Sjálvgreiðslan

Starvsvenjing

Skipanin við starvsvenjing gevur arbeiðsleysum møguleika at fara í starvsvenjing hjá einum arbeiðsgevara í upp til 5 mánaðir.

Endamálið við starvsvenjing

Endamálið er at geva tí arbeiðsleysa betri møguleikar at koma aftur í arbeiði, til dømis við at royna nýggjar vinnur.

Starvsvenjing er eitt gott høvi hjá arbeiðsgevarum og starvssøkjandi at læra hvør annan at kenna. Tað hendir seg meira enn so, at samstarvið eydnast so mikið væl, at avtala verður gjørd um fast starv eftir lokna starvsvenjing.

Høvuðsreglur fyri starvsvenjing

Nakrar treytir skulu lúkast fyri at tú kanst fara í starvsvenjing. Hetta eru høvuðstreytirnar:

  • Tú skal vera skrásett/ur arbeiðsleys/ur í ALS

  • Avtalan kann vara í mesta lagi 5 mánaðir

  • Lønin er sambært sáttmála/siðvenju

  • Starvstíðin er fulla tíð

  • Tú skal ikki hava verið í starvi hjá viðkomandi arbeiðsgevara seinastu 12 mánaðirnar. Í serligum førum, tá ið talan er um stór arbeiðspláss, kann undantak gevast

  • Tú  skal vera tøkur undir starvsvenjingini til onnur størv
Soleiðis søkir tú

Tað eru fleiri møguleikar.

Tú kanst sjálv/ur venda tær til arbeiðsgevaran og spyrja um arbeiði.

Ein annar møguleiki er, at starvsráðgevin ella virkisráðgevin hjá ALS finnur ein arbeiðsgevara, sum er sinnaður at hava fólk í starvsvenjing, og ein triðji er, at tú kann biðja um hjálp at fáa fatur á júst tí arbeiðsgevara, tú ætlar tær at arbeiða hjá.

Bæði arbeiðsgevari og tann arbeiðsleysi útfylla eitt serligt umsóknarblað um starvsvenjing, sum síðani verður sent ALS.

Starvsvenjingin kann ikki byrja, fyrr enn ALS hevur góðkent umsóknina. Umsóknarblaðið fært tú her.

Hvør rindar?

Skipanin við starvsvenjing virkar á tann hátt, at arbeiðsgevarin rindar tí arbeiðsleysa løn, eftirløn og frítíðarløn á vanligan hátt.

Arbeiðsgevarin fær síðani endurrindað eina upphædd, sum svarar til tann stuðul, ið tann arbeiðsleysi hevði fingið frá ALS. Tó fær arbeiðsgevarin ongantíð endurrindað meira enn 80% av lønini, sum hann rindar tí arbeiðsleysa.

Tíðarskeið

Starvsvenjing verður játtað í mesta lagi upp til 5 mánaðir. Hetta verður gjørt í samskifti millum ALS, teg og arbeiðsgevaran.

Vilt tú ella arbeiðsgevarin stytta ella enda tíðarskeiðið í starvsvenjing av ein hvørjari orsøk, skal ALS skrivliga boðast frá hesum.

Sami arbeiðsgevari

Hevur tú verið í starvi hjá einum arbeiðsgevara seinastu 12 mánaðirnar, kanst tú ikki fara í starvsvenjing hjá hesum sama arbeiðsgevaranum aftur.

Hetta er tó ikki galdandi, um talan er um stór arbeiðspláss sum t.d. Landssjúkrahúsið ella kommunurnar. Tá kanst tú fara í starvsvenjing hjá sama arbeiðsgevara, men treytað av, at talan er um eitt annað arbeiðspláss.

Eftir starvsvenjingina

Tá ið avtalan um starvsvenjing fer úr gildi, fært tú aftur rætt til stuðul úr ALS eftir somu reglum sum undan starvsvenjingini. Ikki er neyðugt at lata inn nýggja umsókn um arbeiðsloysisstuðul.

Tú fært tað sama í arbeiðsloysisstuðli sum undan starvsvenjingini. Dagarnir, tú ert í starvsvenjing, telja ikki við í tí dagatali, tú hevur rætt til útgjald frá ALS (648 dagar í undanfarna fýra ára skeiði).

Umsókn
Umsóknarblaðið um starvsvenjing finnur tú her.