Sjálvgreiðslan

Sjálvstøðugur vinnurekandi er persónur, sum rekur vinnu fyri egna rokning og ábyrgd, hevur tað sjálvstøðuga vinnuvirksemið sum høvuðsvinnu og við tí endamáli at fáa fíggjarligan vinning.

Egið virki: Havi eg rætt til arbeiðsloysisstuðul?

Seinastu tíðina hava ymsir spurningar og ivamál verið frammi um rættindi hjá fólki í sjálvstøðugari vinnu at fáa arbeiðsloysisstuðul. 

ALS skal tí taka afturíaftur reglurnar fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul hjá tær, sum hevur egið virki. Sambært galdandi reglum er sjálvstøðugur vinnurekandi persónur, sum rekur vinnu fyri egna rokning og ábyrgd, og hevur tað sjálvstøðuga vinnuvirksemið sum høvuðsvinnu við tí endamáli at fáa fíggjarligan vinning.

Ongin A-inntøka, ongin stuðul
Fólk í sjálvstøðugari vinnu hava sum útgangsstøði ikki rætt til útgjald frá ALS í sambandi við arbeiðsloysi, tí tey rinda ikki ALS-gjald av egnari løn.

Bara tey, sum hava A-inntøku, hava rætt til arbeiðsloysisstuðul, tí ALS-gjaldið verður sjálvvirkandi rindað gjøgnum afturhaldsskipanina hjá TAKS, tá tey fáa løn. Hóast tú sum arbeiðsgevari rindar ALS-gjald av lønini hjá fólki, tú hevur í starvi, gevur hetta kortini ikki tær sjálvum rætt til arbeiðsloysisstuðul.

Tekna trygging
MEN sum sjálvstøðugt vinnurekandi kanst tú sjálvboðin tekna eina arbeiðsloysistrygging hjá ALS. Tryggingin kostar í dag 3.000 kr. árliga. Tá tú hevur havt tryggingina í 1 ár uttan steðg, hevur tú rætt til fullan arbeiðsloysisstuðul. Verður tú arbeiðsleysur innan eitt ár er farið, síðani, tú teknaði sjálvbodnu tryggingina, hevur tú rætt til arbeiðsloysisstuðul í mun til ta a-inntøku, tú hevði seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn tú fór undir sjálvstøðuga vinnuvirksemi.

Fyri at tekna sjálvbodna arbeiðsloysistrygging skalt tú fylla út eitt umsóknarblað.

Hvat er egið virki?
Tú verður roknað/ur sum sjálvstøðugt vinnurekandi, um tú:

  • Eigur og arbeiðir í egnum virki – einstaklingavirki ella íognarfelag
  • Hevur hetta virksemið sum tína høvuðsvinnu
  • Ikki fært lønina gjøgnum a-skattaskipanina

Í sambandi við umsóknina ger ALS eina ítøkiliga meting av, um títt vinnuvirksemi kemur undir hugtakið sjálvstøðug vinna.

Summi sjálvstøðugt vinnurekandi rinda tó sína egnu løn gjøgnum A-skattaskipanina. Tá hava tey rætt til arbeiðsloysisstuðul og hava tá sum útgangsstøði ikki fyri neyðini eisini at tekna eyka trygging.

Prógva arbeiðsloysi
Gerst tú arbeiðsleys/-ur sum sjálvstøðugt vinnurekandi, skalt tú søkja um arbeiðsloysisstuðul við vanliga umsóknarblaðnum.

Fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul skalt tú prógva, at tú ikki ert vinnurekandi longur. Hetta merkir eitt nú, at tú skalt avtaka virkið og strika v-talið hjá tær, um tú hevur einstaklingavirki. Skjalprógvast skal tá, at tú ert givin meira enn bráðfeingis at reka egna vinnu, til dømis at fyritøkan er seld, niðurløgd ella farin í gjaldsteðg.

Hevur tú verið í starvi hjá einum partafelagi ella einum smápartafelagi, sum tú sjálvur eigur allan partapeningin í ella partar av honum, og sum tú hevur fingið a-inntøku frá, so hevur tú rætt til arbeiðsloysisstuðul sum vanligt. Tú kanst framhaldandi eiga partapening í hesum felagnum, men tú kanst ikki vera stjóri ella nevndarformaður í felagnum ella kunna tekna felagið. Tað er ikki ein treyt, at felagið verður selt ella sent skiftirættinum til avtøku, men tú kanst ikki virka sum stjóri, nevndarformaður ella kunna tekna felagið og samstundis hava rætt til arbeiðsloysisstuðul.

Um tú ivast…
Ert tú í iva, um tú kemur undir reglurnar sum sjálvstøðugt vinnurekandi, ert tú vælkomin venda tær til ALS at fáa nærri leiðbeining.

Umsókn
Her kanst tú heinta umsóknarblaðið um at tekna sjálvbodna trygging
Kunngerð
Les meiri í kunngerðini fyri sjálvstøðug vinnurekandi