Sjálvgreiðslan

Fært tú fólk at røkka á mál?

Starvsráðgevi til Arbeiðsmarknaðardeildina

Megnar tú at kveikja onnur? Dugir tú at fáa fólk og arbeiðsgevarar at taka av  møguleikum? So ert tú kanska rætti persónurin til at vera starvsráðgevi hjá ALS.

Uppgávan sum starvsráðgevi er at ráðgeva viskiftafólkum, soleiðis at tey sum skjótast koma út aftur á arbeiðsmarknaðin.

Høvuðsinnihaldið í starvinum verður at hava samrøður við nógv og sera ymisk fólk, sum standa á gáttini til nýggj størv, og sum kunnu hava avbjóðingar, sum teimum tørvar ráðgeving at loysa. Tú fert at veita neyðugu ráðgevingina til loysnir. Tí er týdningarmikið, at tú megnar at hava truplar samrøður og hevur útbúgving, eftirútbúgving ella starvsroyndir, sum hava givið tær góðar samskiftis- og samrøðuførleikar.

Vit vænta eisini, at tú:

  • Dámar at vera partur av einum toymi
  • Hevur innlivingarevni og brennir fyri at gera mun
  • Dugir at møta fólki, sum standa á einum vegamóti
  • Megnar at arbeiða við forðingum og at síggja møguleikar
  • Megnar at seta og røkka málum saman við viðskiftafólkinum
  • Hevur fyrisitingarligar royndir og hevur kunnleika til notatskyldu og journalisering

ALS bjóðar tær eitt spennandi og gevandi starv í einum livandi umhvørvi, har tú veruliga fært møguleika at gera mun. Á Arbeiðsmarknaðardeildini starvast sjey fólk í einum sterkum samansjóðaðum toymi, har góðir møguleikar eru fyri førleikamenning.

Starvið er fulla tíð, og lønin er sambært avtalu.

Freistin at søkja starvið er 12. mai kl. 12.00, og vit miða ímóti, at nýggi starvsráðgevin byrjar skjótast gjørligt.

Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til birita@als.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um tú vilt vita meira, set teg so í samband við Høgna í Stórustovu, deildarleiðara, á tel. 299502 ella á hognis@als.fo.

Vit gleða okkum at frætta frá tær!

Tú kanst heinta lýsingina sum pdf niður her.

Starvsfólk á ALS
Her sært tú, hvørjir tínir møguliga komandi starvsfelagar verða.