastið av fíggjarognunum var ikki gott, og tað gjørdist ein missur á 8,3 mió. krónur.

Ársúrslitið í 2018 var eitt avlop á 131,3 mió. krónur, sum er 6,6 mió. krónur meiri enn í 2017.

Eginognin, sum minkaði úr 714 mió. krónum niður í 307 mió. krónur tey fýra árini frá 2009 til 2013,  var við árslok í 2018 komin upp á 711 mió. krónur. Harvið er øll minkingin árini frá 2009 til 2013 vunnin innaftur.

Stýrið og dagliga leiðslan eru væl nøgd við úrslitið og vísa á, at jaliga gongdin í samfelagnum yvirhøvur sæst aftur í góða úrslitinum, sum eisini ber boð um, at tær broytingar, sum eru gjørdar í skipanini seinastu árini til tess at tryggja langtíðar haldførið hjá skipanini, hava givið ætlaðu og neyðugu úrslitini.



Onnur tíðindi