Sjálvgreiðslan
Skriva út
Vónin
Lagt út: 02.12.19
Umsóknarfreist: 15.12.19

Vónin søkir sølufólk

Trol- og nótavirkið Vónin søkir eftir dugnaligum og royndum sølufólki til at røkja eitt sera spennandi og fjølbroytt starv.  Starvið fevnir um sølu av fiskiútgerð til uppisjóvarvinnuna her heima so væl sum uttanlanda. Arbeiðsstaður verður á høvuðssætið okkara í Fuglafirði, tó verður ferðing uttanlanda ein stórur partur av arbeiðinum.

Førleikar
Vit vænta at tú er kunda- og tænastuhugað/ur, og vit kundu ynskt at tú hevur hollar royndir sum sølufólk. Vit vænta, at tú ert køn/ur í føroyskum, norðurlendskum og enskum í bæði skrift og talu. Tú mást hava teldukunnleika á brúkarastøði.

Tað er umráðandi, at tú dugir at seta teg inn í nýggj viðurskifti, kanst loysa uppgávur sjálvstøðugt og hevur góð evnir til at samskifta við viðskiftafólk og starvs­felagar.

Fyrimunur er um tú hevur kunnleika til uppisjóvarvinnuna og møguliga eisini tað fiskiútgerð, sum hesin skipabólkur brúkar, men er hetta ikki ein treyt.

Starvstreytir
Lønarviðurskifti og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna.

Umsókn
Vilt tú vita meiri um starvið ert tú vælkomin at ringja til Hjalmar Petersen á telefon 214392. Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. desember og skulu sendast til hjalmar@vonin.com við evninum “sølufólk”.

Vónin varð stovnað í 1969 og er í dag ein av heimsins fremstu trol- og nótaframleiðarum við deildum í Føroyum, Grønlandi, Kanada, Danmark, Norra, Íslandi, Litava  og Russlandi. Í samtakinum starvast umleið 450 fólk.

Fráboðan um nýggj størv
Fá teldupost frá okkum, tá nýggj størv verða skrásett.
Send okkum tína starvslýsing
Um tú ynskir at fáa tína starvslýsing á starv.fo, trýst her og send okkum lýsingina.
Vit eru eisini á Facebook
Allar lýsingarnar á starv.fo eru eisini á Facebook. Trýst her fyri at vitja okkara Facebook síðu.
Tann góða umsóknin
Umsóknin er fyrsta fatanin, arbeiðsgevarin fær av tær. Tí er altavgerandi at gera sær ómak við henni.